Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 23. juni 2004 15 14 Nr. 117 - 23. juni 2004 Sorgin er kærleikans kostnaður SAMRØÐA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo 61 ára gamli danski sálar- terapeuturin og gudfrøð- ingurin Bent Falk hevur í mong ár gjørt seg galdandi og vunnið viðurkenning við sínum sálarterapeutisku og gudfrøðiligu verkum. Kendasta bók hansara er helst "Kærlighedens pris", og fer stórur partur av tíð hansara sum undirvísari og fyrilestrahaldari. Mána- morgunin kom Bent Falk saman við arbeiðsfelag- anum Inger Bollerup til Føroya at halda tvørfakligt skeið á Landssjúkrahúsin- um týsdagin, og miku- kvøldið klokkan 19 heldur hann eisini fyrilestur um sambandið millum sálar- frøði og gudfrøði í veitslu- høllini á Landssjúkrahúsin- um. Høvuðsendamálið hjá Bent Falk hevur verið at gera sálarfrøðina og gud- frøðina brúkiliga og ger- andisliga við at byggja brýr millum teori og praksis. Bøkur hansara hava eitt fænomenologiskt og eksist- entialistiskt (tilverugrund- að) útgangsstøði við kristnu trúnni sum snúningsdepli, og hetta eru hornasteinar og bakland hansara sum rit- høvundur, prestur og priv- atpraktiserandi sálartera- peutur. Prostitutión Bent Falk fer fyrst á ein sera beinleiðis og kontant- an hátt at svara spurning- inum um høvuðsevnið í gitnastu bók síni, "Kærleik- ans kostnaður", og uttan nakran bleytan, abstraktan inngang fer hann beinleiðis til kjarnan í bæði sálar- frøðiliga og gudfrøðiliga boðskapi sínum. – Kærleikin kann hvørki keypast ella seljast, men hóast tað hevur kærleikin altíð ein dýran kostnað. Vit menniskju kunnu ongantíð avrika nakað fyri at hava sanna kærleikan uppiborn- an. Vit kunnu ikki gerast nóg góð ella virðismikil til at fáa atgongd til kærleik- an, av tí at sannur kærleiki í síni náttúru er treytaleysur og óuppiborin náði frá ein- um øðrum menniskja. Veruligur kærleiki hvílir í, at vit koma, sum vit eru, uttan at skula stríðast fyri at fáa hetta uppiborið, og tí kann kærleikin ikki keyp- ast, sigur Bent Falk. Gudfrøðingurin heldur, at mong okkara eru vorðin offur fyri eini avskeplaðari misfatan av fyribrigdinum kærleiki, har vit royna at rinda fyri og harvið keypa accept og sokallaðan "kær- leika" frá okkara med- menniskjum, t.d. maka, vinum og familju. – Alt, vit gera, fyri at fáa vald á kærleikanum, drepur í veruleikanum kærleikan. Í tí løtu, vit fara at gjalda fyri og keypa kærleikan, heldur kærleikin uppat, og tá gerst talan í staðin um prostituti- ón, har ein vøra verður seld við "líka fyri líka" megin- regluni galdandi, sigur Bent Falk. Hetta er sam- bært honum eitt eyðkent rák í dag, sum tó altíð hevur verið undir sólini og er enn eitt dømi um menniskjans trongd at hava tamarhald á nøkrum, vit í veruleikanum ikki kunnu stýra. – Í eini reklamu- films- og fjølmiðlamentan er kær- leikin vorðin ein marknað- arførd vøra, vit við ymsum yvirfladiskum hættum skulu royna at gerast nóg virðismikil at fáa, t.d. við at hava røttu útsjóndina, røttu statussymbolini og rættan atburð, sigur Bent Falk. Hann vísir á, at vit í veru- leikanum royna at fáa vald á kærleikanum frá med- menniskjum okkara, og at nógv forhold í dag eru bygd á, at vit skulu gera og av- rika nakað, sum ger okkum nóg virðismikil. Prísur uttan keyp Spurdur, um hann kann taka eitt gerandisligt, prakt- iskt dømi um, nær kærleik- in verður keyptur, tekur hann eitt hjúnarband sum dømi. – Um tú í einum slíkum forholdi støðugt skal avrika og gera nakað fyri at blíva