mikudagur 23. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 23. juni 2004
23
Argjagentur og so allar hinar
Genturnar umborð á
Bliki stóðu heldur
ikki á Sundalags-
stevnuni aftanfyri
hinar vinnararnar hjá
Argja Róðrarfelag
5-MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Í størstu kappingini av
øllum á Sundalagsstevnuni
á Hvalvík leygardagin var
eingin ivi. Genturnar um-
borð á Bliki hjá Argja
Róðrarfelag vóru klárt tær
stinnastu. Á málinum vóru
tær meiri enn eina báts-
longd frammanfyri næstu
kappingarneytarnar.
Blikur var millum teir
fremstu longu í startspurt-
inum. Og tað var skjótt, at
Blikur rann eina bátslongd
frá hinum. Fleiri kappaðust
um næstu plaseringarnar.
Av teimum var tað Fir-
valdur av Tvøroyri, sum var
bestur. Hann var klárt
nummar tvey. Næstan eins
nógv
frammanfyri
teir
næstu, sum Blikur var
frammanfyri Firvald.
Í kappingini um næstu
plássini var tað óvanliga
tætt. Frá Havfrúnni, sum
endaði sum nummar trý, og
aftur til Fípuna Føgru, sum
gjørdist nummar seks, var
munurin eitt stórt sekund
ella minni enn ein hálv
bátslongd.
Sílið, sum vann á Norð-
oyastevnu, var hesa ferð
nummar fýra. Sílið er
framvegis næstfremst í FM
kappingini. Men fjarstøðan
fram til Blik øktist til fýra
stig. Firvaldur og Hav-
frúgvin eru eisini við í
kappingini um heiðurs-
merkini og kanska eisini
meistaraskapin. Men tað er
eingin ivi um, at Blikur,
sum hevur verið so sera
sannførandi á Skálafjørðin-
um og í Sundalagnum, er
best fyri undan fjórðu FM
kappingini, sum verður í
Vági nú leygardagin.
Genturnar
umborð
á
Bliki hava áður vunnið FM,
men nú er tað langt síðani.
Blikur hevur áður vunnið
FM tvær ferðir. Fyrra ferð-
in var í 1984, og seinna
ferðin var í 1986.
Leygardagin eydnaðist
tað Frúnni úr Miðvági at
standa seg betri, enn tær
hava gjørt í hinum báðum
kappingunum. Í sera tøttu
kappingini millum bátar-
nar, sum komu á mál aftaná
vinnarabátin av Argjum og
Firvald, gjørdist Frúgvin
nummar fimm. Harvið fekk
Frúgvin tvífalt so nógv FM
stig, sum tær høvdu framm-
anundan.
5-mannafør, gentur
1 Blikur
05.46.21
2 Firvaldur
05.50.21
3 Havfrúgvin
05.53.13
4 Sílið
05.53.17
5 Frúgvin
05.53.24
6 Fípan Fagra
05.54.18
7 Junkarin
05.57.05
8 Tjaldrið
06.00.00
9 Drekin
06.01.10
10 Ørnin
06.04.04
11 Tekla
06.06.17
12 Spógvin
06.08.10
13 Falkur
06.14.15
14 Hvassin
06.28.06
Í fyrstu atløgu hjálpti
tað einki, at Ion Geol-
gau nú hevur fingið
hjálparvenjara, sum
bara skal hugsa um at
stuðla honum við
besta Fram liðnum
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Tað gongur ikki væl hjá
Fram í íslendsku lands-
kappingini. Eftir hampuliga
góða byrjan hevur felagið,
sum Ion Geolgau er venjari
hjá, og sum hevur Hans
Fróða Hansen og Fróða
Benjaminsen millum spæl-
ararnar, havt tað torført, og
soleiðis er tað framvegis.
Mánakvøldið var fyrsti
dysturin í sjeynda umfar-
inum í íslendsku lands-
kappingini
á
skránni.
Reykjavíkar felagið Fram
vitjaði KR, sum eisini er úr
Reykjavík. KR vann 3-0,
eftir at teir í steðginum
høvdu verið frammanfyri
við einum máli. Talan var
um brotsspark, sum teir
skoraðu uppá, tá ið tað
restaðu seks minuttir av 1.
hálvleiki.
Fram ímóti dystarenda
fekk KR tvey mál afturat. Í
kvøld verða fleiri aðrir
dystir í sjeynda umfarinum.
Eitt nú skulu Julian Johns-
son og ÍA spæla á útivølli í
Keflavík.
