Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Orðarættindi Virgar T. Dalsgaard Síðani annað verðinskríggj endaði, hava vit gjøgnum ST og aðrar politiskar stovnar lært at respektera og virða MANNARÆTTINDI, og man hevur hjálpt teimum for­fylgdu og jagstraðu, bæði etniskt, nationalt og seksuelt diskrimineraðum. Flestu lond hava fingið eina racismuparagraf og í civili­ seraðum londum hevur man givið teimum forfylgdu asyl og uppihaldsloyvi. Og væl er, at so er. MEN NÚ má túrurin vera komin til Orðarættindi. Tað hevur jú verið førd ein eirindaleys jagstran av sakleysum og forfjónaðum orðum nú í meira enn eina hálva øld her hjá okkum. Kyn­ iskir puristar hava sloppið at forfylgt sakleys orð, og bert fá hava havt dirvi til at tala at teimum. Nógv orð eru hjartkipt flýggjaði út undir væðingina í samfelagnum ella inn hjá góðum fordómsfríum fólki, sum hava torað at givið teimum moralskan stuðul og psykologiska fyrstu hjálp. Tíverri er ST enn ikki orienterað um hesi ósømiligu og skammiligu viðurskifti, so vit hava enn ikki fingið nakra purismu paragraff! - Nógv av orðunum eru alvorliga løst­aði av herviligum og mis­kunnarleysum málstríði, nógv eru fjøtraði, útihýst ella beinleiðis fongslaði í traumatiskum einsemi, uttan nakra lógarheimild. Onnur eru illa happað og næstan neyð­tikin av brutalum og óstorts­ligum puristum. Miðað eigur tí at vera ímóti, at vit heilt analogt við mannarættindini fara at geva forfylgdum orðum grið, frið, amnesti og innivist. Listin við happaðum, vrakaðum og forfjónaðum orðum er so mikið langur, at eg fari ikki at ramsa hann upp her, men vit kunnu úr rúgvuni taka nøkur heilt fá brutal dømi um heilt meinaleys orð, sum eru so terroriserað, at bert fáur hampamaður opinlýst torir at umgangast tey socialt. T.d. orð sum "blíva", ´"brúka", "begynna", "hvis", "for­standa," "beundra", "for­ svara" etc., etc., etc. Ófyrigeviligt orðamorð Í fyrsta umfari mugu vit geva teimum diskrimineraðu orðunum asyl, umsorgan og uppihaldsloyvi og sleppa teimum út aftur í orðameingi hjá meinigum fólki og síð­ ani líðandi rehabilitering í gerandisdegnum hjá sak­ ligum skilafólkum á gøtuni - seinni kunnu tey kanska við strongum málfúta­ eftir­liti sleppa inn í onkra liberala orðabók og saman við bendingasterkum body­ guards kunnu tey kanska blíva brúkt við onkran fyri­ lestur og sleppa til okkurt fundarhald ella inn í onkra skúlabók sum eina roynd, ja, hvør veit, kanska sjálvt út­ varpið hevði torað at sloppið teimum framat undir sterk­ um eftirliti sjálvandi. Orðarættinda-vinir og am­ nesty-bólkar kunnu hjálpa teimum við at lofta sær í fyrstuni og geva teimum optimala umsorgan, tí tey eru traumatiskt sera illa fyri av tí linguistiska paranoia- syndrominum, nú tey hava verið útihýst, pínd, svøltað og særd í tveir heilar mansaldrar. Skipað eigur at vera fyri ein­ um glosu-traumucentri í hvørjari sýslu, har kønir, men humanir og empatiskir stavarar, bendarar og adrar grammatiskar kempur ansa eftir teimum. Tað er um­ ráðandi, at øll jagstradi orð verða registrerað og fáa innivist. Tað er ongantíð for tíðliga at fara í holt við ein slíkan lista. Eingin má liggja úti á bera-jólum. Empatiskir bólkar mugu stovnast, sum hjálpa og dugna teimum til aftur at fáa normaliseraði orðabóka- rættindi. Tað er stór synd í orðum, sum ongan góðan hava. – Vit kunnu ikki longri passivt hyggja at hesum hjartaleysa orðamorði. Vit, sum nevna okkum eina ment­aða tjóð, mugu tala at, tá ið málsligir grobianar ætla at beina fyri stórum sakleysum og mentaðum orðaflokkum, sum hava noyðst at flýggja, kroka og krógva seg í fleiri mansaldrar. ST skal hava fulla vitan um hesi mann­ minkandi vidurskifti og henda internationala skamm­blettin á okkum sum fólk.. Einki mentad ella demokrat­iskt land vil hava vid okkum at gera, hvis tad verdur alment kent, hvussu vit týggja okkum móti verju­ leysum minnilutum. Sjóseyðamenn Zakarias Wang Í summar hava vit havt løgna vitjan í Føroyum. Fólk í svørtum eyðkennisbúnum hava válað um landið, og tey siga seg vera seyðamenn, men løgnir eru teir seyðir, teir skulu hugla, tí tað eru sjóseyðir. Seyðamenn okkara ansa eftir seyðinum fyri at vit skulu fáa gagn av teimum. Hetta er okkum beinleiðis álagt í halgubók, har sagt verður: Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdýrunum, sum rørast á jørðini. Okkara seyðamenn fara væl við seyðinum fyri at vit á heystardegi kunnu fáa mat í munnin. Øðrvísi er við hesum svartklæddu sjóseyða­monn­ unum. Teir