mikudagur 23. juni 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 117 - 23. juni 2004
Lagt er upp til spenn-
andi dyst í Runavík
Ein dystur í 1. deild
verður leiktur í
Runavík í kvøld, har
NSÍ fær vitjan av
oddaliðnum Skála.
Um skálamenn vinna,
leggja teir aftur sjógv
millum seg og HB,
men vinna runavík-
ingar, eru teir bert
tvey stig frá oddasess-
inum
NSÍ-SKÁLA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Skála hevur tikið øll á bóli í
hesum
kappingarárinum
við at leggja seg á odda í 1.
deild og halda seg har. Men
í kvøld eru skálamenn á
kanska truplastu uppgávuni
higartil í ár, tá ið teir skulu
yvir um fjørðin og dystast
við NSÍ.
Allir mans tøkir
Dysturin millum NSÍ og
Skála skuldi verðið leiktur
sunnudagin, men av tí at
runavíkingar leiktu Inter-
Toto dyst móti Esbjerg
leygardagin, bleiv dysturin
útsettur til í kvøld. Jógvan
Martin Olsen, venjari hjá
NSÍ, sigur, at heimaliðið
hevur alt fólkið tøkt til
dystin, og hann heldur ikki,
at tað er nakar vansi fyri
runavíkingar, at teir leiktu
ein krevjandi dyst leygar-
dagin, tí at tað eru longu
fýra dagar síðani, so tann
dysturin skuldi ikki sitið í
beinunum á spælarunum
hjá NSÍ, heldur Jógvan
Martin Olsen.
Skálamenn hava eins og
runavíkingar alt fólkið tøkt
til dystin móti NSÍ, hóast
onkrir spælarar hava havt
onkrar smærri snuddir at
dragast við í seinastuni.
Johan Nielsen, venjari hjá
Skála, sigur, at dysturin í
Runavík er ein torførur
dystur, eins og allir aðrir,
men teir fara á vøllin fyri at
vinna dystin. Skálavenjarin
heldur, at NSÍ hevur eitt
gott lið, og somuleiðis hava
runavíkingar tørv á stigun-
um. Eins og Jógvan Martin
Olsen, er Johan Nielsen av
teirri áskoðan, at tað ikki er
til fyrimuns fyri nakran, at
NSI leikti krevjandi dyst
móti Esbjerg fyri fýra døg-
um síðani.
Verður hugt eftir hag-
tølunum, so benda tey á ein
sigur til NSÍ. Tær báðar
undanfarnu ferðirnar í fjør
og fyrraárið, at liðini hava
hitst til dyst í 1. deild í
Runavík, er tað heimaliðið,
ið hevur verið við yvir-
lutan. NSÍ hevur vunnið
hesar báðar dystir ávíkavist
3-1 og 2-0. Dysturin í
Runavík í kvøld byrjar
klokkan 19, og dómari
verður Páll Augustinussen.
Nú er eingin ivi long-
ur um, at enskir fót-
bóltsfjepparar hava
fingið sær ein nýggjan
kong, og at kongurin
er 18 ára gamli Wayne
Rooney, sum mána-
kvøldið skeyt Ong-
land í fjórðingsfinal-
una í EM-endaspæl-
inum
BÓLKUR B
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Enska landsliðið spældi seg
við einum 4-2 sigri á Kro-
atia mánakvøldið í fjórð-
ingsfinaluna í EM-enda-
spælinum í Portugal. Stóri
leikarin í dystinum var utt-
an iva 18 ára gamli fram-
herjin hjá Onglandi, Wayne
Rooney, ið veruliga hevur
fingið sítt gjøgnumbrot
undir EM-endaspælinum.
Mánakvøldið skeyt Rooney
tvey av ensku málunum, og
harafturat legði hann upp til
eitt afturat.
Kroatar góvu eingilsk-
monnum ein hvøkk
Eingilskmenn fingu annars
sum váttan vøttin framm-
aná, tí longu tá ið fimm
minuttir vóru leiktir av
dystinum, løgdu kroatar
seg á odda. Ein bóltur var
sendur innfyri, og í fyrstu
atløgu hálvbjargaði David
James í enska málinum
hegnisliga, men Nico Ko-
vac var fyrstur á returinum,
og so var 1-0 til Kroatia.
Tað var tó fyri tað mesta
Ongland, ið stýrdi spælin-
um, og álopini á kroatiska
málið vóru nógv, hóast tað
ikki so ofta endaði í veru-
ligum
málmøguleikum.
Men tá ið fimm minuttir
vóru eftir av fyrra hálvleiki,
bragdaði
endiliga
hjá
onglendingum. Wayne Ro-
oney skallað bóltin upp á
tvørs til Paul Scholes, og so
kundi Manchester United
leikarin
við
høvdinum
skorað á enska landsliðnum
fyri fyrstu í meiri enn trý ár.
Áðrenn farið var til hálv-
leiks, eydnaðist tað eisini
enska liðnum at leggja seg
á odda, tá ið Wayne Rooney
royndi seg við einum skoti
nakað uttan fyri kroatiska
brotsteigin. Bólturin fór
umvegis hondina á kroat-
iska málverjanum, Butina,
og í netið, og so var 2-1.
