týsdagur 12. august 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Abbi hevur altíð verið nógv
rundanum okkum børn. Har
sum hann var, vóru vit eisini
og tað hendi altíð okkurt
stuttligt tá abbi var nær.
Á ólavsøku vóru omma og
abbi klár at passa okkum og
altíð var tað líka hugnaligt.
Tað var fast, tá vit svóvu
hjá ommu og abba, at abbi
fór við okkum heim í Activ
at keypa bomm og so morg
unbreyð dagin eftir, skons
ella giffil.
Fastur siður á jólum var,
at vit øll fóru oman til ommu
og abba at gera marsipan-
konfekt. Tá livdi abbi mitt
í verðini tí tá kundi hann
vísa síni kynstur sum gamal
bommkókari. Har sótu vit øll
við borðið og rullaðu marsi
pankúlur og gjørdu konfekt,
og abbi stóð og yvirtrekti alt
við sjokolátu. Allur køkurin
klebraði, men tað, sum var
týdiningarmikið akkurát tá,
var at vit vóru saman og vit
hugnaðu okkum.
Altíð var nógvur tónleikur
rundanum
abba.
Hann
spældi gittara, orgul og sang
fyri okkum og hann lærdi
nógv frá sær. Hetta minn
ast vit aftur á sum ógvuliga
hugnaligar løtur.
Omma og abbi hava altíð
havt stóran og flottan hava.
Serliga minnast vit abbasa
lítlu heimagjørdu drívhús við
gularótum og jarðberum. Vit
sluppu at hjálpa og vit vóru
øll við at taka upp. Nógv tíð
varð brúkt í havanum, bæði
til spæl og havaarbeiði.
Tey av okkum børnum,
sum hava gingið í Eystur
skúlanum, fóru oman í Ham
arsgøtu í døgurðasteðginum.
Tað var so hugnaligt at fara
oman og tey høvdu altíð
syrgt fyri einum góðum bita
til okkum.
Á Bókamiðsøluni hevur
abbi arbeitt meginpartin av
lívi okkara. Vit sluppu javnan
at hjálpa til á Bókamiðsøluni
og nógv av okkum hava eisini
arbeitt har í summarfrítíðini.
Bøkur manglaðu ongantíð
heima hjá abba. Hann las
nógv fyri okkum og har vóru
allar bøkur ein kundi ynskja
sær.
Abbi hevur altíð verið
áhugaður í ítrótti. Bæði til
svimjikappingar og hond
bóltsdystir var abbi trúfastur
fjeppari og hugdi ofta eftir
okkum.
Nógv eru minnini og
tey fáa øll smílið fram. Á
nýggjárinum keypti abbi
eina rúgvu av fýrverki til
abbabørnini, og hann elskaði
tá vit komu oman, so slapp
hann at senda eitt sindur
av fýrverki upp í luftina og
vera barn saman við okkum
eina løtu. Fiskitúrarnir á
Boðanesi og á Molanum
vóru eisini hugnaligir og sita
fast i minninum.
Abbi var, og er enn ímynd
in av einum perfektum
abba. Akkurát soleiðis sum
ein abbi skal vera. Hann var
altíð glaður og positivur, og
hevði eitt lætt, ungt og ker
ligt sinnalag.
Hesa seinastu tíðina var
abbi móður og hevði ikki
nógva orku, men kortini var
hann støðugt klárur við eini
stuttligari viðmerking, tað
humoristiska misti hann
ikki – tað fekk sjúkan ikki
tak á.
Góða omma. Í abba hevur
tú mist ein góðan mann. Tú
og abbi vóru altíð so góð
og ein kann ikki annað
enn ynskja sær eitt so ríkt
kærleiksband sum tykkara.
Tómrúmið er stórt, men vit
eru øll her hjá tær, omma.
Saknurin er ómetaliga
stórur og sorgin nívir, men
vit hava nógv góð minnir at
gleðast um, sum vit goyma
væl í okkara hjørtum. Sum
abbi sjálvur sang í sanginum
niðanfyri: ”Og eg smílist, tó
hjarta mítt grætur”.
Tá ið skýming um landið seg
sveipir,
rennur heimið mítt fram fyri
meg,
og eg smílist, tó hjarta mítt
grætur;
tí hvørt kvøld kemur longsul
á meg.
