Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Eiðis bygd hevur altíð ligið væl fyri til útróður, og her finnast mangar frásagnir um góðar og fongríkar út­róðr­ar­ dagar, men tíverri verð­ur eisi­n­i mangan sagt frá ring­ um og strevmiklum and­róð­ ur­s­døg­um. - Ivaleyst mundi Flógvin ikki altíð vera so tespiligur at koma innaftur á, tá hann knapp­liga brann á við høg­ ætt­ar­stormi. Jógvan í Skorini, borgar­ stjóri í Eiðis kommunu, held­ ur, at fólk í kommununi hev­ur nógv at takka havinum fyri. - Havið er og hevur altíð ver­ið matkovi føroyinga, og hjá okkum er einki undan­ tak. Umráðandi er tískil, at fiski­vinnan verður varðveitt sum grundarlagið undir lokal­sam­felagnum, og av­ger­ andi er at geva vinnuni og fiski­mon­num nøktandi um­ støð­ur og bein at standa á. Vón birtist aftur Jógvan í Skorini vísir á, at tað var eitt skot fyri bógvin, tá fiskivirkið Norðís fyri tíð síð­an snaraði um lykilin, og ar­beiðið varð lagt niður. - Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okk­ urt, sum tikið verður til. Fyri stuttum kom lív aftur í virkið og harvið meira lív í havnalagið aftur. Gleði­tíð­ indi frættust, at Valhalla á Toftum hevur keypt Norð­ ís og ætlar at flyta alt virk­ semið av Toftum og til Eiðis. Borgarstjórin sigur, at Eið­ is kommuna fegnast um, at nýggir eigarar nú eru við til at skapa fiskaarbeiði aftur á havna­lagnum. - Við hesum fær fiski­vinn­ an enn eitt bein at standa á í kommununi. Meiri lív er kom­i­ð aftur í havnarlagið, og hetta fegnast vit um. Nú regattasigling verður í Sundalagnum fríggjadagin, og byrjað verður á Eiði klokk­ an 17, ynskir Jógvan í Skorini at bjóða øllum vælkomnum á regatta og vælkomnum til Eið­is kommunu. Vilmund Jacobsen Sum skilst, hendir hetta fyri­brigdi við­hvørt, og hetta er so­leið­is ikki fyrstu ferð, at neyðugt hevur verið at brúka grav­maskinu fyri at "hjál­pa" ánni út á sjógv. Sandur man eiga ein tann størsta sandin í Før­ oy­um og Mølheyggjar, sum eru friðaðir, eru eitt serstakt og náttúruvakurt um­hvørvi. Nú vit eru komin væl út í august, er hetta tíðin, tá laks­ur plagar at leita sær nið­an í áirnar. Men, tá ósin ikki er opin, slepst hvør­ki nið­an ella oman úr vatn­i­ num. Nú hevur kommunan so við eini gravmaskinu syrgt fyri, at ósin á Sandi er opin aft­ur. Í longri tíð hevur ósin á Sandi ligið heilur, soleiðis at vatn ikki er sloppið at renna oman úr Sandsvatni og út á sjógv Fegn­ast á Eiði Gróvu fyri ósanum Nú Ovastevna verður næsta vikuskiftið, er hóskandi á minna okkum á bragdið, sum Ove Joensen framdi - at rógva úr Nólsoy til Danmarkar Lítil botn­ fiska­ veiða í løtuni Vilmund Jacobsen Bara eitt línuskip er til fiski­skap undir Føroyum í løtu­ni. Tað landar í vikuni og hevur mest av longu og bros­mu. - Ein skip er ávegis til Eyst­ur­grønlands at fiska, men landar ikki í vikuni. Rest­in av línuflotanum ligg­ur við bryggju, men vænt­andi fer onkur út síðst í hesi vikuni, tá streym­ur­in er batnaður. Sosialurin kann legg­ja aftrat, at línu­skip­ið, sum er á veg til Eyst­ur­grøn­ lands, er Sandshavið, sum fór av Sandi í síðstu viku. Streymurin verður sera harður fyrst í vikuni, men batnar sum dagarnir ganga. - Tí verður ikki rokn­ að við nøkrum ser­lig­um útróðri teir fyrstu dag­ar­ nar, men kanska verður okk­urt, tá vikan fer at líða, sig­ur Fiskamarknaður Før­oya. Bara tvey par­trolara­ pør fiska botnfisk í løtuni. Hin­ir allir fiska makrel ella liggja við bryggju. Eisini djúp­vatns­trol­ar­ ar eru á makrelveiði. Teir, sum ikki fiska makrel í løtu­ni, liggja við bryggju. - Bara ein trolbátur er til fiskiskap, og væntandi loy­sa aðrir í næstum. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at trol­bát­ urin, sum er til fiski­skap, royn­ir vest­an­fyri, og meg­in­part­urin av veið­ini er upsi. - Hesin trolbáturin kem­ur væntandi inn at landa síðst í vikuni, sigur mark­nað­urin. num, og sum hava verið hepp­in at fáa onkr­ an risa laks á húkin. - Tað var eitt skot fyri bógvin, tá fiskivirkið Norðís fyri tíð síðan snaraði um lykilin, og arbeiðið varð lagt niður. Gleðitíðindini í dag eru, at Valhalla á Toftum nú hevði keypt virkið og ætlar at flyta alt virksemið av Toftum og til Eiðis, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu Tað frøir fólk í Eiðis kommunu, at Valhalla á Toftum hevur keypt Norðís og ætlar at flyta alt virksemið av Toftum og til Eiðis