Helst átti kroatiski mál-
verjin at tikið skotið.
Uppiborin sigur
Í seinna hálvleiki vóru kro-
atar noyddir at satsa eitt
sindur meiri fram eftir vøll-
inum, og tað gav onglend-
ingum betri pláss í kroat-
isku
verjuni.
Wayne
Rooney var enn einaferð
upp á spæl, og eftir hegn-
isligt
samanspæl
við
Michael Owen legði hann
Ongland 3-1, og harvið við
avgerðin meira ella minni
fallin, tí kroatar skuldu
vinna, um teir ætlaðu sær í
fjórðingsfinaluna. Einar 20
minuttir fyri leiklok fingu
kroatar tó eina lítla vón, tá
ið Igor Tudor skallaði
bóltin í mál til 3-2, men tað
gingu tó einans nakrir fáir
minuttir, so svaraði Ong-
land aftur. Frank Lampard
fekk nógv pláss at reka í
kroatisku verjuni, og tá ið
Chelsea-miðvallarin slapp
til skot, sendi hann bóltin
framvið Butina í kroatiska
málinum til 4-2, sum eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Ein uppiborin sigur til Ong-
land, sum í fjórðingsfin-
aluni skal dystast við EM-
vertirnar úr Portugal.
Henry søkti Sveits
Hin dysturin í bólki B
mánakvøldið var millum
Frakland og Sveits. Við
einum javnleiki var Frak-
land tryggjað sess í fjórð-
ingsfinaluni, og tað sá eis-
ini leingi út til, at dysturin
fór at enda javnur, men
Thierry Henry vildi tað
øðrvísi.
Zinedine Zidane legði
europameistararnar á odda,
tá ið hann skallaði bóltin í
mál eftir eitt hornaspark í
20 minutti, men einans seks
minuttir seinni skrivaði
sveitsiski landsliðsleikarin,
Johan Vonlanthen, seg í
søgubøkurnar sum tann
yngsti málskjúttin í einum
EM-endaspæli nakrantíð, tá
ið hann javnaði til 1-1. Von-
lanthen tók harvið metið
frá Wayne Rooney, ið setti
tað, tá ið hann skoraði móti
júst Sveits í farnu viku.
Fraklendingar vóru við
yvirlutan tað mesta av
dystinum, men teir noydd-
ust at bíða rættuliga leingi,
áðrenn Thierry Henry av-
gjørdi dystin við tveimum
málum til endaliga úrslitið
3-1 til Frakland.
Við sigrinum á Sveits
tryggjaði Frakland sær
fyrstaplássið í bólki B, og
fraklendingar skulu tí dyst-
ast við grikkar í fjórðings-
finaluni, meðan onglend-
ingar, sum áðurnevnt, skulu
dystast við Portugal.
Ongland-Kroatia 4-2
(2-1)
0-1 Nico Kovac
1-1 Paul Scholes
2-1 Wayne Rooney
3-1 Wayne Rooney
3-2 Igor Tudor
4-2 Frank Lampard
Frakland-Sveits 3-1 (1-1)
1-0 Zinedine Zidane
1-1 Johan Vonlanthen
2-1 Thierry Henry
3-1 Thierry Henry
Rooney er kongurin
EM-endaspælið í fótbólti
Bólkur A
v
t
d
v - j -
t
mál
mál
+/- stig
1 Portugal
3
2 - 0 - 1
4
2
2
6
2 Grikkaland
3
1 - 1 - 1
4
4
0
4
3 Spania
3
1 - 1 - 1
2
2
0
4
4 Russland
3
1 - 0 - 2
2
4
-2
3
Bólkur B
v
t
d
v - j -
t
mál
mál
+/- stig
1 Frakland
3
2 - 1 - 0
7
4
3
7
2 Ongland
3
2 - 0 - 1
8
4
4
6
3 Kroatia
3
0 - 2 - 1
4
6
-2
2
4 Sveis
3
0 - 1 - 2
1
6
-5
1
Bólkur C
v
t
9
d
v - j -
t
mál
mál
+/- stig
1 Svøríki
2
1 - 1 - 0
6
1
5
4
2 Danmark
2
1 - 1 - 0
2
0
2
4
3 Italia
2
0 - 2 - 0
1
1
0
2
4 Bulgaria
2
0 - 0 - 2
0
7
-7
0
Bólkur D
v
t
d
v - j -
t
mál
mál
+/- stig
1 Kekkia
2
2 - 0 - 0
5
3
2
6
2 Týskland
2
0 - 2 - 0
1
1
0
2
3 Holland
2
0 - 1 - 1
3
4
-1
1
4 Letland
2
0 - 1 - 1
1
2
-1
1
Spennandi verður at síggja, um Alexandar Jovevic og NSÍ fara
at megna at koppa oddaliðnum Skála, tá ið liðini hittast í
Runavík í kvøld
Savnsmynd
C
M
Y
K
24
Nr. 117 - 23. juni 2004
25
Heimarøktin í Norðoyggjum
Deildarleiðarar
Søkt verður eftir leiðara til Sambýlið á Heygnum og Sambýlið í Bøgøtu,at byrja 1.
august ella eftir avtalu.
Sambýlið á Heygnum er nýtt og opnaði í apríl 2003 og hevur 16 búpláss meðan
Sambýlið í Bøgøtu opnaði í 1998 og hevur 10 búpláss.Búfólkini í báðum sambýl-
unum hava tørv fyriumsorgan, røkt og støðugari hjáveru.
Sum leiðari hevur tú ábrygdina av at tað einkulta búfólki fær eitt trygt og gott lív.
Harumframt skal leiðarin, saman við starvsfólkunum og búfólkunum, skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing,áliti og umsorgan fyri tí einstaka
búfólkinum.
Leiðarin skal standa fyri tí fakligu og fyrisitingarligu ábyrgdini av heiminum.
Dentur verður lagdur á,at umsøkjarin hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
og at skaffa sær vitan innan eldraøki. Hevur evni og vilja at samstarva á øllum
økjum, er sjónligur í sínum leiðarastarvi og dugir at fáa síni sjónarmið fram.
Søkt verður eftir Sjúkrarøktarfrøðingi ella einum fólki við breiðari heilsufakligari
útbúgving og helst við leiðsluroyndum.
Starvið í Sambýlinum á Heygnum er eitt fulltíðarstarv og á Sambýlinum í Bøgøtu
er eitt 1/2 tíðarstarv sum kann kombinerast við annað arbeiði í Heimarøktini.
Náttarvakt
Tænastan er nýggj og verður skipað í mun til tørvin í økinum. Tænastan skal
veitast til fólk, sum búgva heima og/ella inni á stovni. Í Norðoyggjum hava vit
hesar stovnar: Norðoya Røktarheim, Sambýlið í Bøgøtu og Sambýlið á Heygnum.
Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingum og/ella heilsurøktarum sum:
• hava hug og hegni til at verða við í einari skipan,sum er í menning og broyting
• sum ynskja at brúka teirra útbúgving og førleika best møguligt
• hava royndir í at arbeiða sjálvstøðugt og helst innan fyri tað primera økið
• evna at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd
• duga at samskifta
• góð samstarvsevnir og vera før fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum
Vit bjóða:
• eitt nýtt starv við møguleika fyri at skipa og menna starvsinnihald
• eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum sjúkrarøktarfakligum uppgávum
• eitt gott arbeiðsumhvørvi
• eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt arbeiði
Setanar og lønarviðurskifti:
Talan er um starv við setanarstað í Heimarøktini og við ábyrgd mótvegis
økisleiðaranum.
Áhugað kunnu venda sær til økisleiðsluna tlf. 457243.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn við neyðugum prógvum skal stílast til:
Heimarøktin í Norðoyggjum
Bøgøta 34 · 700 Klaksvík
Umsóknarfreist 8. juli 2004.
Landsbankin
pdf.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
25
Búskaparfrøðingur
Landsbankin søkir eftir búskaparfrøðingi.
Arbeiðsuppgávur:
Skriva frágreiðingar um føroyskan búskap og fíggjarviðurskifti. Annars at arbeiða
við øðrum slagi av kunning, ma. umvegis heimasíðu landsbankans.
Aðrar uppgávur snúgva seg um, at arbeiða við búskaparmyndli og at arbeiða við
at menna føroyska kredit- og kapitalmarknaðin.
Arbeiðið er býtt í ábyrgdarøki, men stovnurin er lítil og uppgávurnar breiðar. Tí
verður nógv arbeiði gjørt í verkætlanum, eins og tað er skiftandi.
Førleiki:
Umsøkjarar skulu hava kandidatprógv í búskaparfrøði ella aðra líknandi
útbúgving.
Løn:
Eftir avtalu við støði í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingarfelagið.
Tíðarfreist o.a.:
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Sigurd Poulsen, stjóra
(sigurd@landsbank.fo) ella Jens Erik Magnussen, undirstjóra
(jem@landsbank.fo) um fleiri upplýsingar á tlf. 318305.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu saman við neyðugum upplýsingum
um útbúgving og størv sendast landsbankanum áðrenn 02.08.2004 kl 16:
Müllers Hús - Gongin
Postrúm 229 - FO-110 Tórshavn
E-postadr.: landsbank@landsbank.fo
Landsbanki Føroya er bankasamband landsins. Hann umsitur gjaldføri og
stendur fyri lántøku landsstýrisins og samstarvar við aðrar myndugleikar og
almennar stovnar.
Landsbankin virkar fyri tryggum fíggjarviðurskiftum í landinum. Bankin skal tí
halda seg kunnaðan um fíggjarmarknaðarviðurskifti og samstarva við
fíggjarstovnar og landsstýrið um hesi viðurskifti. Lýsingar av búskapinum eru
týðandi liður í hesum uppgávum. Sí eisini heimasíðuna http://landsbank.fo