mánadagur 11. august 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
Veðrið bjóðaði bæði fagrasta
summar við sól og hita, men
rúm var eisini fyri regni og
sirmi.
Yvirhøvur var Summar
Festivalurin 2014 eitt bland.
Á so mangan hátt er Sum
mar festivalurin í sjálvum
sær eitt bland av familju
vinarligum tónleikauppliv
ingum, camping, Silvalandi
og
samveru,
samstundis
sum rúm er fyri tónleiki við
hørðum kanti og fyri teim
um, ið komin eru at uppliva
rock og at hugna sær á meira
eyðkendan festival hátt, har
tað kann gerast hátt, vátt og
gott í góðum vinalag.
Enn eru knotur
Og tónleikaliga speglar skrá
in eisini hetta bland, hesa
samanseting, har okkurt er
fyri tey flestu.
Ungdómurin, kanska tey
heilt ungu, fingu í ár Burhan
G og Basim.
Tilkomin, og annars rock
fjepparar í øllum aldri, fingu
fyrst Twisted Sister.
Bólkurin syrgdi fyri ein
um braki av eini rockfram
førslu, har tað stóð eftir, at
bólkurin er í toppformi.
Manningin – og tað er
enntá uppruna manningin
– var í toppformi, og syrgdi
fyri einum rockbraki, einum
rockshowi, ið vildi nakað.
Kendu
sangirnir,
millum
nógvar aðrar, ið fjepparar
kenna. Men hittini eru so
mikið vælkend, og mong í
tali, at fjøldin var við.
Og væl spælt var tað av
nú umleið 60 ára gomlu
fýrunum úr New York. Og
sangarin kundi hvíla á væl
spælda
tónaundirlagnum,
og hann dugdi ómetaliga
væl at brúka yvirskotið til at
fáa fjøldina við. Alla tíðina.
Og sjálvsagt fingu Før
oyar, og fólkið her býr, mong
og mest rósandi orð við á
vegnum. Eisini nátttúran.
Eittnú segði hann skemti
liga, at hann ongantíð áður
hevði spælt fyri 10.000 fólk
um, ið øll vóru í ætt hvør við
annan.
Eftir Twister Sister hitt
ini, kom eitt eykanumm
ar. Tað var lag hjá Rolling
Stones. Og øll fjøldin fekk
høvi at syngja við – enn
einaferð – tá Twisted Sister
spældu It's Only Rock n' Roll
But I Like It
Hetta var av álvara eitt
startskot til SF 2014, ið var
ein hørð, flott og góð byrjan.
Og tá kann vera trupult at
halda støðið.
Men serliga konsertin við
Rock Icons leygarkvøldið
prógvaði, fyri aðru ferð á
SF 2014, at enn eru knotur
í gomlum rockarum. Joe
Lynn Turner og Eric Martin
úr ávíkavíst Rainbow og
Mr. Big skuffaðu ikki. Teirra
framførsla, við super góð
um bólki, stendur óivað hjá
mongum sum ein av minni
ligastu
konsertunum
á
Summar Festivali í Klaksvík.
Hetta var eitt veruligt
rockbrak, ein orkubumba.
Ein rockkonsert, har ongin
ivi var um nakað sum helst.
Skal nakað takast fram
um annað, so kann tað
vera, at tað tóktist,
sum hevði Turner
munin alln vegin.
Bæði
sum
sang
ari,
undirhaldari,
icon, og so hevði
hann eisini góðu
rockklassikar
arnar. Eric Mart
in gjørdi sítt til
UG,
men
hann
kanska meira var í
poppinum viðhvørt,
meðan Turner helt
seg til rock, og hann
er ein av óføru sangar
unum frá sjeyti og átta
tiárunum, ið hava tann
eginleika – í mun til so mong
av nýggjari dato, at teir hava
eina rødd, eina stóra rødd,
ið ikki letur nakran í iva
um nakað sum helst. Her er
rødd og góðska!
Konsertin við Rock Icons
var kanska stórsta brakið á
SF í ár. Mong hildu, at hend
Enn eru
knotur í
gomlu rock
hetjunum
Summarfestivalurin 2014
Summar Festivalurin 2014 er farin framvið. Tónleikaliga er lítil ivi um, at
gomlu rockhetjurnar úr Twisted Sister og Rock Icons standa sterkast eftir