Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Heldur ikki hesa ferð var talan um plettskot Bíðitíðin skuggaði enn eina ferð yvir spenningin, og tað vóru enn eina ferð trupulleikar við fasta startinum FM-KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Felags fyri tær tríggjar FM stevnurnar, sum higartil eru avgreiddar, er, at bíðitíðin hevur verið long, og at tað hava verið trupulleikar. Á Skálafjørðinum kendu teir seg eftir fleiri royndir noyddar at sleppa fasta startinum, og soleiðis var tað eisini á Hvalvík. 10-mannaførini komu ikki á mál fyrrenn klokkan var næstan tíggju minuttir í sjey. Serliga var tað í sam- bandi við dreingjaróðurin, at trupulleikarnir vóru stór- ir. Frá tí, at tað sambært skránni skuldi farast undir kappróðurin klokkan trý, gekk ein heilur klokkutími, áðrenn farið varð undir fyrsta FM róðurin. Tá hevði verið roynt við føstum starti í góða løtu og síðani við leysum starti. Tað var ikki fyrrenn á 1500 og 2000 metra málunum, at fasti starturin aftur varð nýttur. Felags fyri róðrarlíkind- ini á trimum teimum fyrstu FM stevnunum hevur verið, at tey ikki hava verið heilt optimal, men tey hava heldur ikki verið vánalig. Trupulleikin við fasta startinum í Hvalvík hevði ikki bara við líkindini at gera. Róðrarfólkini vóru heldur ikki heilt nøgd við umstøðurnar inni á róðrar- økinum, har tað varð hildið at vera í so trongt við drátt- in, og har bátarnir stóðu. Tey seinastu árini hevur tað ferð eftir ferð verið hugaligt at staðfesta, at tað hevur gingið støðugt framá við FM kappróðrunum.Tað hevur tykst sum um verts- feløgini hava kappast um at vera so tætt at ásettu tíðini við fyrsta startskotinum, sum tað á nakran hátt hevur borið til, og í fleiri førum hevur klokkan ikki verið meiri enn hálvgum fimm, tá ið síðsti róðurin hevur verið í gongd. Tað hava fel- øg og fyrireikarar fingið rós fyri. Róðrarsambandið hevur aftur og aftur undirstrikað, at tað skal miðjast eftir og arbeiðast fram ímóti, at fyrireikingarnar verða so dyggar, at tað so vítt, sum tað á nakran hátt ber til, bara skal bíðast eftir høv- uðsdómarabátinum og út- varpsbátinum, áðrenn start- skotið verður latið av fyri næsta róðrinum. Hetta mál- ið hevur so langt í frá verið rokkið seinastu ferðirnar. Fasti starturin ætlast at vera amboð fyri at fáa bát- arnar at liggja so væl, sum tað ber til, og at fáa teir so skjótt, sum tað ber til, at liggja væl. Tær báðu sein- astu ferðirnar hava royndir- nar at fáa fasta startin at rigga verið viðvirkandi til, at bíðitíðin hevur verið so long, sum hon ikki so ofta hevur verið. Eftir kappingina á Skála- fjørðinum varð sagt, at Róðrarsambandið bíðaði eftir skrivligum frágreið- ingum frá dómara og lokala fyrireikaranum, áðrenn teir komu við nakrari frágreið- ing og kanska niðurstøðu um róðurin. Enn hevur tað ikki borið til at frætta nakað um hetta. Á Jóansøku í Vági nú leygardagin fer bara at verða kappast á 1000 metr- um. Róðrarmálið verður innanfyri grótkastið á vestara landinum. Tí kann tað ikki roknast við øðrum, enn at tað leygardagin fer at ganga væl skjótari at fáa kappingarnar frá hondini, enn tað higartil hevur verið gjørt. Góðum summarveðrið hevur tað higartil verið millum lítlum og ongum av. Nú man góðveðurs kvotan, sum føroyingar eiga á, vera stór, og tað hevði ikki