Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak At tráa eftir at vera tolerantur er ikki tað sama sum at vera tað Agga Niclasen meining@meyl.fo Tað eru fá hugtøk, vit sløða um okkum við so ofta sum tolsemi. Ikki minst í samband við sonevnt kynsólag og “sam­kynt hjúnalag”. Og, ikki minst, millum teirra, ið hava úr at gera við at prísa seg sjálvan fyri sítt egna tolsemi og fordómaloysi. Men um vit nú taka kyns­ ólag og fylgjandi “tvørkynju” burturúr, vitna vit eitt milits- tolsemi, luksussosialistar hava tikið patent uppá. Eitt alarm­erandi følni og av­dúk­ andi erkvisni so djúpt, at tað manifesterar seg í manglandi kjaki. Og hetta, eitt stalinist­iskt shut-down av ein­hvørj­um kritikki av, serstak­liga!, frið­ halg­aðum minnilutabólkum, er løgið: tí júst sum tú fært at vita, at vit mugu avvikla alt moralitetsfjernandi “tabu” – sum um tað er eitt enda­ mál í sjálvum sær – at vit skulu kunna tosa um alt, at eisini øðrvísihugsandi og ófitt fólk skulu sleppa til, sen­surerar kulturelt eins­ rætt­andi vinstrivongurin øll hasi, hvørs meining ikki sam­pakkar við hansara. Tol­ semi er altso, í besta føri, ein umstrídd stødd. “I have seen great intole­ rance shown in support of tolerance”, segði S. T. Cole­ ridge. Eg hugsi, at hann her rakti seymin á høvdið. Orð sum “óhóskandi”, “víðgongt” og “við ábyrgd”, fyri ikki at tala um “ótolerant”, er popu­ lert argementatións-amboð at smalka kjakið. Ikki bert Kringvarpið, men føroyingar flest, vilja væl eina dundurfría og ikono­klastiska pressu. Frælsi at spekulera, kanna, avhoyra og rapportera frítt. Og tora tað. Men tað, vit hava nú, er ikki ein frí pressa. Tað er ikki ein frí pressa, tá henda kennir seg bundna av tí morali­teti, ofta pc-hugsan, ið nú einaferð tekur seg út í dagsins samfelagi. Tá hon so sjálv hevur skapt henda moral, sum í stórum brot­ um er javnaðarsligur og anti-kristiligur, hava vit eitt problem, ið er meiri menn­ iskjaligt enn struktu­relt. So tolsemi, soleiðis sum politiskir vinarbólkar skilja hugtakið, verður brúkt sum politiskt einavalds-am­boð at stýra okkara grund­lógar­ tryggjaða frælsi at tala og, hervið, skumpa eksisterandi grensir og medvitsvíðka samfelagið. At hava “tol”, hinvegin, hevur helst ein meiri praktisk­ an dám, hóast fráveran av hes­um eisini kann valda trupulleikar og svára pínu — hetta, at vit skifta maka, skúla, ítróttarfelag, trúgv og skattaøki fyri eitt gott orð heldur enn royna at betra innanífrá og kanna okkum varandi og uppbyggjandi virði sosum (institutionellan) loyalitet. “Tolsemi” verður av gogg­ ut­um drekka­muns­realist­um umrøtt sum nakað totalt stór­sligið — í stíl við fyri­ gev­ing og rættleika. So tað kemur ikki dátt á nakran, tá ið minnilutaslikkandi snakki­ klassin, í sínum fals-forstáilsi av “tolsemi”, leitar til Ayaan hirsi Ali-sitatið “Tolerance of Intolerance is Cowardice”. Aftur, fyri at pressa fólk í rætt. At tiga. “Tavshedens tyranni”, kall­aði Flemming Rose, hin maðurin handan Muhamed- kreppuna, hasa frælsis­av­ mark­andi tilgongdina hjá hampa­klassanum. Verðinskenda sitatið hjá eminentu hirsi Ali sip­ar forrestin til