Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað góða og tað minni góða við Summarfestivalurin 2014 Enn einaferð kláraði Sum­ mar­festivalurin at draga nærum tíggjutúsund før­oy­ ing­ar norður til Klaksvíkar um vikuskiftið. Í stuttum hilnað­ist festivalurin væl, men trúgvi ikki, at hann fer at sita eftir sum ein varði í mínum minni sum ein av teimum bestu Sum­mar­festi­ val­un­um. Hann gekk væl, nógv fólk, gott høvuðsnavn, sum leveraði og gott veð­ur hós­dagin. Ein fínur festi­val­ ur, har tað berandi elementið undir festivalinum var fólk­ ini, sum skaptu ein góð­an stemning. Ikki tí, nógv­ar av konsertunum vóru heilt góðar, men Sum­mar­festi­val­ urin hevur altíð og er enn festi­valurin, har fólkagleðin kem­ur fram um tónleikin. Tað tykist at vera ein til­vit­ að strategi, og riggar hon í so máta væl. Ein kann hava sín­ar meiningar um festi­val­ in og tónleikin, men tað er at gleðast og fegnast um, at tað í Før­oyum ber til at hava eitt so stórt tiltak á ellinta sinni, sum kann savna so stóra fjøld av føroyingum. Flestu festi­val­gestirnir tyktust at hava tað stuttligt og hugna­ ligt, sum í síðsta enda er tað, sum hevur størsta týdningin – ið hvussu so er fyri tey, sum ár aftan á ár velja at fara á festi­v­alin. Summarfestivalurin 2014 hevði nøkur ting, sum vóru góð og onnur, ið vóru minni góð. Sjálvsagt er tað í ljósi­ num av eyganum, sum sær, men her kemur ein eftir­met­ ing av ársins Sum­mar­festi­ vali, har hugt verð­ur nærri at, hvat vóru styrk­ir­nar og veikleikarnir hjá festi­vali­ num í ár. Twisted Sister Eitt, sum hevur sermerkt Summarfestivalin øll árini, er teirra eginleiki at draga í minsta lagi eitt stórt og virðiligt høvuðsnavn. Í ár vóru tað Twisted Sister, og var tað eitt væl troff­ið val. Sminkaðu amerik­an­ar­ arnir, sum í 80unum fingu amerikonsk foreldur upp á nakkan vegna skak­andi sangir eftir tátíðar máti­ stokki, munnu eitast at vera eitt tað størsta rock­navn­ ið frá hasi tíðini, og hava fyriskipararnir av Sum­mar­ festivalinum rós uppiborið fyri at megna at fáa teir til Klaksvíkar. Harafturat stóðu teir fyri eini avbera góð­ari konsert, sum fólk fara at minnast leingi. Dee Snider, forsangarin, er passaliga ørur, at hann var eitt upplivilsi í sjálvum sær. Í stuttum merkti man, at Twisted Sister tímdu at vera har, teir tímdu at spæla, og teir ynsktu at geva festi­ val­gest­unum valuta fyri peng­ar­nar.­ Óneyðugt at siga hevur konsertin verið best fyri eldra ættarliðið, sum hevur hoyrt sangirnar hjá Twisted Sister gjøgnum ára­tíggjur, men tey yngru fingu eisini eitt satt kon­ sert­up­p­livilsi, hóast tey bara kendu tveir sangir. Kamping- og bústaðarviðurskifti Øll skulu sova millum festi­ val­dagarnar, og Sum­mar­ festi­val­urin og Klaksvíkin mega at veita sera góð bú­stað­ar­viðurskifti til tey vitjandi. Tað, sum ikki skal undirvurderast, er, at fleiri ymiskir bú­ stað­ar­møguleikar verða veitt­ir: Kamping fyri familj­ur­nar, tjalding fyri tey ungu og leiga av eini skúla­stovu fyri tey, sum ynskja at sova væl. Man má sjálvsagt ikki gloyma tey mongu sethúsini, sum hýsa mangum festivalgesti. Við øðrum orðum nýtist ong­um at setast aftur, tí man ikki veit, hvussu og hvar man skal búgva. Í síni heild eru karmarnir á Summarfestivalinum ser­ stak­liga góðir, og festi­val­ ur­in hevur eina góða og pro­fessionella stýring á øll­ um økjum – ikki bara inn­an bústaðarviðurskifti. Farin at bjóða annað enn tónleik Ein festivalur snýr seg sjálv­ sagt mest um tónleik, men ein festivalur, sum onki hev­ur rundan um tónleikin, stend­ur nokk so veikur. Tí var tað hugaligt at hoyra, at Summarfestivalurin í ár hevði lænt pottarnar hjá G! fyri at bjóða okkurt annað enn tónleik. Harafurat fekk klovnurin Terry høvi at greiða sína versión av før­ oy­inga­søgu fyri Sum­mar­ festi­valgestunum. Meira av hasum. Fyri nøkr­um ár­um síðani bleiv Sum­ mar­festivalurin flætt­að­u­r sam­an við steypa­finalu­ni í fótbólti, men tað var ikki vegurin fram, tí ikki-tón­ leikurin eigur ikki at vera dominerandi á einum festi­ vali, men heldur virka sum eyka tilboð. Barnatiltøkini Størsti parturin av Føroya fólki er antin børn ella for­ eldur at børnum. Tað hev­ur Summarfestivalurin fat­að, og hevur hann eina ør­gryn­ nu av tilboðum til land­ sins smæstu: Hoppi­borgir í rúgvuvís, Angelu og Hanni­ bal, Trøllapætur og ikki minst Basim. Tað er stut­ tligt og hugaligt, at børn­ ini verða tikin í alvor, og at nógv verður gjørt burtur úr teimum. Eisini riggar tað væl at hava Silvaland uppi í høll­ini í staðin fyri á bønum á Akursmørk, soleiðis at børn­ini kunnu hugna sær utt­an at skula hugsa um veðr­ið. Nærum 10.000 fólk Tað er eitt bragd í sjálvum sær at savna fimtingin av Føroya fólki ár aftan á ár. Fólk dregur fólk, og tá fólk vita, at onnur fara á Summarfestival, fær tað onn­ur at keypa at­gongu­ merki. Av tí sama kann ein ikki sleppa undan at møta fólki, sum man kennir, og tað er altíð stuttligt og hugna­ligt at møta vinum og fáa eitt gott prát, meðan man kanska hoyrir onkran góð­an tónleik. Stóra styrkin hjá Summarfestivalinum er júst tað fólksliga, sum fellir í ógvu­liga góða jørð hjá flestu før­oy­ing­um. Tað góða