Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 framhald Ísrael rætt til at verja seg Ein av stóru ræðslunum, sum nógv­ir ísraelar hava verið noydd­ir at upplivað gjøgnum ár og dag, eru tær mongu sjálv­morðsbumburnar, sum hava dripið fleiri ísraelar. Hes­um kundi Ísrael ikki liva við. – Frá 2000 til 2005 brustu eitt ótal av sjálv­morðsb­ umbum í Ísrael, sum spjaddi ótta og ræðslu mill­um fólkið. Tað ber væl til at skilja, at Ísrael valdi at handla. Táverandi for­set­is­mála­ráð­ harr­in, Ariel Sharon, valdi at byggja ein múr rundan um Gaza og Vestara Áarbakka. Hatta var logiskt sæð vid ísra­elskum eygum og kanska eis­ini neyðugt fyri Ísrael fyri at verja seg. Eftirfylgjandi er tal­ið av sjálvmorðsbumbum svunn­ið niður í onki. – Nakrar túsund rakettir eru eisini skotnar inn í ísra­ elsk øki síðstu árini, og tað er sjálvsagt heldur ikki nak­að, Ísrael kann liva við. Men tað skal viðmerkjast, at rakettirnar eru rættiliga vána­ligar, og nógvar blíva nið­urskotnar í luftini, sigur Tommy. Hamas møguliga mist stuðulin Í 2006 var val í Palestina, og vinnarin av valinum var yv­ irgangsfelagsskapurin Ham­ as. Men úrslitið varð ikki við­urkent av Ísrael, USA og EU, sum førdi til, at Hamas vórðu kroystir frá valdinum. Teir megnaðu tó at halda fast í Gaza, og Palestina var tá í tveimum: Gaza stýrt av Ham­as og Vestari Áarbakki stýrd­ur av Fatah. – Hamas hava kanska ikki ver­ið bestu leiðararnir fyri Gaza, og teir hava eisini brúkt nógv av pengunum sera illa. Leiðsl­an í Hamas verður tó rokn­að fyri at vera rættiliga ókorr­upt, og teir hava skipað fyri sosialum tiltøkum fyri at bøta um viðurskiftini hjá íbúgv­ unum. Tá tað so er sagt, brúk­ar Hamas størsta partin av sínum fíggjarliga stuðli, sum í høvuðsheitum kemur frá Iran og Qatar, til vápn og tunnlar í staðin fyri at brúka hann til uppbygging av landinum. – Tað hevur ikki verið eitt demo­kratiskt val á Vestara Áar­bakka og Gaza síðan 2006 uttan eitt kommuuval, sum varð hildið á Vestara Áar­ bakka í 2012. Man veit tí ikki rætti­liga í dag, hvør er tann sterk­asti politiski bólkurin. Summi meta hóast tapini og sorgarleikirnar í Gaza, at hesi hava styrkt støðuna hjá Ham­as millum palestinar, tí teir hava víst Ísrael mót­ støðu. Onnur meta, at fólk eru so troytt av kríggi, at Ham­as hevur mist stuðulin. Bert eitt val kann avgera tað. Ein forðing fyri friði í Mið­ eystri hevur verið, at Pale­ stina hevur sum áður nevnt ver­ið í tveimum. Men í apríl í ár valdu Hamas og Fatah at samstarva, og tað er ikki fall­ ið í góða ísraelska jørð. – Størsti parturin av heims­samfelagnum ynskti, at palestinsku partarnir løgdu saman, so tað var lætt­ari at samstarva og semj­ast. Men Ísrael og USA síggja Hamas sum ein yv­ ir­gangsfelagsskap, og teir for­dømdu hetta samstarvið, sig­ur Tommy. Ísrael farið út um mark 8. juli kunngjørdi Ísrael, at teir vóru byrjaðir hern­að­ arálopið ”Operation Pro­ tec­tive Edge”, sum millum ann­að innibar bumbing av hernaðarligum málum. Síðsta mánaðin hava um 2000 palestinar og einir 70 ísra­elsmenn latið lív. – Fleiri viðurskifti hava ført til hetta stríðið. Eitt nú blok­ada frá Egyptalandi og Ísra­el av Gaza, vaksandi tal av rakettálopum frá Hamas móti Ísrael, burturføring og dráp av trimum ung­ um ísraelum og einum palest­inskum unglinga og fongsl­ing av nærum øllum Ham­as leiðarum á Vestara Áar­banka. Eitt førir til tað næsta, og skjótt er støðan versn­að til tað, sum vit eru vitni til í dag, tí báðir partar vilja vísa seg sum tann sterk­ ara. – Báðir partar hava sín part av skyldini, og støðan er ikki einføld at hava støðu til, tí hvat var fyrst hønan ella egg­ið? Báðir partar hava po­ eng, sum geva meining. Men Ísra­el sum tann nógv sterk­ ara hernaðarliga maktin eig­ur at vísa meira atlit. Tað snýr seg um proportiónir, og Ísra­el er farið alt ov langt. Tað vitna deyðstølini um. Sum nakað serstakt ger ísra­elski herurin ein innsats at fortelja sivilfólkinum ant­ in við uppringing ella flyers, flog­bløð, at teir leypa á eitt ávíst mál. – Tað er sjálvandi eitt gott til­tak at upplýsa íbúgvunum um álopini, men hvar skulu fólk­ini fara? Gaza er eitt ev­ arska lítið øki svarandi til ein fjórðing av Føroyum við á leið 1,8 milliónum fólk­um. Tað búgva tískil yv­ir 5000 fólk á hvørjum kvadr­at­kilo­ metri. Í Føroyum eru um 30. Fólkini kunnu ikki fara nakra­staðni, so ávaringarnar hjá Ísrael eru á ein hátt falsk­ ar, sigur Tommy. Friður um 10 ár – men ongin rættvísur friður Tommy er bjartskygdur við­ víkj­andi eini friðarloysn í mest umtalaða stríði í nýggj­ ari tíð. – Meginparturin av íbúgv­unum í bæði Ísrael og í Palestina ynskir frið. Eini 60 procent í báðum pørtum ynskja, at vápnini verða løgd, og at ein tveirstata loysn verður gjøgnumførd. Hesi tølini skulu tó takast við fyrivarni, tí tey broytast eft­ir teimum skiftandi við­ur­ skift­unum. Við tí er ikki sagt, at fólkini elska hvønn annan, men at flest teirra orka ikki meira stríð, deyða og ótta. Frið­ur er funnin í økjum, sum ongin hevði dugað ímynd­að sær, so hví skal tað ikki eisini bera til í Palestina. Frið­ur verður nokk ikki í ár, ei heldur næsta ár, men vón­ andi og væntandi innan tey næstu fimm til tíggju árini. – Trupulleikin í dag er, at víðgongdu partarnir í báðum pørtum eru so sterk­ir og hava so nógv vald, og kríggs­ mask­inurnar báðu megin mark­ið eru væl smurdar. Stóri og hóvligi meirilutin hoyr­ist ikki nóg væl í løtuni. Ísrael og serliga Jerusalem er ikki bara eitt land og ein bý­ur. Jerusalem verður sædd­ur sum ein tann mest heil­agi staðurin hjá bæði ísra­elum og hjá palestinum. – Eysturjerusalem verð­ur ein tann størsti trup­ul­leikin at loysa í eini frið­ar­sam­ ráðing. Har er ógjørligt at skilja atrúnað og politik at, og hann hevur ótrúliga stór­ Ísrael sett á stovn: Í 1948 viðtók ST at við­ur­kenna ein ísraelskan stat í økinum, har Ísra­el er í dag. Áðrenn 1948 var økið undir bretsk­um hervaldi, har palestinar búðu. ST legði longu í 1947 ætlanir um at býta Pale­stina í ein jødiskan og ein arabiskan part. Avtalan innibar, at jødarnir fingu 56 procent av økinum, meðan palestinar fingu 44 procent. Ísraelar vóru nøgdir við upp­deilanina, meðan palestinar hildu seg hava rætt til alt landið og vrakaðu tískil avtaluna. Arabisku grannalondini stuðl­aðu palestinum, sum hevur ført til eina ørgrynnu av kríggjum fram til dagin í dag. Palestina og Ísrael: Í Ísrael eru 75-80% av íbúgvunum jødar, meðan umleið 20 % eru ar­abarar. Kendastu býirnir í Ísra­el eru Jerusalem, Tel Aviv og Haifa. Pale­stina er í tveimum økjum: Gaza, sum er ev­arska lítið, og Vest­ari Áarbakki, sum er væl størri. Síðan 2006 hevur Palestina ver­ið í tveimum, har Hamas hevur havt ræðið í Gaza, meðan Fatah hev­ur sit­ið við valdið á Vestara Áarbakka. Kend­astu býirnir í Vest­ara Áarbakka eru Betle­hem, He­b­ron og Ramallah. Tað liggur í kort­unum, at henda uppdeilingin fer at vera grundarlagið undir tveir­stata loysn­ini, sum flestu – bæði palestinar og ísra­el­ar – ynskja. Stríðið millum Kort yvir Palestia (brúnt) og Ísrael (hvítt) í 1948 og í dag. Í 1948 varð økið, har Ísrael er, deilt, soleiðis at jødarnir fingu 56 prosent, meðan palestinar fingu 44 prosent (kortið til vinstru). Aftaná Seks- Daga Kríggið í 1967 yvirtók Ísrael ein størri part av Palestina (kortið til høgru).