islam­ismu, ikki forvirraða trans­seksual­ ismu og autoritera bøssa­ brúd­leypið, men islamismu eina. Sitatið er rættað at vanligum ella tolererandi mus­limum, harav flestallir and­liga afturútsigldir, hvat ultra-liberala hirsi Ali jú sjálv skírir teir. Og ja, tann roynveruleiki, at tú hevur vinstravendar vind­dyrkarar sitera ein libertianara sum Ayaan, fær meg altíð at flenna. Sjálv kallar hon teirra religión, ein mannfólkahevdandi og øll onnur enn vit hava skyldina- mentan, eina “valdsreligión”. Tað er tí rættað ímóti tí eftir­líkandi partinum av big time bókstavatrúgvandi muslimum, ein fólkaríkur minniluti, sum annaðhvørt aktivt er við uppá yvirgang ella “bara” stuðlar honum, um at “taka seg saman”. Ein áheitan til ikki-so valdsligar muslimar um líkaleiðis at “taka seg saman” heldur enn taka synd í sær sjálvum og skylda uppá stripptis og Budweiser í royndini at finna eina átuliga orsøk fyri sína egnu elendigheit. Tað er faktiskt tað. Um ikki at tolerera slíka ótole­ ranta útgávu av islam. Ikki finna seg í at verða kapraður av ódemokratiskum deiggj­ heilum. At tú so kanst brúka sitatið uppá transseksualismu og tað stórfeita bøssabrúdleypið, alrighty. Men tað kann út­ leggjast bæði so og so. Ert tú vinstravendur og ótole­rantur við árskorti til Norður­landa­ húsið, tá eru øll hasi, ið eru ósamd við tær, ótolerant. Snilt. Á hin bógvin, ert tú demo­ kratur við óavmark­andi tollyndi og trýrt uppá sjálv­ ræði, eisini tað hjá kirkjuni og tess hjúna­band, íðan, tá ert tú ímóti hasi konservativu veruleikaflýggjanini, ið præ­ dikar, at øll hava “rætt” at kanna sær nýtt kyn, og tí lutvíst ein nýggjan identi­ tet. Ella hoppa upp í brúd­ leyps­baljuna. Ella prædika forbrúkara-atburð á onnur. Til sjúnd og síðst er “tol­ semi” eitt heldur óbrúkiligt hugtak í ideologiskum høpi; millum annað av tí, at tú í útgangsstøði kanst blíva við við at sláa hvønn annan í høvdið um, hvør eginliga er tann ótolsami: tað er jú ikki serliga tolerant at kalla onnur “ótolerant” o.s.fr.. Tí er tað, at vit hava øll hasi LGBT-spákandi stuð­ uls­fólkini upp í saman tosa um “samkynt hjúnalag”, sum um hjúnaskapur er ein spurningur um kærleika, tolsemi og javnrættindi (og sjálvt eftir at Evropeiski Dómstólurin hevur havnað hesum sum substansleyst fjas). Tí er tað, tá ið teir einaferð eru ferdigir við at klappa seg sjálvan á ryggin, at hesir right-on modernaðu trælir fyri minnilutakrøvum meina, at hasi, ið góðtaka sam­kynt hjúnalag, eru Góð, men hasi, ið ikki gera tað, Ring. Hesir teslurparir halda av tí sama, at tað er ikki meiri enn normalt, at Hini, tey Óndu, homofobarnir og javn­støðu­ fígg­indar, verða múlabundin av hesum somu merkverdiga intolerantu promovatørum fyri toleransu. Tann sami sosialistiski miðalklassi, sum missur Che Guevara-pyntaða te­ krússið á gólvið, um hann frættir, at ein katólskur skúli diskriminerar til fyrimuns fyri katolikkum. “Harrans ólukka!, á denn ótoleransa”, geylar peniklassin. Men sum hann nú fer at slatra til hasi, ið fiksa forboð, vísa tolerant frælsisfólk til trúarfrælsi, og hvussu hetta—júst sum talufrælsi— er innihaldsleyst uttan