Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 ítróttur 17 fótbóltur Pætur Albinus 78 minuttir í trimum dystum. Tað var tað, sum Adrian Ciesle­wicz fekk ta stutta tíð­ arskeiðið, hann var í B36. Út­ lit vóru neyvan til meiri enn tað sama hjá greiða odda­ liðnum í Effodeildini, sum hevði ilt við at skifta byrj­ unaruppstilling vegna góðu gongdina, og ætlanin var eisini frá byrjan av, at hann skuldi aftur til Stóra­bret­ lands skjótast møguligt. Hetta gjørdist so veruleiki eft­ir dystin ímóti EB/Streymi sunnu­dagin í farnu viku, tá ið Adrian boðaði frá, at hann hevði leikt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni. 24 ára gamli vongleikarin hevur gjørt tvey ára sáttmála við The New Saints, sum er ver­ andi meistari í Wales og byrj­ ar nýggja kappingarárið um góð­ar tvær vikur. Hittust tilvildarliga Sambandið ímillum Adrian Cies­le­wicz og The New Saints íkom brádliga og til­vildarliga. B36 var í síðsta mánaða í Belfast í Norðurírlandi, har teir skuldu spæla ímóti Linfield í Europa League. Av tilvild var The New Saints á sama hotelli sum B36, og Adrian fall í prát við venj­aran hjá felagnum, Carl Dar­lington, og fáar vikur varð sáttmáli undirskrivaður mill­um partarnar. Adrian hevur bundið seg at felagnum næstu tvey árini. – Eg fekk eitt gott tilboð upp á ein tvey ára sáttmála. Tað er bara 20 minuttir frá heim­inum hjá mær, so eg helt, at hetta var rætta staðið at fara til. Eg hevði onnur til­ boð, men einki var so gott sum tað frá The New Saints, so at enda valdi eg besta til­ boð­ið, sigur Adrian, sum vegna fleiri ár í Wrexham hevði sín fasta bústað tætt við nýggja felagið. Gott felag Í samrøðu við heimasíðuna hjá The New Saints fram­ gong­ur tað greitt hjá Adrian, at tað hevur nógv at siga, at felagið liggur tætt við nú­ ver­andi bústað hansara, har unn­usta hansara eisini býr. Hann hevur eisini hugt seg um í felagnum, og hann er væl nøgdur við tað, hann hev­ur sæð. – Umstøðurnar eru sera góð­ar. Venjarin vísti mær runt í morgun, og eg gleði meg at koma í gongd, segði Adri­an í sjónbandasamrøðu við heimasíðuna hjá The New Saints. Hann sigur, at hann ætl­ar sær at skjóta eitt tvey­siffrað tal av málum í kom­andi kappingarári, eins og ein málsetningur hansara er, at felagið skal vinna meist­ara­ heit­ið. Góð tíð í B36 Hóast Adrian einans var stutta tíð í B36, so fegnast hann um hana og metir, at hon hevur verið góð. – Tíðin hevur verið ógvu­ liga góð, sjálvt um tað bara var í so stutta tíð. Øll hava tik­ið sera væl ímóti mær, so alt hevur verið í fínasta lagi, sig­ur hann og gevur rósandi orð til B36 sum felag. – Felagið veit hvat tað vil viðvíkjandi framtíðini, so tað er heilt klárt í góðum hond­ um við Sámal Erik sum venj­ ara og eini nevnd, sum ræð­ ur, sigur hann at enda. albinus@sosialurin.fo Adrian fann nýtt felag av tilvild Tað var av berari tilvild, at nú fyrrverandi B36-arin, Adrian Cieslewicz, fann sær sítt nýggja felag í Wales. Hann hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við meistaraliðið The New Saints og fegnast um stuttu tíðina í B36. Mynd: Álvur Haraldsen