elskaður, so er tað í veru- leikanum ikki teg, við- komandi elskar, men heldur tað, tú gert. Hetta skal ikki fatast sum, at vit ikki eiga at gera tænastur og góðar gerðir mótvegis hvørjum øðrum, tvørturímóti, men hetta skal og kann ongantíð vera treytin fyri kærleika, sigur Bent Falk. Hann ger harvið mun á at gera/avrika nakað ávíst og bert at vera nakað ávíst í sær sjálvum, og tað er bert hetta seinna, sum kann elskast. Sálarfrøðingurin biður lesaran aftur ímynda sær eitt par, har konan tekur sær av hússliga arbeiðnum, meðan maðurin nemur sær útbúgving. Tá tey fimm útbúgvingarárini eru farin, ætlar maðurin knappliga at fara frá konuni. Um konan so sigur, at her hevur hon gingið og gjørt mat, vaska og rudda fyri hann, og maðurin tekur undir við henni, broytir ætlan og sig- ur, at hetta jú er satt, so hevur hann júst selt og handilsgjørt sín "kærleika" til konuna. – Tá hetta hendir, er talan ikki um sannan kærleika við nærleika, samveru og hita, og sannleikin er, at fleiri okkara eru sek í mis- gerðini at keypa kærleika frá okkara medmenniskjum við at bera okkum at á ávís- an hátt, savna stig, vóna at fáa nakað afturfyri og á henda hátt halda kærleikan- um uppi, sigur Bent Falk, áðrenn hann heldur fram í líknilsum. – Um vit aftur ímynda okkum eitt par, har konan t.d. ikki hevur hug at fara í song við manni sínum, og hann síðani roynir at vera so fittur og góður sum gjør- ligt í gerandisdegnum fyri at broyta um støðuna, royn- ir hann í veruleikanum at keypa kærleikan frá henni. Um konan gevir seg og hetta eydnast honum, upp- dagar hann skjótt, hvussu fátkæksligur og falskur hesin kærleikin í veruleik- anum er, sigur Falk. Um tú við øðrum orðum t.d. hevur hug at keypa gentu tíni ein kjóla, skalt tú gera tað, um tú hevur hug at glaða hana, men ikki við motivinum at savna stig og royna at ger- ast uppiborin at fáa kær- leika afturfyri. Talan er í veruleikanum um somu meginreglu sum hana, Luther stríddist ímóti, tá frelsan í katólsku kirkjuni kundi keypast fyri pening. Sambært Falk royna vit á sama syrgiliga hátt at keypa kærleikan uttan at skilja, at hann ikki kann keypast. Hetta hóast kærleikin kost- ar, á sama hátt sum frelsan ikki kann keypast, hóast hon eisini kostar. Sostatt er kærleikin eyðkendur av einum ambivalentum para- doksið, har ein prísur skal rindast fyri nakað, sum ikki kann keypast. Ektaða møtið Eftir at hava lýst ómøguliga handilin sum stóra para- doksið í evnisviðgerðini av kærleikanum, fer Bent Falk undir at lýsa, hvat kærleikin hóast alt kostar. – Hóast vit ongantíð kunnu keypa ella selja kær- leikan, er hann dýrur, tí av- leiðingin av kærleikanum er altíð sorg, og tann, sum elskar mest, rindar eisini hægsta prísin, sigur Falk. Eitt elskandi menniskja er sambært honum altíð prís- givið yvir fyri tí, sum verður elskaður. Spurdur, hvussu hetta skal skiljast, ger hann mun á orðunum "pris" og "om- kostning". "Pris" skal sam- bært Falk skiljast í áður- nevnda handilshøpi, meðan "omkostning" er ein kostn- aðarmikil avleiðing, t.d. sorg, av nøkrum dýrabarum og undurfullum. Og júst Í hesum høpi kemur ein høvuðsboðskapur hansara aftur til sjóndar. – Hóast kostnaðurin fyri kærleikan er dýrur, er hann avgjørt verdur at rinda, eis- ini tá tú t.d. noyðist at gjalda við tínum egna frælsi og tínum egna lívi, slær Bent Falk fast. Sam- bært honum er kærleikin tað týdningarmesta, neyð- ugasta og mest lívsjáttandi av øllum, og tí eiga vit at tora og vera villig til at gjalda kostnaðin fyri henda