Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Summarfestivalurin 2014 an konsertin eisini hevði tann fyrimun, at ljóðið var passa­ liga hart. Eisini harðari frá, enn t.d. Twisted Sister. Eg veit tað ikki, men havi hug at geva teimum rætt. Í øll­um førum var trýst á hesi fram­førsluni, sum veruliga stend­ur eftir sum nakað gott! Yvirhøvur má sigast, at gomlu rockararnir úr Twist­ ed Sister og Rock Icons mest mintu um ellisakfør, ið bert gerast vakrari og fáa meira virði við árunum. Og mask­i­ n­an, motorurin, er bert betri smurd­ur, sum ár­ini ganga, og gjørdir eru teir úr til­fari, ið ikki farast av tíð­ar­inn­ar tonn. Nei, slíkt verður ikki fram­ leitt longur (they don't make them like that any­more)! Halleluja á Harley Nakrir afturvendandi gestir vóru í ár, vit kunnu nevna Dyna­mit og Anne Linnet. Føroysku nøvnini klár­aðu seg væl, eisini tey stóru før­ oysku. Men yvirhøvur vóru tað stóru útlendsku nøvnini, ið settu stóru strikurnar undir nøvn síni. Men frískasta føroyska lot­ið var kanska Halleluja Sofus, ið kom á pall á Harley motorsúkklu og við sera sterk­ari manning, ið m.a. tal­di 3 blásarar. Men hóast oyruni fingu fullan valuta frá óføra sangar­ an­um og góðu mann­ing­ini, so var tað eisini okkurt til eyguni. Hann vil ikki bara hoyr­ast. Sofusi dámar væl at síggj­ast. Hann kom á pall koyrandi á Harley motorsúkklu við grøn­ari forlykt. Av sonnum ein intro, sum vildi nakað, og hann sang eisi­ni onkran sang sitandi á motorsúkkluni, ið hevði eyð­ kenda motorljóðið, sum lurt­ ar­ar fingu at uppliva for­sterk­ að gjøgnum anleggið. Eitt fullsett tjald sá Sofus fara av palli koyrandi á Harley, og ein sera góð fram­ førsla fekk virðiligan enda. SF 2014 prógvaði í øllum før­um, at enn eru knotur í gom­lu rockhetjunum. dagfinn@sosialurin.fo