Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 drápsmálið í hvalba Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Fyrst hevði hann drukkið heima og síðan hevði hann drukk ið nógv í einum føð­ ing ar degi leygarkvøldið. Seinni setti hann seg í bilin og koyrdi suður eftir í Suðuroynni við byrsu í bili­ num. Soleiðis byrjaði hetta kvøld ið, sum kundi havt kost að mannalív. Í rættinum seint sunnu­ kvøld ið greiddi hann frá, at áðrenn hann var farin heimani frá, fór hann inn á skriv stovu na hjá pápanum. Hurðin varð læst, men hann spark aði hurðina inn, tí hann skuldi hava hendur á byrsuni og patrónbeltinum. Síðan koyrdi hann suður­ yv ir, til Vágs, og á eiðinum hevði hann skotið nøkur skot upp í luftina. Hetta fekk politiið boð um og stevndi móti Vági, men politist ar nir møttu bilinum og vendu. Teir hildu seg nakr ar hundrað metrar aftan fyri hann. Komin til Øravíkar, koyrdi hann inn til gistingarhúsið. Har fór hann inn við byrsu ni. Hann hevði skotið út gjøgn­ um eitt vindeyga. Tá ið hann fann eina eskju við svávul­ pinn um, festi hann eld í eina sofu. Politiið stóð eitt petti frá og eygleiddi. Politistarnir vil du ikki fara nærri, tí teir vis tu ikki, um maðurin fram­ veg is var vápnaður. Maðurin fór aftur í bilin og koyrdi móti Kramba­ tanga. Koyrdi langt á trimum hjólum Politiið royndi at forða manni num við at seta ein bil tvørtur um bilin, men mað­ urin rendi beint á bilin, sum fluttist hálvan metur. Í bili­ num sat ein politistur, og ein annar stóð beint við. Á ferðini misti maðurin annar forhjólið av bilinum, men hann ferðina fram. Hjól­ ið datt av á Ósavegnum, men kortini eydnaðist manninum at koyra heilt til havnalagið á Tvø r oyri. Men eina ferð slapp hann ikki longri, og poltistarnir fóru og tóku mannin, sum varð lagdur í hondjørn. Hann varð síðan í politibili fluttur á støðina. Sunnu dagin varð hann a v­ hoyrd ur og um kvøldið flutt­ ur til Havnar við Smyrli. Sunnukvøldið var so grundlógarhoyrið, har maðurin varð varð halds­ fongsl að ur fram til 1. juni. Hann skal mental­ og persóns kannast. Ta avgerðina kærdi mað­ ur in ikki. Eingin umbring Hvør orsøkin enn var til, at tað á henda hátt klikkaði hjá manninum, var tað eingin um bering fyri at burði num, segði ákærin í grund lóg­ ar hoyrinum í Før oya rætti sunnukvøldið. Maðurin varð skuldsettur fyri drápsroynd, tí hann hevði skotið móti einum politi bili i Øravík við fólki í. Sjálvur segði maðurin, at hann hevði skotið upp í luft­ ina. Tá ið hann hevði sett eld á sofuna, setti hann eisini fólk í lívsvanda, tí trý fólk gistu á Gisingarhúsinum við Á hesa náttina. Tey vóru í grannahúsinum. Eft­ ir røttum skuldu tvey fólk verið í húsinum, har eldur var í, men tey vóru ikki møtt, upplýsti ákærin á rættar­ fundinum. Tað kom fram á rætta r­ fundi num, at foreldrini og gentan hjá manninum vóru kom in í bili til Øravíkar, men politi ið hevði forðað teimum at fara til mannin at tosa við hann. Áðrenn maðurin fór av Gist ing ar húsi num, hevði hann lagt byrsuna frá sær. Ringdi sjálvur til 112 Nevnt varð eisini, at á ferðini hevði maðurin sjálvur fleiri ferðir ringt 112. Eina ferð hevði hann spurt, hvørjir polit ist ar vóru til arbeiðis. Hann hevði spurt, tí hann hevði sagt seg ikki vilja skjóta ein ávísan politist, sum hann kendi. Hesar up p­ lýs i ngar komu frá politinum. Mað urin sjálvir mintist einki til tað. Sambært politinum hevði hann eisini ringt 112 úr Vági og sagt, at missión hansara var at skjóta 60 fólk, men hann var ikki byrjaður enn. Tað mintist maðurin einki til. ­ Eg havi ikki havt slíkar tankar, kom spakliga frá manni num, sum var sjónliga rørd ur av øllum tí, hann fekk at vita um gerðir sínar. Politiið hevur greitt frá, at meðan maðurin koyrdi móti Tvør oyri, hevði hann vinstra arm út gjøgnum rútin. Í hond ini hevði hann eina øks, sum hann bankaði við niður í tak ið á bilinum. Seinni tveitti hann øksina frá sær. Tá ið bilurin var steðgaður, sník tu politistar seg inn á hann. Tá sat hann sum lív­ leysur á setrinum. Hann varð tik ið úr bilinum, var sum lív­ leys ur, varð lagdur niður og fekk handjørn á. Tá vaknaði hann eitt sind­ ur við og spurdi, hvar hann var. Hann fór at tára og var harmur, hevur politiið skriv­ að. Foreldrini komu framvið, men hann hevði ikki hug at tosa við tey. Gistingarhúsið við Á, sum hev ur fingið stóran skaða, er sperrað av, og teknikarar eru á veg til Føroya at kanna skað an. Fólk koma eisini at kanna, hvussu stóran vanda mað urin hevði sett fólk í. Í grundlógarhoyrinum kom eina ferð frá manninum: ­ Tað var okkurt, sum brast innan í mær. Tað klikk­ aði bara. Maðurin skal mentalkannast 21 ára gamli maðurin, sum sunnunáttina gjørdi um seg við byrsu og setti eld á í Suðuroynni, mintist í rættinum bara brot frá náttini Myndir: Jóan Hendrik Jacobsen 23 ára gamli maðurin, sum í gjár varð skuldsettur fyri manndráp, varð dømdur fyri eldáseting, at skjóta við byrsu og at skjóta eftir politinum í 2012. Hendan greinin stóð í Sosialinum 7. mai í 2012, tá maðurin dagin fyri varð varðhaldsfongslaður