Eftir trivaliga sigurin á
Fram er KR næstovast. KR
hevur
verið
íslendskur
meistari tvey tey seinastu
árini. Fram er næstaftast.
Burturúr sjey landskapp-
ingardystum hava teir fing-
ið fimm stig.
At tað ikki er heilt gott í
Fram sæst eitt nú aftur í, at
felagið undan vikuskiftin-
um gjørdi av, at teir skuldu
hava nýggjan mann at taka
sær av næstbesta liðnum.
Frammanundan
hevði
hjálparvenjarin hjá Ion
Geolgau
eisini
havt
ábyrgdina av næstbesta
liðnum. Nú skal hann bara
savna seg um at hjálpa til
við besta liðnum.
Upprunaliga var ásett, at
dysturin millum KR og
Fram skuldi vera klokkan
19.15 mánakvøldið. Men
eisini íslendingar fylgja við
í EM endaspælinum í
Portugal. Orsaka av spenn-
andi
dystunum
millum
Frakland og Sveis og Kro-
atia og Ongland gjørdi ís-
lendska fótbóltssambandið,
KSÍ, av, at dysturin millum
KR og Fram skuldi útsetast
til klokkan níggju. Í góð-
veðrinum seint á kvøldi
longsta dag royndi føroyska
felagið seg á útivølli ímóti
KR, og tað hilnaðist ikki
væl.
FM-STØÐAN 2004
5-mannafør dreingir
1. Blikur
19 stig
1. Spógvin
12 stig
3. Havfrúgvin
12 stig
4. Fípan Fagra
10 stig
5. Tekla
7 stig
5-mannafør gentir
1. Blikur
18 stig
2. Sílið
14 stig
3. Firvaldur
13 stig
6-mannafør kvinnur
1. Jarnbardur
21 stig
2. Páll Fangi
15 stig
3. Lómur
12 stig
6-mannafør menn
1. Jarnbardur
17 stig
2. Sundabáturin
16 stig
3. Gongurólvur
14 stig
8-mannafør
1. Argjabáturin
21 stig
2. Kvívíkingur
14 stig
3. Nevið Reyða
12 stig
10-mannafør
1. Havnarbáturin 19 stig
2. Nólsoyingurin 16 stig
3. Eysturoyingur
9 stig
Fram á botninum
Genturnar umborð á Bliki vunnu enn ein sannførandi sigur, og hesaferð vóru tær heilar tvær bátslongdir framman fyri nummar tvey, ið var Firvaldur av Tvøroyri
Mynd: Álvur Haraldsen
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v - j -
t
mál mál
+/-
stig
1 Fylkir
6
4 - 2 - 0
9
3
6
14
2 KR
7
3 - 2 - 2
9
7
2
11
3 Keflavík
6
3 - 1 - 2
7
9
-2
10
4 ÍBV
6
2 - 3 - 1
10
6
4
9
5 ÍA
6
2 - 3 - 1
7
5
2
9
6 FH
6
2 - 3 - 1
7
6
1
9
7 Grindavík
6
1 - 4 - 1
5
6
-1
7
8 KA
6
2 - 1 - 3
5
6
-1
7
9 Fram
7
1 - 2 - 4
7
11
-4
5
10 Víkingur R 6
0 - 1 - 5
3
10
-7
1
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benja-
minsen og Hans Fróði Hansen (Fram)
23
22
Nr. 117 - 23. juni 2004
Kappingin er minni enn hon plagar at vera
Argjadreingir eru so
mikið stinnir, at FM
kappingin tykist skula
gerast væl minni, enn
hon plagar at vera
ímillum dreingja-
manningarnar
5-MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Dreingjakappingin
hevur
ofta verið tann tættasta og
harvið tann mest spennandi.
Úrslitini í tveimum teimum
seinastu kappingunum hava
greitt bent á, at tað neyvan
verður soleiðis í ár. Nýggi
báturin hjá Kappróðrarf-
elagnum NSÍ, Spógvin, var
fremstur á Norðoyastevnu.
Síðani hevur Blikur vunnið
tvær ferðir, og sigurin hjá
argjadreingjum var so mikið
sannførandi leygardagin á
Sundalagsstevnuni, at argja-
dreingir mugu finna seg í at
verða roknaðir at vera
greiðir favorittar at vinna
FM heitið, sum dreingirnir
umborð á Sílinum hjá Havn-
ar Róðrarfelag hava vunnið
tvey tey seinastu árini.
