Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Omma og abbi brúka hvørt summar í Húsavík, har tey millum annað skera torv og halda summarferiu í barnaheiminum hjá abba. Í summar hendi tað óhepna, at omma var trælur í egnum landi, tí hon tordi ikki at fara út, tí Sea Shepherd hevði hertikið sandin. Hon tordi ikki út, tí Sea Shep­ herd marsjeraði upp og nið­ur, aftur og fram í teirra svørtu hettutroyggjum við deydningahøvdum á bring­ uni. Marsjeraðu, sum um tey áttu sandin. Hetta er bara eitt dømi, men omma og abbi eru valla tey einastu gomlu, ið óttast Sea Shepherd. Ikki tí, at tey gera fortreð, men deydningahøvdini for­ skrekkja tey gomlu. Skaða ferðavinnuna Seinastu árini hava vit brúkt nógvar milliónir krónur at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, men tað góða og miðvísa ar­beiði, ið Ferðaráð Føroyar, sum í dag eitur Visit Faroe Islands, hevur brúkt nógv ár at byggja upp, kann uppá nøkur fá sekund oyði­leggjast. Seinastu tíðina hava vit hoyrt søgur um, at sýslu­ menn aftra seg at drepa grind, tí teir stúra fyri reak­ sjónunum hjá Sea Shep­herd. Onkursvegna eri eg samdur við teimum, ið siga, at vit ikki skulu drepa grind, meðan tey eru her, tí myndirnar og mongu viðhaldsfólkini kunnu geva teimum drama, sum ikki kann keypast fyri pengar. Hinvegin líkist tað ongum, at føroyingar skulu vera trælir í egnum landi, tí ein út­lendskur felgagsskapur misbrúkar okkara lógar­festa rætt at mót­mæla. Ser­liga, tá felags­skapurin er úti­ hýstur úr londum við teirri grund­geving, at teir eru øko- terroristar. Misbrúka og manipulera Bjørt Samuelsen, løgtings­ kvinna fyri tjóðveldi, tos­aði um, at vit skulu hava betri tilbúgving, men til­búgv­ ing verður mangan nýtt, tá skaðin er hendir. Tí skulu vit heldur hava fyri­byrging, so vit byrgja fyri skaðum. Vit mugu ikki vera bláoygd. Vit kunnu einki gera, meðan tey eru her, men vit kunnu steðga teimum, áðrenn tey koma. Í so máta skulu vit gera tað sama, sum t.d. Ongland og USA. Har spyrja tey ferða­ fólkini, hvat endamálið við túrinum er. Um so er, at endamálið við túrinum er at skaða føroyska samfelagið, skulu tey ikki sleppa í land­ ið. Í løgmansrøðuni segði løgmaður, at “at gera vart við síni sjónarmið og mót­ mæla er lógarfestur rættur – eisini hjá teimum, sum kom uttaneftir.” Hesum eri eg samdur í. Rætturin at mótmæla er sjálv kjarnan í samfelagnum. Tað er tað, sum er horna­stein­ urin undir einum nú­tíman­ s­samfelagið. Tá tað er sagt, so er tað ein rættur, sum vit skulu virða og fara væl um, tí rætturin at mót­mæla kann misbrúkast. Tað er tað, sum vit síggja við Sea Shepherd. Teir misbrúka okkara fólkaræðið. Teir vilja ikki mót­mæla, men manipulera. Teir vilja ikki steðga grinda­ drápi, men skaða okkara umdømi. Pamela Anderson Tað sóu vit millum ann­að við vitjanini av sjón­leika­ kvinn­uni Pamelu Anderson. Hon sat har so fitt og fyri­ komandi og svaraði spurn­ ing­unum, men á al­mennu Facebooksíðuni sigur hon um føroyingar og grinda­dráp: “They (Sea Shep­herd, undr.) are there to do whatever they can do within the boundaries of non­vio­lence to defend and protect the pilot whales. The kill­ers of course in their predict­able need to justify their psychotic behavior.” Soleiðis kundi eg hildið fram við at víst á, hvussu Sea Shepherd misbrúkar og manipulerar við før­ oyska fólka­ræð­inum. Tí er tað mín vón, at vit í fram­ tíðini kunnu steðga Sea Shepherd (og øðrum ræðslu­ felagsskapum, um so er, at teir ætla sær hendanvegin), sum hava til endamáls at skaða og oyðileggja før­ oyska samfelagið. Ætlanin hjá Sea Shepherd er ikki at steðga grindadrápi, men at vreingja sannleikan, so at fólk halda fram við at geva felagsskapinum peng­ar – uppá bekostning av før­oyska samfelagnum. Tað er nakað, sum vit mugu fyribyrgja, tí um vit ikki steðga teimum nú, so halda teir fram við at oyði­ leggja føroyska sam­felagið. Og tað er nakað, sum vit ikki kunnu góðtaka. kjak Omma ræðist Sea Shepherd Satan talar til sínar demonir Maria Jacobsen Skopun Vit mugu finna ein