verið av leið, um ein partur av henni varð nýttur nú leyg- ardagin. Kappróðrarfólkini og fyrireikararnir hava uppiborið eitt róðrarligt plettskot, tá ið tað ræðum um umstøðurnar at rógva og kappast. Høvuðsstaðurin eigur allar vinnararnar Fyri fyrstu ferð í fýra ár eydnaðist tað ikki Havnar Róðrarfelag at vinna nakran róð- ur. Kappingina fingu teir í HR frá hinum feløgunum í høvuðs- staðnum, sum vunnu allar róðrarnar FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen FM kappróðurin og serliga kappingin um fremstu plássini og harvið sigrarnar er fyrst og fremst ein kapp- ing millum bátar og mann- ingar í høvuðsstaðnum og í Suðurstreymi. Á Skálafjørð- inum vóru allir vinnararnir úr høvuðsstaðnum, og tað vóru teir eisini í Hvalvík. At allir vinnararnir hesa ferð vóru úr høvuðsstaðn- um var merkisvert, tí hesa ferð eydnaðist tað ikki manningunum hjá størsta róðrarfelagnum í landinum, Havnar Róðrarfelag, at vinna nakran róður. Hetta var fyrsta ferðin í fýra ár, at tað í einari FM kapping ikki eydnaðist nakrari manning hjá HR at vinna. 2000 var soltið róðrarár hjá størsta róðrarfelagnum. Tá vunnu teir einki FM heiti, og á Ólavsøku hetta árið vunnu teir ongan róður. Síðani hava teir vunnið eitt og fleiri FM heiti á hvørj- um ári. Í 2001 var tað Havnarbáturin, sum stóð seg serliga væl og gjørdist meistari, og í 2002 vann Sílið FM bæði við dreingja- manning og gentumanning. Í fjør vóru tað dreingirnir umborð á Sílinum, gentur- nar umborð á Drekanum og kvinnurnar umborð á Gongurólvi, sum vunnu FM, og ein og fleiri mann- ingar hjá HR vunnu á øllum stevnunum. HR manningar vunnu fyrr í summar í Klaksvík og á Skálafjørðinum. Tað megnaðu tær ikki á Hval- vík. Men kortini vann høv- uðsstaðurin allar seks FM kappingarnar. Jarnbardur megnaði enn eina ferð at vinna bæði við kvinnum og monnum, og á Argjum var uppaftur størri orsøk at gera burturúr hesa ferð, enn tað var leygardag- in frammanundan. Tær tríggjar manningarnar hjá felagnum, sum vunnu á Skálafjørðinum, vóru aftur hesa ferð bestar. Blikur við dreingjum og Blikur við gentum og Argjabáturin. Og so vann Nólsoyingurin kappingina millum 10- mannaførini. Nólsoying- urin heldur til í neystinum hjá Argja Róðrarfelag, og nólsoyingar fingu tvær móttøkur leygardagin. Fyrst vóru teir við í stór- fingnu móttøkuni á Argj- um, og so vórðu teir mót- tiknir í Nólsoy. Ofta hevur tað verið so- leiðis, tá ið Nólsoyingurin hevur vunnið, at teir hava róð út til Nólsoyar fyri at fegnast saman við bygdar- fólkinum. Leygardagin var ikki hugsningur um at fara um fjørðin við kappróðrar- báti. Men so komu nólsoy- ingar við maskinbátum inn eftir kappróðrarmanningini. At høvuðsstaðurin er nógv stinnastur í kappróðr- inum sást væl aftur í kapp- ingini millum 10-manna- førini. Nólsoy er partur av Suðurstreymi og nú eisini av høvuðsstaðnum. Teir vunnu róðurin. Havnarbáturin var nummar tvey, og Hoyvík- ingur var nummar trý. Nr. 117 • mikudagur • 23. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tað gekk ógvuliga striltið hjá startdómaranum at fáa sett róðrarnar í gongd mynd: Álvur Haraldsen Kvinnurnar umborð á Jarnbardi hava fingið fulla úrtøku burtur úr teimum trimum fyrstu FM- róðrunum í ár Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 117 - 23. juni 2004 UTTAN ÚR HEIMI Kann venda ES á høvdið Seinastu tíðina hava leiðararnir í ES-londunum fleiri ferðir róst turkisku stjórnini, tí hon hevur framt fleiri nýskipanir, sum tryggja borgarunum fleiri rættindi. Júst hetta er neyðugt, skal Turkaland sleppa til sam- ráðingarborðið um limaskap í ES, men tað verður kortini neyvan í bræði. Sigur eitt av teimum 25 limalondunum nei, verða ongar samráðingar við turkar, og nú sigur eysturríkski forsetin, at tíðin er ikki búgvin enn. Heinz Fischer, forseti, sigur, at tað er ikki bara Turkaland, sum skal fyrireika seg til limaskap í ES, men at samveldið sjálvt má fyrireika seg, skal Turkaland sleppa uppí. – Vita tosa um eitt land, har 70 milliónir fólk búgva. Turkaland kann broyta javnvágina í samveldinum. Ja, tað kann venda øllum ES á høvdið, sigur eysturríkski forsetin við turkiska blaðið Aksam. Renna til lækna Fyri tíggju árum síðani tosaðu danir vanliga fimm ferðir um árið við læknan, men nú er ein telefonsam- røða ella ein vitjan komin afturat. Tað merkir kortini ikki, at danir líða meiri av sjúku nú enn fyri tíggju árum síðani. Tvørturímóti er tað so, at tess betur fólk hava tað í gerandisdegnum, tess oft- ari leita tey sær til læknan, sigur stovnurin DSI, sum hevur kannað málið. Tað kemst av, at fólk hugsa meiri um heilsuna nú enn fyrr, og soleiðis verður tað eisini í framtíðini, sigur stovnurin. Tað eru kortini ikki øll, sum eru líka íðin at ganga til lækna. Summi gera tað í so ofta, onnur í so sjáldan. Tann stóri áhugin fyri heilsuni kemur eisini lækn- unum væl við. Fyri tíggju árum síðani fingu læknar- nir 2,4 milliardir krónur í samsýning, men í fjør var hetta talið komið upp á 3,7 milliardir krónur, skrivar Jyllandsposturin. Yukos nærri loysn Russisku myndugleikarnir royna nú at finna eina loysn, sum sleppast kann undan at koyra tað stóra oljufelagið Yukos á húsagang. Russiska skattavaldið er komið eftir, at Yukos skal gjalda meiri enn 20 milliardir krónur í skatti, sum felagið hevur skákað sær undan at gjalda. Tað megnar felagið ikki, og skattavaldið hevur tí hótt við at koyra tað á húsagang. Men í gjár segði russiski fíggjarmála- ráðharrin, Aleksej Kudrin, at roynt verður at finna eina aðra loysn. Hildið verður, at oljufelagið sleppur at selja ein part av sínum ognum fyri at útvega pengar til skattarokn- ingina. Fyri nøkrum døgum síðani segði Vladimir Putin, forseti, at stjórnin hevur ongan áhuga í at koyra eitt felag sum Yukos á húsagang. Orð hansara høvdu við sær, at virðið á partabrøvunum í felagnum hækk- aði sjey prosent. Liva leingi í Avstralia Hóast fólk í Avstralia røra seg minni og eru feitari nú enn fyrr, liva tey longri enn nakrantíð. Í einari frágreiðing hjá heilsustovninum stendur, at avstraliumenn hava tað gott, men at fleiri avbjóðingar eru. Royking er ein av avbjóðingunum, men frágreið- ingin sigur eisini, at avstraliumenn røra seg ov lítið, og at nógv eru ov væl í holdum. Kortini liva fólk longri enn nakrantíð fyrr. Meðalaldurin hjá kvinn- unum er oman fyri 82 ár, og avstralsku menninir liva í meðal 77,4 ár. Tað merkir, at tað eru bara japanar, ís- lendingar og sviar, sum liva longri enn avstraliumenn. Hjartasjúkur eru tann mest vanliga deyðsorsøkin í Avstralia, men fleiri doyggja eisini av krabbameini. Roykingin er tann stóri trupulleikin, men vantandi rørsla og ov høgt blóðtrýst gera eisini sítt. IRAK-KRÍGGIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Myndugleikarnir í Iran hóttu í gjár við at rættar- søkja átta bretskar herflota- menn, sum iranar tóku í Shatt-al-Arab-sundinum mánadagin. Teir átta menn- inir vóru í trimum smáum hernaðarbátum, sum sam- bært iransku myndugleik- unum vóru komnir inn um iranska markið. Bretar siga, at teir bretsku herflotamenninir vóru í ferð við at læra irak- ar, hvussu teir skulu røkja vaktarhaldið á sjónum, nú irakar taka við valdinum í Irak. teir tríggir bátarnir vóru óvápnaðir. Bretski uttanríkisráðharr- in, Jack Straw, tingaðist í gjár við myndugleikarnar í teheran fyri at fáa teir at lata teir átta menninar leys- ar. Átta bretskir herflotamenn fangar í Iran Tann nýggja bókin hjá fyrrverandi for- setanum hevur fingið amerikanararnar at gloyma alt um for- setavalið í heyst BÓKAÚTGÁVA Árni Joensen fartekst@mail.dk Í hesum døgum tosa ameri- kanarar ikki um nógv ann- að enn ævisøguna hjá fyrr- verandi forsetanum Bill Clinton. Tann 950 síður stóra bókin »My Life« kom í bókasølurnar í USA í gjár, og fólk stóðu í røð fyri at fáa fatur á henni. Seinastu dagarnar hevur Bill Clinton verið á sjón- varpsskíggjanum og í bløð- unum hvønn einasta dag, og tað hevur gjørt, at ameri- kanararnir hava gloymt alt um, at teir skulu velja for- seta í heyst, skrivar Reuter- tíðindastovan. Tað hóvar ikki hansara gomlu kon- servativu mótstøðumonn- um, sum bera ótta fyri, at tann nógva umrøðan skal blása nýtt lív í tann demo- kratiska flokkin bert fáar mánaðir undan forsetaval- inum. Fyri at forða hesum er ein konservativur felags- skapur farin undir eitt átak ímóti Clinton. Í sjónvarps- lýsingum verður sagt, at fyrrverandi forsetin gjørdi einki fyri at forða álopinum á USA tann 11. september í 2001. Onnur, sum finnast at Clinton, hava broytt navnið á bók hansara frá »My Life« (Mítt lív) til »My Lie« (Mín lygn). Clinton stjelur myndina Russar keypa Ferrari- bilar og aðrar dýrar vørur sum ongantíð fyrr, og nú eru fleiri milliardingar í Moskva enn í New York RÍKIDØMI Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyri bara fýra mánaðum síðani hevði eingin býur í heiminum so nógvar milli- ardingar sum New York, men nú er Moskva farin framum. Sambært ameri- kanska tíðarritinum Forbes eiga 36 russar nú meiri enn eina milliard dollarar í part, og teir búgva allir í høvuðs- staðnum Moskva. Í New York eru teir 31 í tali. Tann ríkasti russin er oljumaðurin Mikhail Kho- dorkovskij, sum eigur 15,2 milliardir dollarar. Hann hevur kortini ikki nógva gleði av pengunum júst nú, tí hann situr í fongsli ákærdur fyri skattasvik. Næstríkastur er Roman Abramovitsj, sum er kend- ur í Vesturheiminum, tí hann eigur enska fótbólts- felagið Chelsea. Sambært Forbes eigur hann 12,5 milliardir dollarar. Tað er ikki heilt rætt at tosa um russiskar ríkmenn, tí á triðja plássi hjá Forbes er tann 41 ára gamla Jelena Baturina. Hon eigur sam- bært Forbes átta milliardir dollarar. Ein stóran part av pengunum skal hon hava fingið burtur úr byggisátt- málum hjá kommununi í Moskva, har maður henn- ara er borgarstjóri. Fleiri ríkmenn í Moskva enn í New York Áhugin fyri nýggju ævisøguni hjá Bill Clinton er so stórur, at hon verður endurprentað beinanvegin C M Y K 18