Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. august 2014 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 num. Tað hendir eitt nú, at fólk verða dømd til at taka antabus. Summi taka tað tvær ferðir um vikuna, tá tey koma til samrøður hjá Kriminalforsorgini, og onnur fáa tað operera inn í húðina. Hetta hevði helst eisini havt ávirk­an á, hvussu leingi maðurin skuldi vera undir eftir­liti. - Gongur væl, eru sam­ røð­ur­nar ikki líka ofta eftir eitt ár. Tað er galdandi um vi­ð­komandi fungerar væl, hev­ur starv, heldur seg edrú­ an og alt gongur gott. Men sjálvsagt, um við­kom­andi simpulthen ikki tolur at vera fullur, kann vera hildið eyga við honum í longri tíð. Sum­ mi eru undir eftirlitið alt lív­ ið, sigur Eyðun Joensen. Onnur læra at handfara støðu­na sjálvi, við at tey velja eitt betri lív. Ofta verður hild­ ið, at eftir nøkur ár, kann viðkomandi klára tað sjálv­ ur, ella man fær onkran nær­ hendis viðkomandi at standa fyri tí. Tað kann vera ein avvarandi ella ein arbeiðs­ gevari. Vanligt at døma til antabus - Endamálið við einum við­ gerð­ar­dómi er at tryggja hetta samfelagið og okkum øllum ímóti teimum, sum ikki tola at drekka. Í mínari tíð, hev­ur tað verið vanligt, at geva fólki antabus, so tey ikki tola at drekka. Tað kann gerast soleiðis, at tey taka tað, tá tey komu til samrøðu. So prátaði tú við tey eina løtu, fyri at tryggja, at tað ikki reyk útaftur fimm minuttir eftir. Á tann hátt ber til at tryggja, at viðkomandi ikki drekkur, sigur Eyðun Joen­sen. Hann leggur dent á, at tað ofta riggar væl við við­gerð­ar­dómum. - Tað frøddi meg almikið, nú eg var og helt ein al­ menn­an fyrilestur um mental­kann­ingar, at fleiri av teim­um, sum hava fingið við­ gerð­ar­dóm fyri 20 og 25 árum síða­ni vóru til staðar. Tey hava havt eitt gott lív, og tað vís­ir, at tað ofta riggar, sigur Eyð­un Joensen og leggur aftr­at: - Tað snýr seg ofta um at velja tað góða lívið. Tað kann vera mo­ti­va­tiónin hjá ein­um per­sóni, at vel­ ja familju­na og starv­ ið. Mín fyrr­verandi starvs­felagi Árni segði van­liga, at tað, sum rigg­aði best var, um fólk vórðu um­vend. Kombineraður dómur vanligt Tað er bert í serliga grovum til­burðum, at fólk verða mental­kannaði. Eitt nú, um tey hava framt eldáseting, gjørt seg ógvusliga inn á síni meðmenniskju, sum í drápsroynd ella morði, ella framt kynsligan ágang. Dóm­ar­in ráðførir seg við sálar­frøð­ing, psykiatara og krimi­nal­forsorgina, men tað er dó­m­arin, sum einsamallur døm­ur. - Mentalkanningin vís­ ir ikki, um ein persónur er sek­ur ella ikki. Hon vís­ir, hvør revsing er best hósk­ andi. Ofta enda fólk, sum eru mentalkannaði, við at fáa ein viðgerðardóm, og ofta riggar tað væl. Er við­kom­andi ikki klárur yvir, hvat hann ella hon hevur gjørt, verða tey ofta ikki dømd fongsulsrevsing, men við­gerð. Tað er eisini vanligt við einum kombineraðum dómi, tá mett verður, at tað gevur besta úrslitið. Til døm­is er tað vanligt, at um ein persónur eitt nú hevur fing­ið trý ár fyri siðamisbrot, so fær viðkomandi bjóðað at fara í viðgerð, tá hann ella hon hava sitið í tvey ár. Viðgerðartíðin skal tó vera nakað longri, enn tann fongsils­tíð­in, sum er eftir. Tað k­ann eitt nú vera tvey ár í við­gerð, ístaðin fyri eitt ár í gegli­num. Ungi hval­ bing­ur­in fekk bert hálvt­annað ár, og sat einans inni í teir fimm mán­að­ir­nar, sum hann hevði ver­ið varð­halds­fongsl­að­ur, tá hann fekk dóm­in. Drápsmálið í Hvalba kki at henda Ringt er at byggja borð fyri báru er gott føroyskt orðatak, sum lýsir støðuna væl, sigur Eyðun Joensen pensioneraður kliniskur sálarfrøðingur. Hann hevur verið við til at gera umleið 100 mentalkanningar, og heldur, at tað er rímiligt at siga, at skipanin hevur svikið, um ungi hvalbingurin hevur dripið ein mann, undir einum viðgerðardómi