týsdagur 12. august 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og hvítt
– Eg trúgvi, at friður kemur at valda millum Ísrael og Palestina um eini fimm til tíggju ár. Men tað
krevur, at báðir partar ynskja frið og góðtaka hvønn annan, sigur Tommy Petersen. Hann hevur
búð í Føroyum í 40 ár, men síðstu tvey árini hevur búð í Eysturjerusalem, har hann hevur verið
ráðgevari hjá palestinsku stjórnini viðvíkjandi uppbygging av kommunalu umsitingini.
Óli Jákup Jacobsen
Tommy Petersen er føddur
og uppvaksin í Danmark,
men hann flutti til Føroya í
1974. Hann treivst so mikið
væl í Føroyum, at hann hevur
búð her síðani. Síðstu árini
hava konan og hann tó í fleiri
skiftum verið uttanlands í
longri tíðarskeiðum í arb
eiðsørindum. Í løtuni eru tey
í Palestina, har harða stríðið
millum Ísrael og Palestina
síðstu vikurnar hevur kostað
um 2000 mannalív. Sambært
Tommy kunnu bæði Pale
stina og Ísrael lastast fyri
sorgarleikirnar.
Búsetti seg í Føroyum
Tommy hevur havt sín upp
vøkstur í danska býnum
Næstved uttan fyri Keyp
mannahavn.
– Eg varð 24 ára gamal
liðugt útlærdur sum sosial
ráðgevi í 1974 og sá eina lýs
ing eftir sosialráðgevara at
arbeiða við sálarveikum. Tað
var í føroysku deildini hjá
Åndsvageforsorgen,
sigur
Tommy.
Her møtti hann eini
somuleiðis danskari gentu,
sum seinni gjørdist kona
hansara. Hóast bæði eru
donsk, trivust tey so mikið
væl, at tey hava valt at havt
fastan bústað í Føroyum
síðstu 40 árini.
– Sonur okkar plagdi at
siga, at vit bæði eru donsk,
meðan hann er føroyingur.
Í byrjanini hevði eg sum so
ikki konkretar ætlanir at
búgva her restina av lívinum.
Aftaná eitt ár umhugsaðu
bæði konan og eg hvør sær,
hvørt vit skuldu halda fram
í Føroyum ella ikki. Vit vóru
rættiliga tilvitað um, at vit
ikki ynsktu at blíva fremm
and í bæði Føroyum og í
Danmark, sum tað hendir
fyri summar útisetar, sigur
Tommy, sum seinni mill
um annað gjørdist stjóri í
Sjóvinnustýrinum, tá Skipa
eftirlitið og Føroya Skipa
skráseting løgdu saman.
Hóast Tommy við familju
hevur havt fastan bústað í
Tommy býr í Palestina:
Jerusalem, høvuðsstaðurin í Ísrael, sum er ein sera heilagaur býur fyri bæði jødar og muslimar. Al-Aqsa moskan
við gylta takinum til vinstru verður millum muslimar sædd sum triðheilagasta moskan í heiminum.
Stríðið er
ikki svart