Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Gev tónleikavinnuni luft undir veingirnar Gunvør Balle tingkvinna fyri Tjóðveldi Áttu vit ikki at stovna eina tónleika-útflutningsstovu, ið hevur til endamáls at menna føroyska tónleika­ vinnu? Hon skal fyrst og fremst lata stuðul til at flyta tónleikarar og útgerð til og úr landinum, men kann víðkast til eisini at geva tónleikavinnuni ráð og tænastur. Kanst tú ímynda tær eitt summ­ar uttan tónleik? Utt­an stóru pallarnar á G! og SF? Komið er á hægsta summa­rið nú Twisted Sist­ er og onnur góð nøvn hav­ að rokkað á Vágsbøi og við Summarfestivalinum eru vit um at leggja enn eitt festival-ár afturum. Tón­ leikafestivalarnir hava fest røtur og skapað eina nýggja mentanarrørslu í tí føroyska summarinum. Teir gera Føroyar stuttligar og dragandi at vitja og búgva í, bæði fyri fastbúgvandi, úti­ setarnar og fyri útlendingar. Heilt nógv ferðafólk koma til Føroya bara fyri at upp­ liva serliga G-Festivalin, eitt livandi dømi um at ferða- og tónleikavinna skapa stór virðir saman. Tón­leika­ nøvnini fáa nú nærum eins stóra rúmd í fjølmiðlunum sum makrelurin, og tað sigur ikki so lítið :) Saman við fjølbroytta føroyska tónleikalívinum sum heild, skal týdningurin, sum festivalarnir hava sum lopfjøl til eina tónleika út­ flutningsvinnu, ikki undir­ metast. Gransking vísir, at tær skapandi greinirnar verða størstu vinnuøkir í framtíðini, og fara at kasta stór virði av sær til sam­ felagið. Hetta verður sjálvsagt eisini galdandi í Føroyum, um vit vilja vera partur av framtíðini og fáa kreativ og vælútbúgvin fólk at støðast her. Gaming, telduspøl, film­ ur og tónleikur eru dømi um vinnur í stórum vøkstri, sum fara um landamørk og kasta heilt nógv aftur til tey lond, ið hava satsað. Hesar listagreinir eru sera kommersiellar og skapa ein endaleysan tørv, ið støðugt skal nøktast í framtíðini. Tí hevur tað týdning at vit í okkara vinnupolitikki eru framsøkin og støðugt seta neyðugt tilfeingi av til at stuðla undir tær kreativu vinnurnar. Tón­leika­festi­ val­arnir skapa eitt gott grundarlag, men neyðugt er við almennum stuðli og hjálp til at tónleikarar sleppa út í heim at royna flogið. Hjá tónleikaranum er tað heilt avgerandi at fara í onnur lond at spæla og kappast fyri áhaldandi at mennast og fyri at hava møguleika at liva av sínum tónleiki. Nógvir tónleikarar, ið liva av at skapa tónleik, setast aftur at flyta heim, tí tað er nærum fíggjarliga ógjørligt at búgva í Føroyum, tá neyðugt er at ferðast til meginlandið fleiri ferðir um árið at spæla. Eg skilti sera væl vón­ brotini frá tónleika­vinn­uni, tá tað fyrr í summar frætt­ ist, at Atlantsflog í nógv minni mun ætlar at stuðla ymsum tiltøkum, sum td. tón­leikafestivalum. Hetta fer uttan iva at fáa álvarsama ávirkan á tónleikavinnuna í Føroyum og tí eiga myndug­ leikarnir at taka eina støðu til hvat so skal gerast. Fyrr í ár varð eitt uppskot frá mær um at stovna films­ grunn samtykt, við tí broyt­ ing, at Vinnumálaráðið skal gera eina “heildarætlan um ein yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film.” Í hesi heildarætlan fyri kreativar vinnur, sum Vinnu­málaráðið vónandi skjótt kemur við, eigur ráðið at seta okkurt slag av tón­ leika-útflutningsstovu í verk. Tað kundi byrja við eini skip­an, ið líkist tí íslendsku Loftb­rúnni. Har luttaka stjórnin, Icelandair og aðrir partar í stuðulsskipan, sum tónleikarar kunnu søkja um stuðul til ferðaseðlar og frakt úr, so tað er lættari at sleppa út í heim at spæla. Nú Atlantsflog er 100% almenn ogn, eigur Vinnumálaráðið sjálvsagt at fáa tað at bera til, at fáa flogfelagið saman við Landsstýrinum og øðrum (td kommunum og privatum fyritøkum) við í eina slíkari skipan. 9. august 2014 Eiga at taka avmarkingarnar um avreiðingar uttanlands burtur Brandur Sandoy tingmaður fyri Fólkaflokkin Í 2013 vórðu nøkur snelluskip av VØRN revsaði fyri brot á kunngerð nr 95, frá 27 juni 2005. Hetta vóru skip, ið royndu undir Íslandi, og sum landaðu í Vestmannaoyggjunum vegna illveður á leiðunum mill­um Føroyar og Ísland. Tey sluppu ikki heim vegna illveður millum lond, og so als ikki við túrum uppá 15-20 tons, sum ofta var tilfeldið, vegna vánaligt fiskarí í 2013 undir Íslandi. Avleiðingin varð, at Vørn boðaði hesum skipum frá, at tey mistu ein part av kvotu teirra undir Íslandi fyri tað árið. Hetta hevði við sær minni inntøku fyri manningina við hes­um skipum, umframt lægri skattainntøkur fyri Før­oya­land og er stein­ur om­ an á byrðu hjá snellu­skip­ unum, sum ikki hava stórt inntøkugrundarlag framm­ an­undan. Í ár hava línuskipini, ið hava kvotu undir Íslandi, fyri ein stóran part roynt vestur móti grønlendska markinum og heilt upp móti Vestfirðum, sum er norður-vestur hornið á Íslandi. Haðani tekur tað 3-4 dagar at sigla til Føroya, alt eftir veðri. Prísirnir í Íslandi eru kappingarførir og betri treytir fáast í Ís­ landi viðvíkjandi land­ingar­ útreiðslum, har­afturat varð sera gott fiskarí har vesturi, og hevur hetta tí ført við sær, at fleiri línuskip hava landað part av veiðuni í Íslandi. Enntá loysir tað seg hjá summum skipum at landa í Íslandi, vitandi at tey missa av kvotuni. Tað sum tey missa av kvot­ uni verður bara burtur úr skip­ anini. Tey sleppa ikki at fiska tað, og ongin annar heldur. Hetta vil siga, at vit í Før­oyum gera restriktiónir so­leiðis, at skipini skulu landa veiðuna í Føroyum, hetta eydnast ikki. Og orsaka av somu restriktiónum liggur ófisk­að kvota á hvørjum ári eftir í Íslandi, sum er okkara háttur at straffa okkara egnu lands­menn, peningur, ið kundi komið inn í føroyska búskapin, men sum vit velja at lata liggja eftir í Íslandi sum óveidd veiða. Føroyska samfelagið hev­ ur seinasta árið givið fiska­ keyparunum og fiska­virkj­ unum betri treytir at bjóða upp á fiskin frá føroyskum skipum, við at samtykt lógina um virkispant, sum sambært fiskakeyparum skuldi hava jaliga ávirkan á keypiorku teirra tá um botnfisk ræð­ur. Higartil hevur hetta tó ikki endurspegla seg í fiska­prís­ unum her á landi og nógv bendir á, at veruligi trupul­ leikin er, at ov fáir aktørar eru á marknaðinum í Føroyum. Politiskt ynskja vit sjálv­ andi at fáa so nógvan fisk um føroyskan kaikant, og gjøg­ num føroyskar hendur, sum gjørligt. Spurnartekin kann tó setast við, hví neyðugt skal verða at seta avmarkingar fyri avreiðingum uttanlands. Skal veiðuliðið hjá okkum bløða fyri at halda lív í nøkrum fiskakeyparum sum ikki megna at bjóða kapp­ ingar­førar prísir og treytir? Eru vit ikki við hesum avmarkingum við at kippa gullhønina, ið verpur okkum gulleggini sum vit liva av? Skulu vit ikki heldur lata marknaðartreytirnar ráða, og so lata fiskakeypararnar laga seg til hesar fyritreytir? Felagið Línuskip hev­ur ofta gjørt vart við trupul­ leikarnar, ið standast av omanfyrinevndu kunngerð. Millum annað hevur felagið skotið upp, at markið fyri avreiðingum uttanlands verð­ur hækkað, og at uttan­ landsveiðan verður roknað upp á eitt heilt kalendaraár, tí so fáa skipini betri stýrt landingunum. Kunngerðir verða gjørd­ ar av fyrisitingini í Fiski­ mála­ráðnum, og er tað tí landsstýrismaðurin, sum hev­ur endaligu ábyrgdina av kunngerðini. Mangan hevur verið funn­ist at og undrast á, at raksturin hjá føroysku línu­ skipunum ikki hongur saman og at tey koyra við undir­ skoti á hvørjum ári. Tá slíkar atfinningar eru frammi, er tað sum oftast fiski­daga­ skipanin ið fær skoluna fyri at raksturin ikki ber seg. Men tá vit sum land lata fremmand linuskip koma undir Føroyar at veiða tað sum okkara egnu línuskip skulu veiða, tá vit ár undan ári máa undan dagatalinum hjá hesum skipum, tá vit ikki vilja kompensera tey ið missa fiskirættindi við øðr­ um rættindum, og tá vit sjálvi harafturat leggja restriktiónir á hvar landast kann, so sigur tað seg sjálvt, at tað eru vit sjálvi ið taka lívið av hesum skipabólki. Hevði tað staðið hesum skipum frítt at valt hvar veiðan skuldi verið landað, so kundu tey fingið munandi betur økonomi í raksturin. Tað sum manglar í hjá hesum skipum í dag er, at tey fáa 1-2 krónur uppá prísin, so hongur raksturin saman, og tað høvdu tey fingið, um vit vildu avtikið ella linkað kravið um landingar uttanlands. Í dag eru umleið 12 línuskip í vinnu, 14 mans eru við hvørjum, íalt 168 mans. Hetta er fleiri enn teir, ið sigla við uppisjóvarskipum okkara. Flestu av teimum eru familjumenn, meðan ein partur eisini eru ungdómar, sum skulu verða teir sum bera samfelag okkara víðari. Tað finst ikki ein betri skúli fyri hesar ungdómar, og tí eru línuskipini nakað ið vit sum samfelag eiga at halda fast um og skapa fyritreytir fyri, at tey framhaldandi kunnu verða í vinnu. Vit eiga tí eftir mínum tykki at taka avmarkingarnar um landingar uttanlands av, og lata marknaðarkreftirnar aftur fáa ræði. Tá koma vit at síggja eina vinnu sum ber seg. Kanst tú ímynda tær eitt summ­ar uttan tónleik? spyr Gunnvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Myndin er frá hóskvøldinum á Summarfestivalinum, tá Twisted Sister var á pallinum