mánadagur 11. august 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Burhan G
Longu 20 sekund aftaná
konsertbyrjan
hugdi
eg
fyrstu ferð at telefonunim.
Burhan G gjørdi á leið alt
tað, sum hann ikki skuldi
havt gjørt. Í stuttum var
talan um eina innøvaða og
poleraða
plastikkonsert
við ongum kanti ella dýpd.
Um man fyrst tekur sang
irnar hjá honum, so eru
teir ógvuliga banalir, onki
sigandi
og
snúgva
seg
allir um útvatnaðan kær
leika til onkra gentu, sum
ongin kennir. Tað var ikki
akkurát nakar Janus Djur
huus, ið stóð á pallinum,
og tað skurrar eisini bara
í oyrunum, tá ein 31 ára
gamal maður syngur kær
leikssangir til 14 til 16 ára
gamlar
gentur.
Ímillum
sangirnar blívur hann við
á kunstigasta máta at tosa
um kærleika, meðan hann
formar
hendurnar
sum
eitt hjarta. Alt var bara ov
rómakent, og óerligheitin
skein ígjøgnum framførslu
na sum sólin gjøgnum eitt
wc papír. Harafturat kemur
hann á pallin við attitudu
sum ein kongur, sum bara
ikki er føroyski mátin at
gera tað uppá. Í Føroyum er
bara pláss fyri eyðmjúkum
fólkum. At tónleikararnir
vóru ótrúliga góðir var tó
eitt fínt plástur á sárið.
Manglandi
festivalkensla
Summarfestivalurin klárar
at savna út og við 10.000
fólk, men tað er alíkavæl
okkurt, sum manglar fyri
at geva mær eina ordiliga
festivalkenslu.
Í
roynd
og veru minnir Summar
festivalurin meira um eina
stevnu enn um ein festival
– bara við nógvum tónleiki.
Tey fægstu – tó nøkur – fara
á Summarfestival fyrst og
fremst fyri tónleikin, men
heldur fyri at møta fólki.
Júst sum á eini stevnu. Ein
orsøk man vera, at Summar
festivalurin roynir at raka
so breitt sum gjørligt í aldri,
at festivalurin fær dám av
at vera ein familjufestival
ur meira enn ein tónleika
festivalur.
Siktar ov nógv eftir
børnum og tilkomnum
Eitt sindur til børnini og
eitt sindur til tey tilkomnu
er gott. Men í ár var ov
nógv krút brúkt á hesar
bólkarnar og ov lítið til
teirra millum 20 og 35 ár.
At børnini fingu sítt var
sum so í lagi, tí tey hildu
til í KÍ høllini og tóku ikki
nógv
pláss
av
skránni.
Men av fimm útlendskum
høvuðsnøvnum vóru trý
til tilkomin, eitt til børnini
og eitt til 14 til 16 ára
gamlar gentur. Jú víst vóru
fleiri góð føroysk nøvn til
forsømda
aldursbólkin,
men føroysku bólkarnar
hoyrir man á leið fýra ferðir
um árið og eru tí ikki nakað,
man betalir eitt fýrasifrað
krónutal fyri at hoyra.
Uppskriftin hevur eisini
verið í so eintáttað í nøkur
ár: Fáa eitt rokknavn ella ein
danskara úr 70unum til tey
tilkomnu og eitt popnavn til
yngru genturnar.
Manglar kant
Hevði Summarfestivalurin
verið ein bilur, hevði hann
verið ein Toyota. Riggar
og koyrir væl, men hevur
ikki kantin, sum fær hann
at skilja seg úr mongdini.
Prísurin fyri at fevna øllum
kann vera, at tað kann vera
torført at gera festivalin ser
stakan. Eitt nú er allur tón
leikurin á festivalinum slíkt,
sum man hevur hoyrt áður.
Man fer ikki á Summarfesti
val við trúgv og vón um,
at man kann verða tikin
á bóli, tí man kennir allar
bólkarnar frammanundan.
Við tí er ikki sagt, at tón
leikurin er vánaligur, tí víst
er nógv gott – hann er bara
ikki spennandi. Í staðin
fyri at hyggja frameftir
og kanska dyrka nýggjar
bólkar, sum eru spennandi,
verður mesta av krútinum
brúkt afturlítandi upp á
bólkar, sum í dag longu eru
populerir.
Summarfestivalinum
Summarfestivalurin 2014
Tað minni góða