Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Løgreglan nærkast ein­um avgerandi punkti í kann­ing­ ara­rbeiðinum í dráps­máli­ num í Hvalba leygar­dagin í síðstu viku. Tað váttar Jón Klein Olsen, kann­ing­ar­leið­ ari. – Ja, tað er rætt, at vit hava funnið ein knív á gern­ ings­staðnum. Spor eru á knívi­num, og nú verður analy­s­erað, um knívurin er gern­ings­vápnið, sigur Jón Klein Olsen. Kanningararbeiðið fer fram í Danmark, og kann, sam­bært Jón Klein Olsen, taka dagar ella vikur. Tað vald­ast teknisku sporini á knívi­num, sum ein so­nevnd­ ur DNA-profilur skal gerast út frá. Jón Klein Olsen ynskir ikki at fara í smálutir við, hvat slag av knívi, talan er um. Og hann vil heldur ikki út­greina, um skuldsetti mað­ uri­n sambært teoriini hjá løg­regluni hevði knívin við sær inn á gerningsstaðið. – Tað er ov tíðliga siga nak­að um enn, sigur Jón Klein Olsen og vísir til kann­ ingar­arbeiðið, sum fram­vegis er ígongd. Serfrøðingar úr Danmark hava síðstu dagarnar hjálpt løg­regluni í Føroyum at kanna tilburðin í Hvalba, sum verður roknað sum eitt dráps­m­ál. Í grundlógaravhoyring sunnu­dag­in var ein 23 ára gamal maður skuldsettur fyri at hava stungið 36 ára gamla Hjalm­ar Holm við knívi, tríggj­ar ferðir í hálsin. 23 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri manndráp, og er fyribils varð­halds­ fongsl­að­ur til 5. september. Tað er ikki bara nevndi knív­ur­in, ið er sendur til Danmarkar til nærri kann­ ingar. Sambært kann­ingar­ leiðara­num eru fleiri onnur, tekn­isk spor send til víðari kann­ingar. – Hesi spor verða í løtu­ ni kannað í Danmark. Av­ bjóð­ingin er síðani at knýta spor­ini til sjálvan tilburðin, greiðir Jón Klein Olsen frá. Avhoyringar Sambært kann­ing­ar­leiðara­ num gongur kann­ingar­ arbeiðið væl. Higartil eru nógv fólk avhoyrd í máli­ num, men enn eru fleiri av­ hoyr­ing­ar eftir at gera. Ein stór veitsla var í Roynhøllini í Hvalba kvøldið fyri tilburðin, og tí eru nógv fólk, ið kunnu vita okkurt, ið kann hjálpa løg­regluni at greina, hvat fór fram tímarnar áðrenn løg­reglan klokkan 11:15 leyg­ ar­d­agin fekk boðini um deyðs­fall í einum sethúsum í Hvalba. Stutt eftir fráboðanina vórðu tveir mans handtiknir. Annar var 23 ára gamli mað­ urin, ið sunnudagin varð skuld­settur fyri manndráp og framvegis situr varð­ halds­fongslaður. Hin var 39 ára gamli maðurin, ið eigur sethúsini, har tilburðurin fór fram. 39 ára gamli mað­ urin varð stutt eftir latin leys­ur aftur, og er ikki undir ill­gruna. Síðani tilburðin hava nógv­ar søgur gingið um, hvat skal vera farið fram í sethúsinum í Hvalba hesa lagnuløtu, ið kostaði Hjalmari Holm lívið. Søgur­ nar spenna víða – alt frá ein­ um morgunballi til at skuld­ setti skal hava sníkt seg inn á offrið, meðan hesin lá og svav. Løgreglan vil framvegis ikki í smálutir, vísandi til kanningararbeiðið, ið fram­ vegis er ígongd. Løg­reglan vil held­ur ikki upplýsa, um ella hvat samband var millum skuld­setta og offrið, ella um nøk­ur teori er um motiv. Held­ur ikki ynskir løgreglan at upplýsa, júst hvar skuld­ setti varð handtikin. – Hetta eru alt spurningar, ið framvegis eru fevndir av