kærleikan, sum vit einki kunnu rinda fyri at ogna okkum og uppliva, men sum vit kortini mugu gjalda ein dýran kostnað fyri, tá vit uppliva hann. – Sjálvt tað besta, kær- leiksfullasta og mest idyll- iska sambandið millum menniskju hevur sín kostn- að, tí um lívið ikki skilir okkum, so skilir deyðin okk- um, og á henda hátt fer sorg, pína og líðing fyrr ella seinni at vera ein avleiðing av kær- leikanum, sigur Bent Falk. Tá vit tora at yvirgeva okkum, koma sum vit eru, vísa sanna andlit okkara, vera erlig uttan at fremja valdsmanipulatión mót- vegis kærleikanum, uppliva vit sambært Bent Falk ekt- aða eksistentiella møtið við Gud og menniskju, sum síðani elvir til ábyrgd og "selverkendelse". Hetta merkir sambært Falk ikki, at tað er eitt krav at vera kristin og tilvitaður trúgv- andi, um tú skalt vinna fram til ábyrgd, "selverk- ennelse" og ektaða møtið, men hann sigur, at við áliti og erligari hugsan verður títt "eg" til í møtinum við eitt "tú", og hetta er ektaða, sjálvrealiserandi møtið. – Ikki fyrr enn vit megna hetta, føla vit okkum væl- komin í heiminum og megna vit at siga ja til lívið. Øll menniskju hava brúk fyri treytaleysum kærleika, og við at tora at leita eftir einum nøktandi svari á okkara tørvi, okkara longsli og siga ja takk gerast vit funktionell menniskju, slær Bent Falk fast. Upplivingin Sum áður nevnt tekur Bent Falk útgangsstøði í kristnu trúnni, og spurdur, um hann nýtir orku og tíð at argu- mentera fyri, hví kristin- dómurin fyri hann er álít- andi, vísir Bent Falk á fænomenologiska, em- piriska (erfaringsmæssige) spontanitetin, sum ikki kann grundgevast við støði í rationellari og teoriserandi ontologi (læran um tað ver- andi, uttan mun til hvussu vit uppliva tað). – Fyri meg er kristin- dómurin viðkomandi, tí eg upplivi hann sum sannan, og tí boðskapurin appelerar til instinktiva spontanitetin. Hóast eg ongantíð logiskt kann prógva, at Bíblian er sonn, upplivi eg hana sum sanna, sigur Bent Falk. Hann vísir á, at tá hann sum 12 ára gamal las úr skrift- ini, at Jesus bað fyri fígg- indum sínum miðskeiðis í pínslu og deyða sínum, fekk hann eina eksistenti- ella, empiriska erfaring av sannleika og tí góða, hóast hendingin ongantíð kann prógvast. Sostatt kemur ein argu- mentatión til sjóndar, sum júst eyðkennir fænomeno- logisku eksistentialismuna, og "traditionen tro" nevnir Falk eksistentialistiska gudfrøðingin Søren Kierkegaard. – Hóast eg ikki eri samdur við Kierkegaard í øllum, taki eg undir við hansara setningi um, at um tú hevur 17 orsøkir at trúgva, trýrt tú minni, enn um tú hevur 16, tí trúgv er ikki argumenterandi log- ikkur, men ein empirisk, primer uppliving. Ein trúgv, sum kemur frammanundan prógvi, undurverki og tekn- um, sigur Bent Falk og sipar í sama mundi eisini til danska fænomenologiska heimspekingin K.E. Løg- strup. Bent Falk vísir á henda hátt á, at øll trúgv er bygd á royndir (erfaringar). Tað er týðuligt, at Falk argumenterar á einum em- piriskum støði og ikki á tí matematiskt/logiska. Eitt menniskja kann t.d. ikki prógva matematiskt og logiskt, at tað er forelskað, men hinvegin hevur uppliv- ingin í sær sjálvum eitt sterkt sannleikavirði, og hetta tykist eyðkenna hans- ara argumentatión. Spurdur, um hetta er nóg mikið fyri hann at góðtaka kristindómin, og um ein ikki er noyddur at taka søguliga, vísindaliga og rationella umhugsan við á vegnum fram ímóti eini átrúnðarligari niðurstøðu, er Bent Falk greiður. – Tað er munur á prógvið og sannleikavirði, og