Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90 Før­oyum, hevur hann síðstu 15 árini framvegis havt eitt ynski um aftur at arbeiða úti í heimi sum ráðgevi. – Í 1999 fóru konan, tvey av børnunum og eg til Nepal í eitt tríáraskeið gjøgnum danska felagsskapin DAN­ IDA, ið er ein fe­lags­skapur undir danska Utt­an­ ríkisráðnum. Í 2003 fór eg síðani til Irak, tá kríggj var brostið á, og var eg har ein­ sam­allur í seks mánaðir, tí man av trygdarávum ikki kundi hava familjuna við. Frá 2004 til 2008 vóru vit í Kairo, og síðani 2012 hava vit tvey eini verið í Palestina alt gjøgn­um DANIDA. Arbeiðir fyri palestinsku stjórnina Síðsta hálvtannað árið hava Tommy og konan búð í Eysturjerusalem, meðan Tommy arbeiðir í Palestina. – Eg arbeiði fyri pal­est­ insku stjórnina, har eg í høv­ uðs­heitum ráðgevi henni í komm­unalum viðurskiftum um miðspjaðing og upp­ bygg­ing av eini burðadyggari komm­unalari umsiting. – Vit búgva í Eyst­ur­ jerusalem, men eg arb­ eiði í Ramallah á Vest­ ara Áarbakka, sum er fyri­bilshøvudsstaður í Pal­ estina, ið liggur einar 15 kilometrar uttan fyri Jeru­ sa­lem. Eysturjerusalem er arabiski parturin av Jeru­sa­ lem og liggur skamt við Vest­ ara Áarbakka. Vit hava tí til dag­ligt mest samband við pal­estinar. Sjálvsagt hava vit eis­ini samband við ísraelar, men tað hevur ikki verið í fak­ligum samanhangi, men sum ferðafólk. Harafturat eru vit nógv saman við øðr­ um útlendingum, sum eru í arb­eiðsørindum í Palestina á sama hátt sum eg. – Hetta hálvtannað árið í Ísrael og Palestina hava fyri okkara viðkomandi ver­ ið ógvuliga góð og gev­andi. Fakliga er arbeiðið spenn­ andi og mennandi, og í tí priv­ata lívinum hevur tað eis­ini verið áhugavert. Ísrael og Palestina er eitt vakurt øki, og vit hava ferðast nógv og tískil eisini upplivað nógv. Fyrr var stríðið meira svart og hvítt Tá ein sitir fleiri túsund kilo­ metrar frá einum stríði og lesir og hoyrir um tað gjøgn­ um pennar og linsur hjá fjølmiðlafólki, er tað lætt at gera sær eina meining, sum ikki er væl grundað í veru­ leikanum. Harafturat velja fólk – eisini í Føroyum – eina av báðum síðunum, sum man stuðlar so at siga treyta­leyst. – Eg upplivi ofta, at fólk velja sær annan partin ”at halda við”. Antin er man fyri Ísrael, ella er man fyri pal­est­ inum. Áðrenn vit fluttu til Ísrael, hevði eg tað eitt sind­ ur á sama hátt, men ein slík uppbýting, har annar part­ ur­in skal hava allan rættin og hin hava allan órættin, er heilt burtur við. – Sum eg havi livað mitt í stríðnum, havi eg lært, at báð­ir partar eiga sín part av skul­d­ini. Hvønn morgun lesi eg palestinsk bløð umframt Jeru­salem Post fyri at vita, hvat hendir bæði í Palestina og Ísrael. Eg havi fingið nógv meira innlit í hetta málið og dugi at síggja, at tað hevur nógv fleiri gráar nuansur enn áður hildið, sigur Tommy avgjørdur. Ísrael argar og provokerar Hóast báðir partar eiga sín lut í stríðnum, metir Tommy, at Ísrael hevur eina serstaka ábyrgd, sum teir ikki liva nóg væl upp til. – Í stríðnum eru tveir part­ar, men tað serstaka við Ísra­el-Palestina stríðnum er, at annar parturin er nógvar ferð­ir sterkari enn hin. Gaza, Hamas og palestinska stjórn­ in í Ramallah á einu síðuni megna lítið, meðan Ísrael á hin­ari síðuni hevur ein tann sterk­asta herin í heiminum væl stuðlaður av USA. Tí ligg­ur eisini ein ávís ábyrgd á teimum at fara meira menn­ iskja­liga fram, men høgu deyðs­tølini siga eina aðra søgu. Í 1993 varð ein avtala orð­að, sum fekk navnið Oslo avtalan, har Yit­zhak Rabin, ísraelskur for­ sætismálaráðharri, og Yas­ ser Arafat, formaður í PLO, samd­ust um at arbeiða móti friði. Ein partur av hesi av­ talu var, at Ísrael arbeiddi fyri at fáa allar ísraelskar bú­ set­ingar í Vestara Áarbakka – sum er tann palestinski lands­luturin – burtur innan fimm ár. – Tá Oslo Avtalan varð gjørd, vóru 150.000 ísraelskar bú­seterar á Vestara Áar­ bakka. Í dag eru 350.000 har. Við øðrum orðum hevur Ísra­ el gingið beint ímóti Oslo Av­taluni og í staðin fyri at minka um búsetararnar, eru teir meira enn tvífaldaðir hesi 21 árini. Ísrael siga seg vera noydd at geva fleiri ísra­ el­um meira búpláss á Vestara Áar­bakka fyri at stabilisera við­urskiftini í Palestina, og teir halda seg hava ein søgu­ lig­an rætt til tess. – Hetta argar og øsir tó pal­estinar meira enn nakað ann­að, og teir føla seg kroyst­ ar av Ísrael. Harafturat hev­ ur Ísrael gjørt ein múr um Vestara Áarbakka og Gaza. Ísrael hevur eisini vald­ið yvir eitt nú vatn- og streym­ veit­ingini, sum teir kunnu steingja í tíð og ótíð, og tað ger, at palestinar føla seg kúg­aðar. Tað ber til at siga, at Palestina er vorðið eitt fongs­ul, sum Ísrael hevur her­sett, sigur Tommy. Palestina er býtt upp í trý sløg av økjum, A, B og C øki. Í A økinum ráða palestinar full­komiliga bæði sivilt og trygd­arliga, í B økinum ráða pal­estinar sivilt, men Ísrael ráða trygdarliga, meðan í C økinum ræður Ísreal full­ komiliga bæði sivilt og trygd­ ar­liga. Hetta uppbýtið ger, at pal­estinar bert hava ræði yv­ ir einum triðingi av tí landa­ øki, sum varð tillutað teim­ um í 1993 í Oslo. framhald á næstu síðu Tommy Petersen, sum hevur búð í Føroyum síðstu 40 árini, ráðgevur palestinsku stjórnini. – Stríðið millum Ísrael og Palestina er ikki so svart og hvítt, sum fleiri vilja vera við, sigur Tommy.