kanningararbeiðinum, og sum eg tí ikki fái upp­lýst nærri um. Eg kann tó siga so mikið, at vit í kann­ingar­ar­ beiði­num ganga á slóðini hjá gernings­manninum og royna at skapa eina heildarmynd av støðuni, sigur Jón Klein Olsen. Sambært kann­ing­ar­ leiðara­num eru framvegis av­hoyr­ingar eftir at gera, og tað a­v­markar eisini hansara møgu­leikar at fara í smálutir við upp­lýsingum um málið. Umframt knívin hevur løg­reglan eisini funnið onnur tekn­isk spor, sum møguliga kunnu nýtast sum prógv í ein­um komandi rættarmáli. – Talan er um fleiri tekn­ isk spor, sum í løtuni verða kannað nærri av ser­frøð­ ingum í Danmark. Av­bjóð­ ingin er síðani at knýta spor­ini til sjálvan tilburðin, greið­ir Jón Klein Olsen frá. Sethúsini, har tilburðurin fór fram, eru framvegis av­ byrgd. Og tað koma tey at vera í eina tíð afturat. – Tað verður gjørt fyri at trygg­ja møgulig teknisk spor, ið kunnu fáa týdning seinni í kann­ingar­arbeiðnum, sigur Jón Klein Olsen. Líkskurður, obduktión, er gjørdur av 36 ára gamla Hjalmari Holm, og tað verður eisi­ni nýtt sum próvførsla, tá málið einaferð kemur fyri í Føroya Rætti. Jón Klein Olsen ynskir tó ikki at upp­ lýsa, hvat líkskurðurin vísir. – Nei, tað má bíða. Í samband við grund­lógar­av­ hoyr­ingina av 23 ára gamla manni­num kom fram, at offr­ið varð stungið tríggjar ferð­ir. Tað verður nærri út­ grei­n­að og lýst, tá málið ke­m­ ur fyri í rættinum, sigur Jón Klein Olsen. Drúgt Hóast kanningararbeiðið gongur væl, so dugir kann­ ing­ar­leiðarin enn ikki at meta um, nær málið er klárt at leggja fyri rættin. – Vit arbeiða við at skipa kanningararbeiðið eftir einari tíðarlinju, men mál av hesum slag eru rætti­liga kompleks og nógv kann­ ingar­arbeiði skal gerast, sig­ ur Jón Klein Olsen og dylir ikki fyri, at løgreglan roynir at binda um heilan fingur: – Tá vit hava handtikið ein persón, sum í dag er skuldsettur fyri manndráp, so skal próvtilfarið vera full­ komi­liga vatntætt. 23 ára gamli maðurin varð eftir grund­lóg­ar­av­ hoyr­ing sunnu­dagin varð­ halds­fongsl­aður í fýra vik­ ur. Men Jón Klein Olsen ger longu nú greitt, at løg­regl­ an fer at biðja um at fáa varðhaldsfongslingina long­ da, tá hon gongur út tann 5. sep­tem­ber. – Kanningararbeiðið verð­ur ikki liðugt longu 5. sep­tem­ber. Tað er ógjørligt, stað­fest­ir Jón Klein Olsen. Kanningarleiðarin vátt­ar í sama viðfangi, at bara ein persónur er undir ill­gruna fyri at hava framt brots­verk­ ið. Tað er 23 ára gamli maður­ in, sum longu er skuld­sett­ur fyri manndráp. – Í kanningararbeiðinum eru sjálvandi allar hurðar opn­a­r. Men tað er rætt, at 23 ára gamli maðurin er tann ein­as­ti u­ndir illgruna, sigur Jón Klein Olsen. Líkskurðurin av Hjalmari Holm var liðugur á middegi hós­dag­in, og tey avvarandi hava nú høvi at fylgja sínum kæra til hansara síðsta hvíld­ ar­stað. Jarðarferðin verð­ur úr Vestur­kirkjuni í Havn sein­na­part­in fríggja­dag­in. Drápsmálið í Hvalba Morðvápnið funnið Løgreglan hevur funnið ein knív, sum helst er morðvápnið í syrgiliga tilburðinum í Hvalba leygardagin. – Kanningararbeiðið gongur væl, men enn er langt á mál, sigur Jón Klein Olsen, kanningarleiðari