rættin til eisini at manifestera hetta frælsi. (Talufrælsi gevur onga meining, um tað verður avmarkað til bara at hugsa tað, tær lystir at siga). Ella drekka vit bara víðari. Og tað “í meira lagi”. Og ikki urtate. Og rákið, har vit partú skulu noyðast at lefla fyri og lena okkum at, ikki so nógv “vísindi”, men “Vísindi”, vindur eisini uppá seg. Men her er tað eitt tolsemi, ein øtiligur ókritikkur, ella jour­nalistiskt beinasemi, ið valdar. Hvar er viljin hjá press­uni at traðka eks­pert­ ar á tærnar? Hví fór Út­ varpið ikki í krovið á has­um frælsisstjalandi og for­dumm­ andi Fólka­heilsu­ráðnum, hvørs sjefprædikantur bara elskar at dingla við sínum for­pulaðu forboðum og átøk­ um til Fólkið, hansara undir­ upplýstu undirsáttar. Seinast var tað í mun til alkohol. Men nei, ikki so­ kallaðar alkoholikarar, men hasi, ið drekka — og nú kem­ ur tað... “í meira lagi”. Forkláringin, tó uttan at blíva grundiga kvissaður um henda groteskt háarroganta politikk, var hann, at tú og eg ikki sjálvi hava handa neyðuga førleikan at “stoppa og hugsa seg um”. Álvara, Pál? Eg drekki tvey gløs av reyðvíni fyri kvøldið, og tað rakar á ongum øki teg, einum stórt sæð ódemokratiskum og óábyrgjandi quango- stjóra, um eg so fór yvir í tað triðja. Bara í reinari protest. Fyriuttan njótilsið av at spæla yvirløntur heilsu­ gud­ur, er alt hetta helst ein spurn­ingur um at læra teg og meg at vera “ábyrgdarfull”. Aftur, eg takki. Eg hevði ikki klárað tað sjálvur. Hetta at, fyrst, stoppa, síðani hugsa. Óansæð, felags fyri hesa terapeutatgongu og misan­ tropiska perspektiv er frælsis­ dissanin. Nakað, “ótolerantir” say-so ekspertar ikki fata: at tað er ein ógjørligheit at vera “ábyrgdarfullur” uttan eisini, samtíðis!, at vera púra etandi fríur. Konsensus í KvF er væl, at Pálsa subjektir hava tørv á vegleiðing og øðrum shitti fyri at fáa eitt langt og elendigt lív. Men hava tit enn upplivað ein rennara, sum er sexutur eftir áralangt rennarí? Null formar, hvørki kropsligir ella andaligir, bert superindividualiserað og meiningsleys sjálvsdyrkan, og oftari enn ikki við einum Netflix-starandi symp­toms­ við­gjørdum av­koms­riðili pill­ fullur við sentralstimulerandi Ritalini sum fylgju. Alt hetta botnar í mein­ ings­klemmaríi, herða­klapp­ andi útsølu og moralskum ryggloysi. Og í so máta eru vit ov tolerant, tí toleransa í eini verð uttan dissiplin, meining og moral kann gera tað sama. Tað er sum við hasi konsekvens-fátæku damuni, ið insisteraði uppá, at “hey, sjálvt um tað er liðugt, so kunnu vit enn vera vinir”. Ja, góða, og hundurin er deyður, men vit kunnu gott behalda hann. Men sum orð, í ger­andis­ brúki, koyr á: tá er “tolsemi” eitt útmerkað eitt nettupp fyri at kunna forhalda okk­ um til verðina og ein veru­ leika, ið tíverri gerst alt meiri meiningsfrátakandi og ekspertsligur, egoboostandi og veruleikaflýggjandi í síni grotesku relativismu, hvat “egnir” sannleikar og óprivat hugtøk sum kyn og hjúnaband eru primadømi um. Ert tú vinstravendur og ótolerantur við árskorti til Norðurlandahúsið, tá eru øll hasi, ið eru ósamd við tær, ótolerant... snilt eblaðið sos.fo