:,: Skjótt tey ljósini tendra
harheimi,
- ljós, sum minnini vekja í
mær -
og til teirra í dreymum eg
sveimi,
sum mær eru so innarlig
kær. :,:
Hvíl í friði elskaði abbi. Takk
fyri alt.
Abbabørnini
Til minnis um okkara elskaða abba
Otto C. Dam – Otto í Vikanum
í Porkeri – bleiv 86 ár. Hann
hevði góða heilsu, men í
seinastuni var hon farin at
bila, og nú legði hann árarnar
inn. Eftir sita konan Ingrid,
børnini Herman, Maiken og
Jonna, og fýra abbabørn.
Otto og Ingrid, sum er ættað
úr Nólsoy, búsettust í Havn,
men fluttu seinni út á Argjar,
har tey hava búð síðani.
Otto er tann persónur,
sum eg havi arbeitt longst
saman við í mínum lívi. Tað
bleiv til meira enn 50 ár. Tað
byrjaði, táið vit sum stýri
menn fóru eftir nýbygda
trolaranum Vágbingi í no
vembur 1959 í Viana do
Castello í Portugal. Har vóru
vit saman til árslok í 1963.
Síðani byrjaði tað aftur í 1968,
og í 1969 keyptu vit saman
við øðrum ídnaðartrolaran
Vónina, sum var nýbygdur
í Eysturtýsklandi, og tað
vardi meira ella minni alla
tíðina, til hann fyri fáum
árum síðani legði frá sær. Vit
vóru báðir í nevndini fyri P/f
Vónina. Trolaran høvdu vit í
26 ár, men tað var serstakliga
trolarbeiði, vit koma at starv
ast saman um.
Vit byrjaðu at arbeiða upp
á trol í 1971 í einum kjallara í
Fuglafirði, og tað vant upp
á seg alla tíðina, til felagið
var selt í 2005, men vit komu
báðir at starvast har aftaná
tað, og nú er felagið broytt
soleiðis, at tað er partur av
einum altjóða felagi, sum
eitur VON, sum hevur ein
umsetning upp á umleið 350
milliónir krónur. Felagið er
framvegis føroyskt.
P/f Vónin er tvær ferðir
vald til ársins virki, og tað
er millum aðrar Otto fyri at
takka. Hann var leiðari av
deildini í Havn frá 1970 áru
num, og hann var ein framúr
góður trol- og trolaramaður
og visti, at um nakar vildi
hava trolgreiðir frá honum,
so skuldi tað vera gjørt av
einslistum. Hann gekk ikki
upp á kompromis á nakran
hátt við góðskuni og vanda
ligum arbeiði, og hann var
góður til at tillaga trolini, so
tey gjørdust betri og fiski
ligari. Eg vil siga, at hann
kanska meira enn nakar
annar legði eitt støði, sum
gjørdi, at allir trolaramenn,
bæði á brúgv og dekki og í
landi litu á, at tað, sum kom
frá Vónini, var kvalitetur. Tað
eru ikki fáir menn, sum bera
Otto, at hann hevur vant teir
upp til trolaramenn. Teir eru
komnir at arbeiða hjá Otto
sum ungir dreingir, og hann
hevur lært teir upp, so teir
eru vorðnir álitismenn bæði
á sjógvi og landi, og mangir
sigla sum stýrimenn og
skiparar í dag. Hetta, at teir
hava verið á trolvirkinum,
ger, at teir hava skapt eitt
“back feed” báðar vegir, sum
er sera virðismikið fyri báðar
partar.
Otto visti frá ungum
árum av, hvat tað var at hava
ábyrgd. Pápi hansara doyði í
bestu árum frá stórum barna
flokki, og har stóð Otto sum
tann, sum ikki minst mátti
taka ábyrgd av familjuni,
og tað gjørdi hann í størsta
álvarsemi. Otto tók eisini
sína trúgv á Gud í álvara og
vísti við sínum lívi tað, sum
svaraði til hansara trúgv.
Eg fari at minnast Otto
sum vin og arbeiðsfelaga við
takksemi og stórari virðing.
Olaf Olsen
Minningarorð um Otto C. Dam