máta at gera so, at menniskjuni missa trúnnað á Jesus. So leingi, sum tey tilbiða Jesus og liva í andanum, hava vit onga magt yvir teimum. Fyrr gingu menniskju út í náttúruna og undraðust á Guðs skapanarverk og sam­talaðu við hann, tað var heilig­dagar og yrkadagar, børn­ini tøku tey eisni við. Satan sigur; Nú havi eg hugsað, høvdu vit fingið tey trúgvandi upp at klandrast sína millum, so høvdu vit vunnið ein tryggan sigur, tí tað kann koma at kosta teimum dýrt. Jesus fyrigevur teimum alt, men so mugu tey av hjarta fyrigeva hvørjum øðrum og ikki lúgva fyri sær sjálvum, at alt er sum tað skal. Húrra sigur Satan, nú havi eg funnið besta máta, tað er tíðina, ið vit skulu stjæla frá teimum. Øll tey ting, sum menn­ iskjuni stuttleika sær við, sum ikki kunnu kallast synd, eru júst tað, sum stjelur tíðina, bæði her og heima og úti í heimi. Satan sigur; Send tey til hesar ymisku ídróttarstevnur, helst fótbólturin, sum fer sum ein eldur runt heimin og eisini her hjá okkum. Víðari sigur hann; yvir­ stimbra menniskjuni á ein slíkan hátt, at tey lurta nógv eftir verðsligum tíðindum, radio, fløgum og helst, tá tey koyra bil. Havi altíð sjónvarpið frá í heiminum og hartil fløgur. Syrg fyri, at hvør handil og allar matstovur spæla tónleik við íblásturi frá mær. Hetta vil fylla teirra sinn og bróta sáttmálan við Jesus. Fyll borðini við vikubløðum, tíðarritum og buka hetta inn í teirra høvd, 24 tímar um døgnið. Lat tað flóta yvir við telduposti, junkmail, skráum, leikum ,tíðindum, lýsingum, fríðum vørum, tænastum, við falskari vón. Lat tey arbeiðia og arbeiða við nógvari yvir­ tíð, tjena nógvan pening og ongantíð fáa nokk og ogna sær alt hetta, sum tey síggja, hús bilar og øll tey ting, sum heimurin prálar við. Lat tey keypa og tráa eftir øllum hesum verðsliga, sum tey vita, at tey einki fáa við sær, tá tey fara hagani, tey mugu fara við tómum hondum. Tað fer at eydnast! Tað fer at eydnast! Róptu demon­ir­ nar og fóru fúsar til verka – vitinskapurin hjálpur okkum so væl, tí teir koma í heilum við nýggjum uppfinningum. Rúmbinda fólk til teldunar. Serstakliga hesar smærru teldurnar, sum eru komnar, og sum tey altíð hava við sær, tá tey fara at ferðast. Komin uppá pláss, sita tey bara og stara niður í telduna og fáa so einki við av tí, sum hendur rundan um tey. So koma fartelefonirnar, har tú sær fólk allastaðni standa, sita, inni og úti, eisini tá tey koyra bil, við hondini upp til oyra við hesum far­ telefonunum. Til jólini, gevi børnunum jólamannin til at leiða tey burtur frá, í staðin fyri at læra tey kjarnina í jólunum, gev teimum eina páskharu og nógv egg, ístaðin fyri at tala um páskaboðskapin. Tað skuldi heldur verið heilagi andin, sum fór sum eldur út um heimin og eisini her hjá okkum. Sjálv vil eg heita á øll trúgvandi, lat okkum blíva yvirstymbrað av heilaga andanum og vera fús at arbeiða fyri Jesus hesa stuttu tíð, ið vit hava eftir her. Meiningin er ikki, at vit skuldu blíva verðandi her, men bara yvir eitt tíðar­ skeið. Vit síggja hvønn dag, at menniskjuni blíva borin út í kirkjugarðin, tá tíðin er at endað her. Hvør ið tú er, trúgvandi ella ikki, so skal tú vita, at um tú ongantíð hevur havt nakran, sum elskar teg, so skal tú vita at tað er ein, sum altíð hevur elskað teg. Hann er ikki hvør sum helst, tað er Hann, sum skapti teg. Hann hevur ikki nøkur favoritbørn. Hann elskar hvørt einasta menniskja líka høgt. Hann hevur eina plan við tínum lívi og Hann hevur alla magt í himli og á jørð. Vit fylgjast við tær allan vegin, til hann tekur teg heim, sum við, við vin umgongur Harrin tann ið fylgir við honum. Hugsa ein vin fyri lívið, Hann vil, at vit skulu siga ja til hann, fyri at Hann kann koma inn. Í opinberingini 3. kap., 20. vers. Hygg, Eg standi fyri durinum, banki! Hoyrur onkur rødd mina, og letur upp dyrnar, skal eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við mær. Sáln. 50, vers 15 Kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – eg skal svara tær og tú skal prísa mær. Sea Shepherd í Funningi