mánadagur 11. august 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
18
fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
Tórður Thomsen
Nøkur ivasom inntriv og serliga
útspørk, men fleiri góðar bjargingar
og stórbjargaði brotssparki.
3
Høgni Eysturoy
Friðarligur dagur á kontórinum
hjá høgra bakkinum, sum luskaði seg
framvið og spældi trygt.
3
Hørður Askham
Hevði ikki úr at gera, men tók
sær væl av tí, sum var.
4
Odmar Færø
Vágið avrik, har hann fleiri ferðir
kom fram við og eisini setti rimmar
takklingar.
4
Alex Mellemgaard
Ótrúliga sjónligur og hevur bóltin
nógv í mun til at hann er vinstra
bakkur. Tekur møguleikar, finnur veg
frameftir.
3
Jákup á Borg
Miðal avrik hjá veteraninum, sum
stríddist væl og helt væl upp á bóltin.
3
Klæmint Matras
Stríðsavrikið kundi fingur
eiheldur setast á hesaferð. Ger tað
skitna arbeiðið og bleiv at enda
útskiftur.
3
Róaldur Jakobsen
Var telvarin mitt á miðvøllinum
og hevði nakrar góðar spælingar, men
gjørdi ikki nógvar skreytir annars.
5
Hanus Thorleifsson
Enn eitt framúr skilagott avrik.
Rann nógv, skapti nógv og gjørdist
sigursharri sum krúnan á verkinum.
3
Lukasz Cieslewicz
Eyðkendu driblingarnar vóru
ikki at síggja, men datt væl aftur á
miðvøllin og býtti spælið.
3
Adeshina Lawal
Er tann hjá B36, sum fer mest
ein ímóti einum. Riggar væl viðhvørt,
samanumtikið miðal.
spælarameting
Pætur Albinus - Gundadalur
Tað
vóru
einastandandi
fótbóltslíkindi í Gundadali
sunnudagin, har oddaliðið
B36 fekk vitjan av NSÍ. Sólin
skein av heiðum himni, og
tað lýggja veðrið hevði rikið
hópin av áskoðarum til dyst.
Fyri B36 snúði tað seg um
at koma upp aftur á hest
in og halda fast um tryggu
leiðsluna eftir at teir viku
skiftið frammundan høvdu
tapt fyrsta dystin í Effodeild
ini, tá ið teir runnu seg inn í
eitt 0-1-tap ímóti EB/Streymi
í Streymnesi.
NSÍ skuldi royna at vinna
sær týdningarmikil stig til
kappingina um tey evrope
isku plássini, har kappingin
er jøvn og stigini hava nógv
at siga fyri at hanga í.
B36 á odda
Tað var B36, sum kom betur
inn til dystin. Tað var greitt,
at teir høvdu ætlað sær tak
ið á dystinum alt fyri eitt,
tí teir vóru allir sum ein
frammi á tærnum og løgdu
nógv fyri at fáa bóltin – ikki
bara tað, men eisini at spæla
hann runt og fáa skapt
møguleikarnar. NSÍ, tilætlað
ella ei, endaði nakað langt
afturi á vøllinum og leið
undir at bólthaldarin ongan
tíð fekk frið.
Tað, at B36 legði so
bragdliga fyri, kom at kasta
úrslit av sær. Tað var longu
í áttandi minutti, at ein
bóltur, sum einans varð
hálvruddaður úr NSÍ-felt
inum, datt fyri føturnir á
Hanusi Thorleifsson, sum
smekkaði til við vinstra
beinið. Skotið í sjálvum sær
var ikki serliga sannførandi,
men umvegis eitt NSÍ-bein
snýtti tað Andras Gango og
bólturin smeyg sær í mál til
1-0 til B36.
Misnýtt brotsspark
Tað hóvaði illa NSÍ at koma
afturúr, tí teir høvdu ikki
sýnt nakað, sum minti um,
at teir kundu spælt seg inn
aftur í dystin. Í øllum før
um skuldi nógv broytast,
men tað gjørdi tað ikki í nóg
stóran mun, tí B36 vildi sjáld
an spæla sær av við bóltin og
varðveitti hann í stórum løt
um ímillum egnar leikarar.
Tá ið fyrri hálvleikur var
hálvrunnin fekk NSÍ tó ein
gyltan møguleika at javna,
tá ið teir fingu tillutað brots
spark eftir ein nærdyst í B36-
feltinum. Ónøgdin var sera
stór ímillum heimaspælarar-
og leikarar, sum stóðu spyrj
andi og illa vildu trúgva, at so
lítið skuldi til áðrenn brots
spark varð dømt.
Heppið
fyri
B36
var
Tórður Thomsen væl upp
lagdur og stórbjargaði tí
annars góða skotinum hjá
NSÍ-liðformanninum
og
toppskjúttanum, Klæminti
A. Olsen.
Størsta
málmøguleikan
tað, sum eftir var av hálvleik
inum, fekk Hørður Askham
úr stuttari fjarstøðu, men
Andras Gango stórbjargaði.
NSÍ var betur við í løtum
so hvørt sum tað leið ímóti
hálvleikinum, men hóast
bogin, teir vildu spenna sær
til mótálop sá hóttandi út, so
endaði tað ov ofta við úrslita
leysum innleggum.
Samanumtikið var tað
uppiborið, at B36 slapp til
hálvleiks á odda 1-0.
Háspent korter
Seinni
hálvleikur
byrjaði
ógvuliga
undirhaldandi.
Fyrst fekk Jákup á Borg ein
fríleypara úr nakað spískum,
sum Andras Gango bjargaði,
og tveir minuttir seinni fekk
B36 heldur fast um sjey stig leiðsluna í Effodeildini. Tað gera teir eftir 1-0-sigur
ímóti NSÍ í Gundadali, har teir uppiborið løgdu seg á odda, men sanniliga
máttu stríðast fyri at halda fast um leiðsluna og at enda vinna dystin
Oddaliðið
stríddi seg
til trý stig
1 til 6
(1-0) 1-0
1-0: Hanus Thorleifsson, 8.
Dómari: Rúni Gaardbo
Flaggið brotnaði Tað var ein heldur margháttilig
støða um miðjan fyrra hálvleik, tá ið flaggi hjá øðrum av
hjálpardómarunum brotnaði eftir at bólturin stakk í flaggið eftir
ein nærdyst. Eftir einari løtu fekk hann eitt nýtt, men tað gerst
helst dýrt, um eitt nýtt má keypast. Sokallaðu bip-fløggini,
sum senda ristingar til dómaran, eru nevniliga ikki bílig.
Oddaliðið