eru komnir higar at forða okkum í at lýða guðs lóg og fáa gagn burtur úr villini dýrunum, soleiðis sum vit og forfedrar okkara hava gjørt í øldir. Mangan hevur riðið um snarið at vit hava yvirlivað á hesum oyggjum úti í stór­ havinum. Her var ikki nógv at bíta og brenna, men tá ringast stóð til, hendi tað ferð eftir ferð, at vit vóru bjargaði av tí, at várharra sendi okkum grind. Hon gav okkum mat í munnin og lýsi til kolurnar, og fyri mong av okkum var hesin matur beinleiðis lekidómur. Framvegis er grind av stórum týdningi fyri væl­ferð­ ina í landi okkara. Tey sum ráð hava, kunnu sjálvandi vera hana fyri uttan, men mong eru tey, sum ikki hava nakað oyra til avlops, og hjá teimum koma grindaboð altíð væl við. Mett verður, at ein fjórðingur av øllum kjøti, sum etið verður í Føroyum, er grind. Men nú eru nakrir terror­ istar komnir higar at forða okkum í at fáa hendan mat. Greitt er, at tað ikki er av ongum, at teir koma. Tað sigst, at teir eru fíggjaðir av multinationalum felags­ skap­um. Hesar fyritøkur hava beinleiðis áhuga í at reka okkum úr landinum, so at tað ber til hjá teimum at leggja ríkidømi okkara undir seg, bæði fiskin og møgulig ráevni. Talan er tí um yvirgang ímóti okkum, og spurningurin er, hvussu vit á bestan hátt kunnu berjast ímóti hesum sjóseyðamonnum. Sjálvandi er hugurin hjá mongum at leggja á teir stórur, men er tað klókt? Vit kunnu vinna á teimum, men so er vandi fyri, at teir gerast pínslaváttar, og tað er helst best fyri okkum ikki at gera teimum hesa tænastu. Men tá ið vit ikki vilja finna okkum í teirra yvir­ gangi, er greitt at myndug­ leikar okkara hava tann setn­ing at verja okkara áhuga­mál. Um so er, at myndug­leik­ arnir vilja vera okkara vilja lýdnir, so er nógv sum kann gerast fyri at berja niður slíkt yvirgangsvirksemi. Eitt sum teir siga seg fara at gera, er at bróta landsins lógir fyri at gera okkum skaða. So leingi bert talan er um orðabrask, kann sigast, at tað er ikki hvørt orð man skal tala til, eins litið og tað ikki er hvør veitsla man skal fara til. Men øðrvísi er málið, um so er, at talan er um beinleiðis ólógligheitir. Hetta fær álvarsamar av­leiðingar fyri tann sum fremur brotsverkið. Vit hava verið tolin, men nú er ovboðið! Í grindini í Haraldssundi hendi tað, at hesir yvir­gangs­ menn ikki aktaðu grinda­ formannin og róku hvalirnar til havs. Tað sum nú ber til hjá okkum er at koyra teir fyri rættin, og har kunnu vit krevja, at teir verða dømdir sekir í brotsgerðini. Próv­ førslan er einføld, tí teir hava sjávir breggjað av at teir hava brotið landsins lógir. Spurningurin er so hvør revsingin skal vera. Vit kunnu døma teir til at sita í geglinum. Hetta er valla skilagott, tí teir fáa løn frá sínum felagsskapi, og hava tað nógv betri í Mjørkadali enn við at reika um hetta land, sum teir halda vera so kalt. Ein annar møguleiki er at teir skulu endurgjalda okk­um tann skaða, teir hava gjørt okkum. Spurningurin er bert, hvussu stórur hesin skaði er. Tað teir hava í hyggju, er at forða okkum í at fáa mat, sum er fjórðingurin av okkara árligu kjøtnýtslu. Hvussu stórt talið er kunnu okkara almennu myndugleikar greiða ákæruvaldinum og sorinskrivaranum frá, men ikki er yvir at dylja, at talan er um milliónir. Um so er, at vit hava annan grindaskaða av teirra virksemi, so kann talið vaksa heilt nógv. Men hvussu kunnu vit fáa teir at gjalda? Lítið nyttar at leggja eftir einstøku limunum í fe­lagsskapinum. Tað er felagsskapurin sum slíkur, sum er syndarin. Hvat við at taka tær ognir sum felagsskapurin hevur í Føroyum? Her hava teir bilar og bátar. Gjalda teir ikki tað, sum rætturin áleggur teimum, kunnu hesir bilar og bátar takast frá teimum og seljast á uppboði fyri at fáa ein part av tí, sum teir skulu gjalda okkum fyri tann skaða, teir gera okkum. Koma teir aftur eitt annað ár, so kunnu vit taka bilarnar og bátarnar so hvørt teir koma til landið. Annars kunnu vit gera tað sama, sum myndugleinanir í USA gera við fremmandafólk, sum ætla sær at koma inn í landið. Tey verða spurd hvat tey ætla sær at gera, og er sannlíkt, at tey ætla sær undir ólógligt virksemi, so sleppa tey yvirhøvur ikki inn. Hvat við at taka tær ognir sum felagsskapurin hevur í Føroyum? Her hava teir bilar og bátar. Gjalda teir ikki tað, sum rætturin áleggur teimum, kunnu hesir bilar og bátar takast frá teimum og seljast á uppboði fyri at fáa ein part av tí, sum teir skulu gjalda okkum fyri tann skaða, teir gera okkum, skrivar Zakarias Wang