Leygardagin
vóru
dreingjamanningarnar
í
meiri enn ein tíma í bátun-
um, áðrenn teir fingu høvi
at kappast. Tað eru alt ann-
að enn optimalar umstøður.
Tá ið startskotið var latið
av, var tað mest sum bein-
anvegin, at Blikur fleyg frá
øllum hinum. Á fyrstu tvey
hundrað metrunum vann
hann tað mesta av einari
bátslongd frá kappingar-
neytunum, og so var ongan-
tíð nakað ivamál um, hvør
fór at vinna hesa kapping-
ina.
Spógvin, sum vann á
Norðoyastevnu,
legði
bragdliga fyri, og teir
fylgdu væl við á fyrra part-
inum av túsund metra tein-
inum. Men tað steðgaði
fullkomuliga
upp
hjá
teimum í nýggja bátinum
hjá Kappróðrarfelagnum
NSÍ, og Spógvin var ikki
fremri enn nummar sjey á
málinum. Harvið eydnaðist
honum ikki at fáa stig í FM
kappingini.
Umframt Runavík og
Argir so hava Vestmanna
og Havnar Róðrarfelag ofta
átt stinnastu dreingjamann-
ingarnar. Hesa ferð lá tað
væl fyri hjá vestmanna-
dreingjum umborð á Hav-
frúnni. Teir vóru framvið
beinanvegin, og teir vóru
drúgvastir í rættuliga tøttu
kappingini um næstfremsta
plássið.
Klaksvíksdreingir
og
tvørádreingir vóru eisini
væl við. Tað kundi kanska
bent á, at gamlar kappróðr-
arbygdir sum Tvøryri og
Klaksvík eiga gott í væntu.
Klaksvíkingar kappaðust
við tveimum manningum.
Hesa ferð endaði Tekla á
triðja plássinum hálva aðru
bátslongd aftanfyri Hav-
frúnna,
sum
var
eina
bátslongd aftanfyri Blik.
Firvaldur gjørdist numm-
ar fýra. Munurin frá Teklu
og aftur til hansara var sera
lítil, og munurin frá Fir-
valdi og aftur til hin bátin
úr Klaksvík, Fípuna Føgru,
var ikki meiri enn ein lítil
bátslongd.
Drekin endaði á sætta
plássinum, og Sílið gjørdist
nummar átta og aftanfyri
Spógvan.
Eisini í hesi kappingini
vóru vertirnir rættuliga
blíðir. Báran var aftast.
Blikur hevur ikki vunnið
FM í dreingjakappingini
síðani í 1985, 1988 og í
1989. Tað eru einastu ferð-
irnar, at argjadreingir hava
verið meistarar - higartil.
Avrikini og úrtøkan tvær
tær
seinastu
ferðirnar
kundu bent á, at tað fer at
eydnast Bliki at vinna
fyrsta FM heitið í fimtan ár.
Tað eru framvegis fýra FM
kappingar eftir, og dreingir-
nir umborð á Bliki mugu
finna seg í, at teir verða
mettir at vera favorittar, tá
ið tað leygardagin fer at
verða kappast á Jóansøku
suðuri í Vági.
5-mannafør, dreingir
1 Blikur
05.28.93
2 Havfrúgvin
05.31.40
3 Tekla
05.35.04
4 Fípan Fagra
5 Firvaldur
6 Drekin
05.38.24
7 Spógvin
05.41.72
8 Sílið
05.42.96
9 Kollur
05.45.45
10 Tjaldrið
05.46.93
11 Royndin Fríða 05.47.97
12 Svanur
06.05.23
13 Báran
06.13.75
Tættasti endaspurturin av øllum
Sundabáturin var um
reppið at fáa fatur í
Jarnbardi, sum fyri
aðru ferð á rað var
drúgvastur og nú er
best fyri í tættari FM
kapping
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
FM kappingin millum 6-
mannaførini er rættuliga
spennandi. Tríggir bátar eru
rættuliga væl við í kapping-
ini. Trý stig eru frá Jarn-
bardi á fremsta plássinum
og aftur til Gongurólv, sum
er nummar trý. Jarnbardur
hevur seytjan stig, Sunda-
báturin hevur sekstan stig,
og nýggi Gongurólvur hev-
ur fjúrtan stig.
Á Hvalvík var endaspurt-
urin í hesum róðrinum tann
mest spennandi. Á fyrstu
fimm hundrað metrunum
skiftust bátarnir um at
bjóða seg fram. Sundabát-
urin, sum ikki fekk eins
dyggan start, sum teir á
Jarnbardi og Gongurólvi,
var eina løtu fremstur.
Hann var ein skut framm-
anfyri Gongurólv.
Tá ið bátarnir vóru farnir
um túsund metra málið,
legði Jarnbardur seg á
fremsta plássið, sum teir
vunnu á Skálafjørðinum.
Jarnbardur fór eitt sindur
frá kappingarneytunum, og
ta einu løtuna tóktist tað
sum um, at teir skuldu
vinna trivaligan sigur. Skut-
urin gjørdist til hálva báts-
longd, og hálva bátslongdin
dragnaði eina løtu til trý
kvart bátslongd. Men so
stóð stilt, og á síðstu gott og
væl eitt hundrað metrunum
tók tað orduliga at tødna
aftur.
Orsøkin til ovurstóra
spenningin í endaspurtin-
um var tann, at Sundabátur-
in rættuliga fann stevið
aftur. Eftir at hálvt málið
gott og væl var rógvið, tók
Sundabáturin Gongurólv,
og so settu teir í Norðdepli
og Hvannasundi eftir Jarn-
bardi. Munurin minkaði og
minkaði. Fyri hvørt takið í
endaspurtinum kom Sunda-
báturin longri fram á Jarn-
bard, men teir megnaðu
kortini ikki at taka hann. Tá
ið teir fóru um málstrikuna,
var munurin ein stórur
skutur ella ein heilt lítil
hálv bátslongd.
Harvið
høvdu
fesku
kapprógvararnir umborð á
Jarnbardi, sum higartil so
meistarliga væl hava dugað
at undirspælt sína styrki og
síni evni, enn eina ferð
vunnið.
Nú eru teir fremstir í FM
kappingini. Men gongdin á
Hvalvík legði upp til sera
spennandi kapping í Vági
næsta leygardag. Og tað
kann væl hugsast, at kapp-
ingin ikki bara fer at standa
millum Jarnbard og Sunda-
bátin. Gongurólvur var á
Hvalvík so væl við, sum
hann ikki hevur verið und-
anfarnu ferðirnar. Á øllum
teininum var hann við til at
seta dám á, og á málinum
var hann bara eina stóra
hálva bátslongd aftanfyri
vinnarabátin og ein skut frá
Sundabátinum, sum var
næstfremstur.
Tíggju bátar vóru við í
róðrinum. Lómur av Argj-
um var stinnari í lutfalsliga
tættari kapping um fjórða
plássið
við
Stráluna.
Strandingar lógu væl fyri í
startinum, men tað kiksaði
heilt hjá teimum.
Sandingar, sum eru heilt
nýggir í kappróðrinum,
fingu besta úrslitið higartil.
Teir endaðu á áttanda pláss-
inum
og
vóru
harvið
frammanfyri
bæði
Hósvíking og Hvessing,
sum vóru so mikið gesta-
blíðir á Sundalagsstevnuni,
at teir lótu allar hinar koma
á mál, áðrenn teir fóru um
málstrikuna.
Tað hava verið betri tíðir
í kappróðrinum í Sunda-
lagnum, enn tað eru nú. Í
kappróðrinum gongur tað
hjá smáu feløgunum upp og
niður. Úr dalinum er tað
bara ein vegur, og tað er
upp aftur á tindin. Áhugin í
Sundalagnum er stórur fyri
kappróðri, og tað er ivaleyst
bara ein spurningur um tíð,
nær bátar úr tí økinum aftur
fara at verða at síggjast
millum teir fremstu. Menn-
inir umborð á Hvessingi
vunnu FM í 1999. Hósvík-
ingur hevur ikki verið
meistari síðani í 1987, tá ið
teir vunnu triðja FM heitið
á rað.
6-mannafør, menn
1 Jarnbardur
08.15.19
2 Sundabáturin
08.16.06
3 Gongurólvur
08.17.12
4 Lómur
08.25.07
5 Strálan
08.27.11
6 Sølmundur
08.31.08
7 Víkingur
08.31.22
8 Sandingur
08.42.24
9 Hósvíkingur
08.45.07
10 Hvessingur
08.49.17
Blikur av Argjum legði seg tíðliga í róðrinum á odda, og hann helt allan vegin á mál
Mynd: Álvur Haraldsen
: Menninir umborð á
Jarnbardi vunnu leygardagin
annan sigurin á rað í FM-
kappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22