týsdagur 12. august 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. august 2014 · Nr. 90
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Ringt er at byggja borð fyri
báru, er eitt gamalt før
oyskt hugtak, sum Eyðun
Joensen endurtekur nakrar
ferðir undir samrøðuni við
Sosialin.
Kanska serliga tá tað kem
ur til fakið sálarfrøði, er ringt
at seta tvær strikur undir eitt
roknistykki, men tað er rími
ligt at siga, at skipanin hevur
svikið, um maðurin, sum nú
er skuldsettur fyri mann
dráp, hevur gjørt seg sekan í
hesum undir einum viðgerð
ardómi. Tað er hinvegin ikki
so, at pílarnir peika ein veg.
Nógvir ymiskir myndugleik
ar eru uppi í, tá ein tílík av
gerð verður tikin, og evstu
ábyrgd
fyri
mentalkann
ingini hevur Retslægerådet,
sum hevur eftirlit við øll
um mentalkanningum, sum
verða framdar.
Í sambandi við, at maðurin
var mentalkannaður í 2012,
vísti kanningin, at honum
einki feilti. Eftir ráðførslu frá
Kriminalforsorg, psykiatri og
sálarfrøði er dómarin komin
fram til, at ein kombineraður
viðgerðardómur var tað, sum
hóskaði seg best til mann
in, sum hevði trúðað við
at drepa 60 fólk og hevði
sett eld á fimm ymisk støð í
Gistingarhúsinum í Øravík.
Harumframt skeyt hann
rundanum seg og skeyt eftir
politinum, eins og hann
koyrdi runt við eini øks, sum
hann hamraði niður á biltak
ið, meðan hann koyrdi. Eftir
hendingina, mintist hann
lítið og einki, og hann segði
sjálvur, at tað slóg klikk.
Summi tola
ikki alkohol
Tað er møguligt, at maðurin
er mentalkannaður í edrúum
tilstandi, og at hann í veru
leikanum átti at verið kann
aður, meðan hann var ávirk
aður, heldur Eyðun Joensen.
- Vit vita, at summi fólk
ikki tola alkohol. Eins og
summi ikki tola sukur ella
jod, eru tað nøkur, sum ikki
tola alkohol. Fáa tey alkohol,
eisini í smáum mongdum,
slær tað klikk, og av tí at tað
hendir tíðliga, tað vil siga,
sjálvt við lítlari promillu, so
er førleikin ikki skerdur, og
tey eru enn før fyri at gera
stóran skaða, sigur Eyðun
Joensen.
Tað er vanligt, at fólk
verða meira frí og summi
verða vinsæl. Onnur verða
ill í brennivíni, men fyri tey
flestu er galdandi, at eftir
eina tíð byrja tey at missa
motoriska
førleikan.
Tey
verða lin og fáa hug at leggja
seg, og tískil hendir ikki tað
stóra við, at tey drekka seg
full.
- Tað eru eini 8-9 diagnos
ur tengdar at alkohilsmu,
og ein av teimum er ”pato
logiskur rúsur”. Tað merkir,
sjúkligur rúsir, og tað er
ein feilur í heilanum, sum
ger, at viðkomandi slætt og
rætt ikki tolir alkohol. Við
komandi kann uppliva, at tað
slær klikk, uttan at hann ella
hon hevur drukkið serliga
nógv. Vitið er burtur, peran
sløknar, men kroppurin rigg
ar enn, og tá kann tað vera
lívsfarligt, sigur Eyðun Joen
sen.
Eigur at siggjast
í kanning
Er hetta galdandi, eigur tað
at síggjast í eini mentalkann
ing.
- Tað er gjørligt, at gera
mentalkanningar, har tað
sæst, um ein persónur hevur
ein tílíkan feil í heilanum,
sigur Eyðun Joensen. Tað
verður
gjørt
undir
sera
kontrolleraðum umstøðum
á einum sjúkrahúsi og und
ir læknahond. Tú gevur við
komandi alkohol, so hann
hevur somu promillu, sum
hann hevði, tá brotsverkið
varð framt, greiðir Eyðun
Joensen frá.
Við at taka blóðroynd,
kann Politiið ofta rokna
út, hvat promillan hevur
verið, tá viðkomandi fram
di
brotsverkið.
Tað
ber
sostatt til at enduskapa
umstøðurnar og gera ymisk
ar royndir við persóninum,
meðan hann er ávirkaður. Á
tann hátt ber til at saman
bera, hvussu persónurin ber
seg at, tá hann er ávirkaður,
við hvussu hann ber seg at,
tá hann er edrúur, sigur Eyð
un Joensen.
Um niðurstøðan er, at við
komandi simpulthen hevur
eitt heilabrek, sum merkir,
at hann ikki tolir alkohol,
hevði man helst tikið atlit til
hetta í dóminum av manni
Drápsmálið í Hvalba
Hetta eigur i
Um hvalbingurin, sum er skuldsettur fyri manndráp, er sekur, hevur hann undir einum viðgerðardómi
framt mansmorð. Tað er rímiligt at siga, at skipanin onkursvegna hevur svikið, um so er, heldur Eyðun
Joensen, pensioneraður kliniskur sálfrøðingur, sum tó ikki vil lasta sínar fyrrverandi starvsfelagir