Bíbli- an tulkar uttan at prógva nakað. Hon leggur fram eina meining um menn- iskju, Gud, okkara tørvir o.s.fr, og saman við Bíbli- uni upplivi eg Gud sum eina skapandi megi bæði í og uttanfyri okkara tilveru, sigur Bent Falk. Sambært honum er trí- eindin ein mynd av bæði tí transcendenta (uttanfyri- standandi) í faðirinum og av tí immanenta (íbúgv- andi) umboðað av heilaga andanum, sum sambært Falk eru tvey heitið at fáa okkum at skilja tað skap- andi megina, vit kalla Gud. – So saman við bíbilsku frásagnunum um Jesus upplivi eg, at Gud hevur traðka inn á arenaina, t.d. í skapanarverkinum, og sum ein dunkandi pulsur vísir hann seg, sigur Falk. Guds rokning Til seinast fer Bent Falk uppgávu okkara sum menniskju, og tað er í grundini at tora at raðfesta lívið framum lógina, ikki at hava ein paniskan ótta fyri at gera mistøk, at tora at yvirgeva seg og til seinast at tora at gera mistøk á Guds rokning. – Hetta merkir ikki, at óndskapurin skal rættvís- gerast, men treytaleysi kær- leikin umfatar eisini skuld- ina. Hetta møtið okkara við umheimin uttan krøv hevur hjálpt mær í mínum sálar- terapeutiska yrkið, og júst tað at koma sum man er og yvirgeva seg, er ein felags- nevnari í gudfrøðini og sál- arfrøðini. Descartes segði "eg hugsi, altso eri eg", men eg havi hug at siga "eg yvirgevi meg, altso elski eg", sigur Bent Falk. Við hesum ynskir hann at undirstrika, at tað eigur at vera pláss fyri líðingini, skuldini og mistøkunum, og í staðin fyri at burturfrá- greiða og taka burtur líð- ingina í sær sjálvum, er aðalendamálið hjá sálar- frøðini heldur at viðgerða sjálvskaptu, neurologisku plágurnar við støði í boð- skapinum um at gerast tann, tú í veruleikanum er. – Vit mangla tað, 3-4 ára gomul børn hava. Henda virðismikla eginleikan at opna sinnið, vera erlig og hava álit á upplivingini í sjálvum sær, sigur Bent Falk, sum nikkar samtykkj- andi, tá hann verður spurd- ur, um hetta kann kallast ein ótraditionell, positiv útgáva av naiviteti. – Hetta er m.a. vegurin fram fyri okkum menn- iskju, endar Bent Falk, sum mikukvøldið hevur fyri- lestur klokkan 19 í veitslu- høllini á Landssjúkrahúsin- um í Havn. - Alt, vit gera, fyri at fáa vald á kærleikanum, drepur í veruleikanum kærleikan. Í tí løtu, vit fara at gjalda fyri og keypa kærleikan, heldur kærleikin uppat, og tá gerst talan í staðin um prostitutión, har ein vøra verður seld við "líka fyri líka" meginregluni galdandi, sigur 61 ára gamli gudfrøðingurin og sálarfrøðingurin Bent Falk, sum mikukvøldið heldur fyrilestur á Landssjúkrahúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Útbúgvin gudfrøðingur í 1972, prestur frá 1974- 1992, klinisk pastorala útbúgving í 1979, sálar- terapeutisk útbúgving (Jung-analysa) frá 1975-1979, Gestaltterapeutisk útbúgving frá 1980-1985 um- framt spesialisering í 1994. Undirvísari og fyri- lestrahaldari. Hevur verið privatpraktiserandi sálar- terapeutur í Hellerup síðani 1982. Heldur fyrilestur í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsin- um mikukvøldið klokkan 19 CV – Kærleikin kann hvørki seljast ella keypast, men kortini er hann kostnaðar- mikil. Kærleikans kostnaður er sorg, og tann, sum elskar mest, má samstundis eisini gjalda hægsta kostnaðin. Hetta eru kærleikans fortreytir í eini tíð, har kærleikin er gjørdur til eina prostitueraða handilsvøru, sigur 61 ára gamli danski sálarfrøðingurin og gudfrøðingurin, Bent Falk, sum vitjar í Føroyum og miku- kvøldið heldur almennan fyrilestur í Havn C M Y K 14