týsdagur 12. august 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90
Palestina og Ísrael í stuttum
Oslo Avtalan í 1993:
Nógvar avtalur hava verið gjørdar
millum Palestina og Ísrael, men
ein tann týdningarmiklasta er Oslo
Avtalan í 1993. Eitt, sum gjørdi
hesa avtaluna so serliga, var, at
Yasser Arafat, palestinski leiðarin,
fyri fyrstu ferð viðurkendi rættin
hjá Ísrael at vera til. Í stuttum
snúði Oslo Avtalan seg um, at
Ísrael skuldi trekkja seg meira og
meira úr Palestina í býti við frið.
Millum annað skuldi Ísrael minka
um ísraelskar búsetingar í Vestara
Áarbakka.
Sjálvmorðsbumbur,
múrurin og blokadur:
Frá 2000 til 2005 var eitt ótal
av sjálvmorðsbumbum, har
palestinar lótu seg í bumbuvestar
og sprongdu seg sjálvar í luftina
millum sivil mál í Ísrael. Til tíðir
hendi hetta hvørja viku, og spjaddi
hetta ræðslu í Ísrael. Í 2005 varð
ein múrur liðugt bygdur, sum skilti
Ísrael frá Palestina, og síðani
er talið á sjálvmorðsbumbum
minkað niður í næstan onki.
Ein baksíða við múrinum er, at
palestinar føla seg innilæstar, og
hetta forðar fyri góðari ferðslu og
fíggjarligari menning. Harafturat
hevur Ísrael valdið yvir streym- og
vatnveitingini í økinum.
Heilaga Jerusalem:
Bæði jødar og arabarar meta
Jerusalem sum ein tann týdn
ingarmiklasta og heilaga staðin,
sum er. Ein uppbýtan av Jerusalem
verður tí sæð sum ein av teimum
torførastu knútunum at loysa í
eini friðarsamráðing. Hjá arabarum
og muslimum er Al-Aqsa
moskan, sum liggur í Jerusalem,
triðheilagasti staður í heiminum.
Hjá jødum er Jerusalem heilagur
vegna templið hjá Salomon
umframt alt annað, sum er skrivað
í Gamla Testamenti um býin.
Palestinar eru ónøgdir við:
At Ísrael brýtur Oslo avtaluna,
sum var at minka um ísraelskar
búsetingar í Palestina. Í staðin
hava ísraelar økt um búsetararnar
frá 150.000 til 350.000.
Harafturat føla palestinar seg
innilæstar av múrinum. Summ
ir palestinar ynskja Ísrael heilt
burtur, tí teir vóru ikki har áðrenn
1948.
Ísraelar eru ónøgdir við:
At Gaza verður stýrt av Hamas,
sum er ein yvirgangsfelagsskapur.
Hamas brúkar ein stóran part av
fíggjarligu orkuni upp á vápn og
tunnlar at fremja yvirgang á ísrael.
Síðstu árini hava túsundvís av
rakettum verið sendar úr Gaza inn
Ísrael bæði í krígs- og í friðartíð.
Summir ísraelar halda, at Ísrael
skal hava valdið heilt til Jord
anánna og Deyðahavið.
Operation Protective Edge:
8. juli leyp Ísrael á Gaza, sum
inntil víðari hevur kostað úti við
2000 mannalív. Ísrael bumbar
hernaðarlig mál so sum vápna
goymslur og tunnlar, men økið er
so tætt fólkað, at ógjørligt er at
ikki raka sivil. Hamas velur eisini
at hava hernaðarlig mál millum
sivilar bygningar, sum eisini hevur
ført sítt til tey høgu deyðstølini.
Ísraelski herurin kunnar sivil fólk,
áðrenn bumbað verður, so tey hava
tíð at flýggja. Trupulleikin er tó, at
tey sum oftast ongastaðni hava
at fara. Orsøkin til hetta kríggið
er millum annað burturføringin
og drápið av trimum ísraelskum
tannáringum og einum palestinsk
um drongi fyrr í ár.
an týdning fyri báðar partar.
Tað verður eingin rætt
vísur friður í Palestina, tí
báðir partar fara at føla seg
hava fingið ov lítið.
– Treytirnar fyri friði eru
sjálvsagt ymiskar hjá báðum
pørtunum. Í báðum pørt
um ynskja fleiri alt landið,
men tað letur seg ikki gera.
Summir palestinar siga, at
teir eiga landið, tí teir búðu
har áðrenn 1948, meðan
summir ísraelar siga, at teir
eiga landið, tí Gud gav teim
um tað, sum tað stendur í
Bíbliuni. Eftir mínum tykki
skulu vit gloyma alt, sum
hendi áðrenn 1948, tí vit
mugu taka støðu til, hvussu
tað er í dag. Sjálvsagt eru
ein rúgva av øðrum viður
skiftum, sum gera seg gald
andi, og tí fer friðurin ikki at
kennast rættvísur fyri nakr
an, sigur Tommy.
Palestina-Ísrael
sum ein perla
Bæði palestinar og ísraels
menn tapa hvønn dag við
tí áhaldandi krígnum, sum
hevur plágað íbúgvarnar tey
síðstu áratíggjuni.
– Ein friður hevði verið
win- win. Ísrael og Palestina
høvdu veruliga kunnað verð
ið ein perla í Miðeystri, tí
landið er so náttúruvakurt
og hevur nógv gott og áhuga
vert at bjóða. Eisini er hatta
økið eitt tað mest fram
komna
innan
útbúgving
og tøkni samanborið við
grannalondini.
– Í mínum hugaheimi
hava Ísrael og Palestina ein
lagnufelagsskap, sum sam
antvinnir tey á ymiskan hátt.
Tí noyðast tey at loysa hetta
stríðið skjótast gjørligt, sigur
Tommy, sum metir týdning
armiklasta treytin fyri friði
vera viljan til frið. Og hann
hevur meirilutin.
Yitzhak Rabin, Bill Clinton og Yasser Arafat, tá Oslo Avtalan varð gjørd í 1993.