mánadagur 11. august 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Mikudagin høvdu vit prát
við Jóhan Páll Joensen,
stjóra á nýggja uppsjóvar
virkinum í Fuglafirði, P/F
Pelagos.
Stjórin visti at siga, at
byggingin av virkinum nú er
komin so langt, at maskinur
nar fóru at verða royndar
koyrdar um vikuskiftið.
Royndarkoyring
var
leygardagin, og sambært
stjóranum gekk alt væl.
Ymiskar justeringar skulu
gerast, og stjórin væntar, at
fyrsta makrellastin verður
keypt hesa vikuna.
Ætlanin
er,
at
P/F
Pelagos
skal
keypa
og
heilfrysta eini 45.000 tons
av uppsjóvarfiski um árið,
og samdøgurkapasiteturin
á virkinum er 650 tons.
Eini 70-80 fólk fáa arbeiði
á virkinum, og stjórin sigur,
at áhugin fyri at fáa arbeiði
er stórur, tí ikki færri enn
130 fólk hava søkt um starv
á virkinum.
Jóhan Páll Joensen vænt
ar, at P/F Pelagos fer at seta
fleiri fólk í starv í vikuni, og
sum stjóri sigur hann seg
vera ógvuliga spentan upp
á hesa nýggju avbjóðing í
Fuglafirði.
- Eg haldi, at hetta er ein
ógvuliga spennandi verk
ætlan, og eg trúgvi upp á,
at hetta fer at bera til. Um
eg ikki trúði upp á verk
ætlanina,
hevði
eg
ikki
søkt starvið sum stjóri á
virkinum, sigur Jóhan Páll
Joensen, sum hevur Fríðin
Ziskason undir sínari lið
sum virkisleiðara.
Risar eru aftanfyri
Tað eru tríggir av risunum
í føroyskum vinnulívi, sum
hava reist hesa veldugu
verkætlan á føtur, Havsbrún
í Fuglafirði, Framherji í
Fuglafirði og so teir, sum
standa aftan fyri Norðborg
og Christian í Grótinum í
Klaksvík. Hesi feløg hava
sett tilsamans 50 miljónir
krónur í verkætlanina. Har
aftrat eiga onnur feløg og
lokalir íleggjarar tilsamans
10 prosent av partapeningi
num í P/F Pelagos.
Hóast framleiðslan nú
fer í gongd í Fuglafirði, er
tað í fyrsta lagi framleiðslu
parturin á virkinum, sum er
liðugur.
- Enn fer tað at taka nak
að av tíð at gera skrivstovur
og ymisk onnur høli liðug
innan, sigur Jóhan Páll
Joensen.
- Eg haldi, at hetta er ein ógvuliga spennandi verkætlan, og eg trúgvi upp á,
at hetta fer at bera til, sigur stjórin á P/F Pelagos, Jóhan Páll Joensen
So er klárt at keypa fisk
Aftur á gamlar gøtur
Vilmund Jacobsen
Á facebook-síðuni - Nólsoy
í myndum - eru myndir av
nólsoyinginum/ ameriku
manninum, sum fyrstu ferð
eftir 40 ár er aftur í Nólsoy.
Mamma hansara, van
liga rópt Diddan, var ættað
úr
Nólsoy.
Hon
giftist
fyri nógvum árum síðan í
Amerika.
Nú Allen Boggs er aftur
í Nólsoy, gongur hann túrar
í bygdini og vitjar gamlar
gøtur.
Hann kennir seg væl
aftur, men heldur eisini, at
nógv er broytt øll hesi ár.
40 ár er ikki 40 dagar.
Tað er long tíð, tó at Nólsoy
ikki er vorðin nakar stórbý
ur hesi ár.
Bygdin er ment við
skúla, barnagarði og nógv
betri havnalag, men vinnu
liga hevur eingin fram
burður verið, og fólkatalið
er minkað.
Nólsoyingar
hittast til prát í
góðveðrinum, f.v.:
Kaptain Joensen,
Hans Sofus Joensen
(Ba), sum er beiggi
Ova Joensen og Sørin
Jacobsen, ið er giftur
systir Ova, Kirstin
Ætlandi keypir nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði fyrstu lastina í hesi vikuni.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Váða
steinur
á øðrum
túri
Vilmund Jacobsen
Línu-
og
garnaskipið
Váðasteinur, sum Jóhan í
Hoyvík læt byggja á Tórs
havnar Skipasmiðju í 1977,
varð fyrr í summar keypt
inn á Toftir av nýstovnaða
felagnum, P/F 19. mai 2014.
Tað eru lokalir íleggj
arar, sum eiga skipið, sum
síðan yvirtøkuna hevur
gjørt ein línutúr undir
Føroyum. Teir vóru úti í
einar 10 dagar, og veiðan
var umleið 80.000 pund.
Manningin
á
Váða
steini er hin sama, sum
hon var fyri yvirtøkuna,
og skipari er Jón við Stein.
Skipið er nú á øðrum túri
undir Føroyum.
Allen (í miðjuni). Vinstrumegin er tað Leo Poulsen,
ið er systkinabarn hansara. Høgrumegin er Michael
Thomsen, sum býr saman við Vilmu Poulsen, ið eisini er
systkinabarn amerikumannin við ættarbondum í Nólsoy.
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen