Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 23. juni 2004 21 Enn eina ferð stað- festu tær umborð á Jarnbardi, at tær eru einaráðandi, og at tað er lítið sannlíkt, at nakar skal megna at vinna á teimum 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Jarnbardur eigur sínar trú- føstu stuðlar. Tað sást væl í Hvalvík. Bæði tá ið kvinn- urnar og tá ið menninir kappaðust og vunnu, og bæði tá ið báturin varð flot- aður, og tá ið hann var drig- in aftur. Ivaleyst er áhugin hjá stuðlunum kveikjandi hjá róðrarfólkunum, og tað man eisini kennast hugaligt at vera stuðul hjá einum báti, tá ið manningarnar eru so stinnar, sum tær umborð á Jarnbardi hava verið higartil í ár. Stinnastar av øllum eru kvinnurnar umborð á Jarn- bardi. Á Hvalvík vunnu tær fyri triðju ferð av trimum í hesum kappingarárinum. Sigurin var sannførandi, og tað tað skal vilja heilt øðr- vísi til í teimum fýra kapp- ingunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum, um nakar skal taka fremsta plássið frá teimum í nakrari kapping. Jarnbardur varð fremstur mest sum beinanvegin. Og hóast manningin ikki helt, at umstøðurnar at rógva vóru nakað serligar, so var tað skjótt, at hann var runn- in eina bátslongd frá hinum bátunum. Munurin øktist ongantíð til nógv meiri enn eina bátslongd. Men tað kendist næstan sum um, at tær um- borð á Jarnbardi vóru nøgdar við henda munin. Um tær høvdu havt verið pressaðar, so høvdu tær iva- leyst havt knotur til at lagt uppaftur meiri í. Soleiðis kendist tað í hvussu so er. Lómur av Argjum var leingi næstfremstur. Tær høvdu onkra løtuna hug at bjóða Jarnbardi eitt sindur av, men tað gjørdist ongan- tíð rættulig kapping. Tá ið umleið hálvt málið var rógvið, bjóðaði Páll Fangi Lómi av í kappingini um næstfremsta plássið. Tann kappingin gjørdist long, og hon gjørdist tøtt. Páll Fangi vann ta kapping- ina, men munurin frá Páll Fanga og til Lóm var bara ein skutur ella so. Innanfelags kapping í Havnar Róðrarfelag var um fjórða plássið. Gongurólvur vann á Víkingi. Munurin var eitt sindur meiri enn ein hálv bátslongd. Sølmundur var nummar seks, og kvinn- urnar umborð á Sundabát- inum noyddust enn eina ferð at ásanna, at tað fram- vegis væntar nógv í, áðrenn tær verða førar fyri at vera so væl við í kappingini, sum Sundabáturin er, tá ið menninir eru umborð. Eingin megnaði at hótta Jarnbard. Ivaleyst fara summir av trúføstu stuðl- unum við suður til Vágs, og út frá avrikunum og úrslit- unum higartil er tað heilt væl skiljandi, um tað verð- ur roknað við og væntað, at Jarnbardur eisini á Jóan- søku fer at vera fyrstur á mál. Alt annað hevði verið heilt undarligt. Higartil hevur tað bara verið kapp- ast um næstfremsta plássið. Men hóast starturin var alt annað enn góður hjá argjamonn- um, so megnaðu hinir ikki at halda teir frá oddasessinum, sum teir tykjast hava tikið patent uppá 8-MANNAFØR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tvær ferðir frammanundan hevði Argjabáturin verið sannførandi vinnari. Og aftur á Hvalvík eydnaðist tað argjamonnum at vinna. Tað var merkisvert. Argja- báturin var ikki fremstur beinanvegin. Teir høvdu alt annað enn góðan start, men kortini vóru teir á málinum eina bátslongd undan hin- um. Á 1500 metra málinum varð fasti starturin nýttur. Tað var fitt av høgættar- vindi, og tá ið Argjabáturin var komin á mál, og við- haldsfólkini, sum vóru far- in norður eftir í vónini um, at tað hesa ferð skuldi eydnast eins væl hjá Argja Róðrarfelag, sum tað hevði gjørt á Skálafjørðinum, høvdu fagnað sínum báti og sínari manning, fekst frá- greiðingin um, hví tað ikki hevði verið so sannførandi í startinum: – Vit lógu næstan tvørir, tá ið startskotið gekk av. Tað eydnaðist tíbetur bein- anvegin at rætta hann upp- aftur. Vit mistu eitt sindur í fyrstu tøkunum. Men tað var ikki meiri, enn at vit megnaðu at vinna tað aftur, greiddu teir á Argjabátinum frá. Kvívíkingurin og Nevið Reyða fingu besta startin. Kvívíkingurin var fremstur, og Nevið Reyða var næst- fremstur. Kvívíkingurin var eina løtu kanska meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Nevið Reyða og uppaftur meiri enn so frammanfyri Argjabátin. Men argjamenn loftaðu sær skjótt. Á túsund metr- um høvdu teir lagt upp á síðuna av Nevinum Reyða, sum ikki megnaði at fylgja teimum, og so spentu teir eftir kvívíkingum. Argja- menn hava fyrr í summar sagt seg rokna við, at Kví- víkingur fór at geva teimum dyggari kapping, enn teir høvdu gjørt í fyrstu kapp- ingini. Tað søgdu argja- menn, tí kvívíkingar fóru seinni undir venjingina, enn teir fóru á Argjum. Hesa ferð helt Kvívíking- ur longri tørn, enn hann hevði gjørt í tveimum teim- um undanfarnu kapping- unum. Men tá ið hálvur teinurin var rógvin, hevði Argjabáturin lagt seg upp á síðuna av Kvívíkinginum, og so gekk tað bara ein veg. Stútt og støðugt togaðu teir seigan í árarnar umborð á Argjabátinum, og tøkini vóru dygg og munagóð. Tað tóktist sum um treyst- leikin hjá teimum var størri, enn hann var umborð á hinum bátunum, og tá ið tað varð farið undir enda- spurtin, var tað ikki ein spurningur, um Argjabátur- in fór at vinna, men heldur hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Argjabáturin var meiri enn eina bátslongd framm- anfyri Kvívíkingin, og í FM kappingini er munurin so mikið stórur nú, at tað ber illa til at ímynda sær annað, enn at Argjabáturin fer at vinna FM heitið, sum teir ikki hava átt síðani 2000. Í 2001 var Nevið Reyða meistari, í 2002 var tað Kvívíkingur, og í 2003 vann Ørvur FM. Kappingin á Hvalvík vísti, at tað bara er Kvívík- ingurin, sum kanska kann geva Argjabátinum kapping um fremsta plássið í ein- støkum FM kappingum. Nevið Reyða, sum undan- farnu ferðirnar hevðí verið nummar tvey og trý, endaði hesa ferð á fjórða pláss- inum. Umframt at tapa kappingina um næstfremsta plássið við Kvívíking, so vórðu teir eisini ov stuttir í kappingini um bronsu- plássið. Ørvur, sum er mannaður við ungum monnum, ið áður hava róð við 5-mannaførunum hjá Havnar Róðrarfelag, end- aði á bronsuplássinum. Munurin á teimum báðum var ein skutur. Knørrur helt væl og virðiliga pláss sum nummar fimm og aftastur. Argjabáturin lá tvørur 1 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 07.55.21 2 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 07.59.16 3 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 08.05.16 4 Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . . . . . . 08.06.17 5 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 08.15.15 8-mannafør 1 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.39.02 2 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.42.26 3 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.43.56 4 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.51.39 5 Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.54.32 6 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05.56.79 7 Sundabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06.13.92 6-mannafør, kvinnur Tað er bara kapping um næstfremsta plássið Tað tykist ikki, sum um nakar ger nakað við kvinnurnar umborð á Jarnbardi Mynd: Álvur Haraldsen Manningin umborð á Argjabátinum fegnast um tann triðja sigurin av trimum møguligum í FM-kappingini higartil Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 117 - 23. juni 2004 Nólsoyingar funnu seg sjálvar í Sundalagnum Bátsformaðurin ásannar, at um teir ikki høvdu vunnið í Hvalvík, so hevði møguleikin fyri at vinna fyrsta FM heitið í fimtan ár longu verið burtur 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Eldur kom í FM kappingina millum 10-mannaførini leygardagin. Havnarbáturin hevði vundið burtur úr hinum í tveimum teimum fyrstu kappingunum í sup- erliguni í kappróðrinum. Sigur og sjey stig til havn- armenn leygardagin hevði havt so stórt glopp frá Havnarbátinum og aftur til hinar við sær, at tað hevði verið rættuliga ilt at ímynda sær annan FM vinnara enn Havnarbátin. Havnarbáturin er fram- vegis best fyri í FM kapp- ingini. Men nú hava hinar manningarnar og serliga teir á Nólsoyinginum fing- ið íblástur og orsøk til at halda, at tað skal bera til. – Hevði Havnarbáturin vunnið hesa ferð, so høvdu teir heilt víst vunnið FM. Teir hava framvegis besta møguleikan. At vit fingu sjey stig hesa ferð ber við sær, at vit hava realistiskan møguleika, og honum fara vit eftir. Nicolaj Falck er bátsfor- maður umborð á Nólsoy- inginum, og hann er sum vera man ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist hjá teimum at fáa fult. Nóls- oyingurin hevði fyrireikað seg so væl, sum tað bar til. Í vikuni uppundir Sunda- lagsstevnuna vandu teir á Hvalvík. Og tá ið teir komu á mál sum sigursharrar, var gleðin og gloymurin á havn- arlagnum so stórur, at tað tóktist sum um, at talan var um vinnara í heimasjógvi. Tað var heldur ikki einki í hesum. Tveir av teimum umborð á Nólsoyinginum - brøðurnir Sámal Petur Olsen og Asbjørn Olsen, sum áður hava kappast við 6-mannafarinum Hvessingi - eru úr Hvalvík, og tá ið vertsbygdin ikki er størri enn so, enn at øll kenna øll, so var Nólsoyingurin 10- mannafarið, sum tey í Hvalvík, Streymnesi, Saks- un og fleiri av grannabygd- unum tóku á við. Hví vóru tit betri hesa ferð, enn tit hava verið hinar báðu ferðirnar? – Talan er um samanspæl av fleiri umstøðum og við- urskiftum. Kanska róði Havnarbáturin ikki so væl hesa ferð, sum hann hevur gjørt hinar báðu ferðirnar. Og hjá okkum gekk tað væl betri, enn tað hevur gjørt. Hvussu skal tað skiljast? – Bæði á Norðoyastevnu og Eystanstevnuni hava vit havt kensluna av, at báturin hjá okkum ikki gekk, sum hann átti at havt gjørt. Á Norðoyastevnu kiksaði endaspurturin hjá okkum, og á Skálafjørðinum var tað bara ikki okkara dagur. Vit vóru ikki uppsettir soleiðis, sum tað er alneyðugt at vera, um hugsningur skal vera um at vinna. Tað vóru vit í Hvalvík. Tað var skjótt, at vit fingu kensluna av, at manningin og báturin so at siga vórðu eitt. Samanspæl- ið millum róðursmanning og manningina var fínt, og báturin gekk soleiðis, sum vit ikki hava upplivað fyrr í ár, og sum vit hava arbeitt fram ímóti og bíðað eftir. Hvussu gekk róðurin fyri seg? – Eysturoyingurin og Vestmenningurin fingu besta startin. Vit fingu einki serligan start. Tað fáa vit ongantíð. Hví tað er soleiðis, tað duga vit ikki at siga. Men vit fylgdu væl við. Hóast Havnarbáturin hevði vunnið báðar FM róðrarnar, sum høvdu verið frammanundan, so vistu vit, at talan fór at verða um stóra kapping frá øllum hinum. Tá ið vit komu á fimtan hundrað metra mál- ið, tóku vit tíggju kraftug tøk. Tað mundaði so mikið, at vit komu framum allar hinar, og har eydnaðist tað okkum at vera allan teinin. Hevði tað stóran týdning, at tit so tíðliga vunnu odda- sessin? – Talan er um positiva ringrás, sum øll tey, ið hava róð kapp og vunnið, iva- leyst kenna til. Tá ið stýri- maðurin segði okkum, at nú gekk báturin betri, enn hann hevði gjørt fyrr í ár, og tá ið hann segði, at nú vóru vit fremstir, og at vit gingu frá hinum bátunum, so gav hetta okkum eyka orku. Soleiðis er tað bara. Og royndirnar hjá okkum eru eisini, at hjá teimum, sum royna at elta tann fremsta, men sum síggja, at munurin leingist heldur enn at minka, verður tað upp- aftur tyngri. 15 ár síðani seinasta FM Á síðstu fimm hundrað metrunum var Nólsoyingur leysur av øllum hinum. Munurin bara longdist, og í endaspurtinum var Nólsoy- ingurin kanska tvær bátslongdir og meiri enn tað frammanfyri hinar. Kortini tóktist tað sum um, at teir spentu alt tað í, sum teir orkaðu. – Vit høvdu gott tak á, hussu tað stóð til við mun- inum millum okkum og Vágbingin og Havnarbátin, sum kappaðust aftanfyri okkum, og sum lógu tætt at okkum. Men stýrimaðurin var ikki heilt greiður yvir, hvussu tað stóð til í kapp- ingini millum okkum og Hoyvíkingin. Hann lá so langt frá okkum, og stýri- maðurin ivaðist eitt sindur í, hvussu tað var við vísn- inginum á málinum. Hoy- víkingurin róði væl, og teir fara ivaleyst at verða vandamiklir tær næstu ferð- irnar. Men tíbetur megnaðu teir ikki hesa ferð at gera nakað við okkum. Tað eru vit sjálvandi hjartans fegnir um, sigur Nicolaj Falck, bátsformaður á Nólsoyingi. Manningin á Nólsoying- inum hevr drúgvar royndir í kappróðri. Elsti maður verður fyrsta dagin 30, og tann yngsti er 19. Seks nólsoyingar eru við, og hinir koma ymsta staðni frá. – Nólsoyingarnir hava róð mest sum út í eitt síðani í 1993. Hjá okkum hevur tað verið soleiðis, at fyrsta uppgávan hevur verið at stýra, og so er man farin at rógva. Nólsoyingurin hevur ikki vunnið FM síðani í 1989, so tú kanst ætla, at vit droyma um at uppliva tað, sum teir, ið vit sum ungir dreingir minnast, at teir, ið eru eldri enn vit, megnaðu fleiri ferðir í áttati árunum. Leygardagin gjørdu vit tað, sum var alneyðugt. Vit eru við í kappingini. Men vit ásanna, at hon verður tøtt og hørð. Havnarbáturin hevur víst, hvat hann megnar, og Hoyvíkingur, Vágbingur, Eysturoyingur og Vest- menningur mugu eisini roknast at hava realistiskan møguleika at vinna, stað- festir bátsformaðurin á Nólsoyingi. Nólsoyingur hevur seks ferðir vunnið FM. Allar ferðirnar vóru í áttati árun- um. Nólsoyingur var meist- ari í 1981 og 1982, 1985 og 1986 og 1988 og 1989. Teir, sum umborð á Nóls- oyinginum vunnu leygar- dagin í Hvalvík vóru Hans Jákup Jacobsen, Raidar Jacobsen, Høgni Niclasen, Roy Poulsen, Nicolaj Falck, Jakku Guttesen, Thomas Hjaltalin, Sámal Petur Ol- sen, Asbjørn Olsen, Brian Hansen og Aksel Joensen. 10-mannafør 1 Nólsoyingur 09.49.09 2 Havnarbáturin 09.54.00 3 Hoyvíkingur 09.54.04 4 Vágbingur 09.55.06 5 Eysturoyingur 09.58.23 6 Vestmenningur 10.05.06 Rómurin var øgiligur umborð á Nólsoyingi, eftir at teir høvdu vundið burturúr hinum tíggjumannaførunum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20