Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Heðin Mortrensen tíðargrein síða 8 Eingin meining í at avtaka kommunur Sirið Stenberg Kjak síða 9 Eldri eru eing­in byrða Umsíðir tykist greitt, at ein loysn er á veg, sum kann tryggja, at privatu fjøl­miðl­ar­nir ikki skulu kappast við Kring­varp Føroya – tað vil siga tað al­menna – um lýsingarpengar. Løgmaður segði í ólavsøkurøðuni, »at eitt fjølbroytt miðlalandslag er týdn­ing­ar­mik­ið fyri at tryggja eitt væl­virk­andi fólkaræði«. Hann vísti á, at landsstýrið ar­ beið­ir við broytingum í lógini um Kring­varp Føroya, sum geva bæði Kring­varp­i­num og privatu miðl­i­ num betri karmar. – Eitt nú er ætlanin at gera Kring­varp­ið leyst av lýs­ing­ar­inn­ tøk­um fyri at tryggja óheftni og javn­ari kapp­ing, segði løgmaður. Sambært Bjarna Djurholm, for­ manni í mentanarnevnd løg­tings­ ins, so skulu hesi orð takast bók­s­ tav­iliga, tí hann hevur longu tos­að við landssstýrismanninum í ment­a­ mál­um um at finna ein leist, hvussu Kring­varpið kann fáa endurgjald fyri mistu lýsingarinntøkurnar. Her i Miðlahúsinum fegnast vit sjálv­andi um, at verulig politisk hand­l­ing er handan orðini hjá løg­ manni. Og hóast talan als ikki er um at stuðla eini privatari vinnu – men bara ein grundleggjandi norm­ al­i­se­r­ing av viðurskiftum, sum fyri lang­ari tíð síðani átti at verið fingin upp á pláss, so er tað eitt framstig fyri fjøl­miðlavinnuna. Fjølmiðlar og fólkaræði hoyra sam­an. Kjak og kritiskur jour­n­al­i­ stikk­ur eru grundarlag fyri fólka­ ræði­num. Tí eigur tað almenna ikki at leggja fjølmiðlum fótonglar, men held­ur at stuðla teimum í sín­ um arbeiði, sum er ein støðu fólka­ ræð­is­til­gongd. Tað er heldur ikki av ongum, at nógv lond í heiminum – ikki minst okkara grannalond, Norð­ur­lond, brúka so nógvar pengar upp á at stuðla blaðútgávu og fjøl­miðla­ virk­semi. Fjølmiðlarnir í Danmark fingu í fjør 377 milliónir krónur í beinleiðis stuð­uli til redaktionelt arbeiði. Bløð sum Ekstra Bladet, BT og Børsen – bara fyri nevna nøkur, fingu upp í góð­ar 33 milliónir krónur í part í stuðuli til sínar red­ak­ti­ónir. Runt roknað til føroysk við­ur­ skifti, so svarar hesin parturin av miðla­stuð­l­i­num í Danmark til á leið 4 mill­i­ón­ir krónur í Føroyum. Tað hevði sjálvandi fløvað á fleiri red­ak­ti­ónum í Føroyum. Fyrsta stigið fyri privatu miðl­ arnar í Føroyum er at koma upp á 0 – at vit ikki skulu stríðast við tað al­menna um lýsingar. – Vit fegnast, tá ið hetta málið er rokkið. Geva miðlum betri karmar Sangleikurin ”GREASE” verð­ ur frumframsýndur í Norð­ ur­land­a­húsinum 7. nov­em­ bur 2014. Fyri tveimum árum síðani var føroyski sangleikurin Au­ d­i­t­i­on á skránni. Hetta var ein ser­føroysk uppseting, tá bæði tón­leikur, sangtekstur og drama høvdu føroyskan upp­runa. Hesuferð verður ein sera navn­framur sangleikur á skránni. Í november mán­að í ár fara næmingar úr mið­ náms­skúlunum at fram­føra sangleikin GREASE í Norð­ur­ landa­hús­inum. Sangleikurin GREASE, sum teir báðir Jim Jacobs og War­ ren Casey skrivaðu, var frum­ fram­førd­ur í Chicago í 1971. Leik­ur­in bleiv heimskendur í sam­band við filmin av sama navn­ið í 1978, við leikarunum John Travolta og Olivia New­ ton-John. Navnið Grease vís­ ir til serstaka arbeiðara-ung­ dóms­mentan í USA í 50´unum – fólk­ini nevndu seg ”greasers”. Leik­urin lýsir 10 tannáringar í hesi mentan, teirra lív og baks við torskildan kærleika. Tón­ leikurin og sangirnir royna at endurskapa ljóðið av 50´unum í USA, sum eisini óivað hevur ljóm­að í Føroyum. Ein av grundarsteinunum und­ir sangleikunum hevur ver­ið Rútmiska kórið í Hoy­ døl­um. Fyrireikarar av verk­ ætl­anini eru eisini Tekniski skúl­in í Tórshavn, Føroya Hand­ils­skúli, Tórshavnar Mu­s­ikk­skúli og Føroya Stud­ e­ntaskúli o­g HF-skeið Upp­tøk­u­royndir vera 23 & 24 aug­ust. Øll áhugað kunnu senda mail til sangleikur@ gmail.com Minst til at skriva navn, adressu, telefonnummar, aldur og skúla í umsóknina. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 21/8. Leikrøð: SKEYK (1997), GOD­SPELL (2002), JÓSEF (2004), FAME (2006), HAIR (2008), JESUS CHRIST SUP­ ER­STAR (2010), AUDITIÓN (2012). Framføra Grease í Norðurlandahúsinum Komandi skúlaár ganga seks fleiri næmingar í fólka­ skúl­an. Í fyrstu flokkunum eru 18 fleiri næmingar enn sein­asta skúlaár. Tá skúlarnir byrja aftur mána­dagin fara 715 børn í skúla á fyrsta sinni. Skúlablaðið skrivar, at av teim­um 715 børnunum fara 30 í fyrsta flokk í frí­skúl­u­ num, sum eru. Skúlin, sum tek­ur ímóti teimum flestu næm­ing­unum í 1. flokki, er Skúl­in við Løgmannabreyt, sum fær 50 næmingar. Í 13 skúlum er talið á næm­ingum, sum fara í 1. flokk, lægri enn 10. Hóast tosað verður um lækk­andi barnatal, so hevur talið á næmingum, sum fara í 1. flokk, verið ógvuliga støðugt síðstu árini. • Í 2013 fóru 697 næm­ing­ ar í 1. flokk • Í 2012 fóru 750 næm­ing­ ar í 1. flokk • Í 2011 fóru 749 næm­ ingar í 1. flokk • Í 2010 fóru 740 næm­ing­ ar í 1. flokk Í skúlaárinum, sum nú byrj­ar, ganga 7.024 næm­ ing­ar. 178 teirra ganga í frí­ skúl­um. Í fjør var samlaða talið 7.018 næmingar. 715 børn í fyrsta flokk mánadagin Landsstýrið tekur nú málið um fjølmiðlarnar í álvara Silja og Mike í sangleikinum Auditión frá 2012 1. floks næmingar úr Hoyvíkar skúla