Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hon hevur ikki havt ein lætt­ an og góðan upp­vøkstur. – Tað var ein hending í familjuni sum førdi til, at eg flutti heiman ífrá tá eg var 14 ára gomul. Eg vil ikki koma nærri inn á, hvat tað var sum hendi, men tað hevði nakað við hann, sum eg tá trúði var pápi mín, at gera. Hann var ongantíð góður við meg, og eg skilti tað ikki, sigur Rose Johenson. Hon búði hjá vinum frá 14 ára aldri, og mammusysturin vitjaði hana javnan. – Hon hevði hesa myndina av Ova. Tá mamma fann út av, at Ove ikki kom aftur, skræddi hon myndina og tveitti hana í ruskspannina, men mammusysturin fann myndina og bjargaði henni til mín, sigur Rose Johenson. Hon visti ikki rættiliga, hvat hendi í familjuni hjá Rose. – Men tá hon kom at vitja meg, eftir at eg var rýmd heimanífrá, hevði hon við sær ein lokk av hárinum hjá Ova, sum hon hevði goymt. Hon greiddi mær frá, hvør pápi mín var, og hví eg hevði havt so ringan uppvøkstur, sigur Rose Johenson. Hon hugsaði ofta, hví hes­ in maðurin, sum hon kallaði fyri pápa, fór so illa við henni. Men tá mammusysturin so greiddi henni frá rætta sam­an­hanginum, fór hon til mammu sína at spyrja nærri, hvør pápi sín var. – Tá segði mamma mín við meg, at hon ongantíð hevði ætlað at sagt mær tað, men maðurin á myndini var pápi mín, sigur Rose Johenson. Ove Joensen kom til Fiji í 1975, og har møtti mamma Rose honum á einari mat­ stovu. Ove spældi tá við ein­ um orkestri saman við Ken Jensen. – Hann var tá tónleikari og plagdi at spæla upp á harmoniku, og hendan dagin, mamma var á matstovuni, var Ove har eisini, og hann læt eina viðmerking falla um vakra langa hárið, sum mamma hevði. Mamma vendi sær og sá, at Ove hevði eina gulltonn, og hevði eina við­merking um tað. Eftir hetta vóru tey saman, líka til Ove fór av Fiji aftur, sigur Rose Johenson. Afturvendandi dreymur Soleiðis hittust tey bæði. – Tá Ove so fór av Fiji aft­ ur segði mamma mín við hann, at hon var vorðin upp á vegin, og hann lovaði henni, at hann kom aftur. Men hann kom ongantíð aftur, sigur Rose Johenson. Seinni fekk hon tó pusli­ spælið at ganga upp. – Hann hevði jú sína familju her í Nólsoy, og hevði nógv at gera fyri síni. Og eg veit ikki, kanska hann trúði ikki mammu míni, at hon var upp á vegin, tí hon hevði bert gingið í tveir mánaðir. Men sama ger, mamma segði mær tá frá um pápa mín, og líka síðani eg var 14 ára gomul, havi eg leitað eftir honum, esigur Rose Johenson. Hon fór til donsku am­ bassad­una í Fiji við hesi mynd­ini av Ova, men eingin kundi hjálpa henni. – Hvørja nátt droymdi eg hendan løgna dreymin, har eg stóð á einum stórum steini, og eg hoyrdi aldurnar. Á hesum brúna steininum græt eg alla tíðina, men eg skilti ikki hví, sigur Rose Johen­son. Hon spurdi mammu sína, hvat hesin steinurin hevði at siga. – Eg var ísakøld, men hon visti ikki, hvat dreymurin hevði at siga. Tó droymi eg hendan sama dreym av og á enn, sigur Rose Johenson. So var tað eins og okkurt segði henni, at hon skuldi fara til Australia. – Tað var ein rødd innan í mær, sum segði: Far til Australia, far til Australia. Eg veit ikki hví, sigur Rose Johenson. Men hon gjørdi tó av at lurta eftir hesi røddini, og í 2000 flutti hon so til Australia. – Eg mundi vera um 20-21 ára gomul um tað mundið, sigur Rose Johenson. Peilaði seg inn á Ova Tað gekk drúgv tíð, men so einaferð varnaðist hon, at mamma hennara hevði stav­að eftirnavnið hjá Ova skeivt. – Hann æt jú í veru­leik­ anum Ove Joensen, men mamma mín hevði stavað eftir­navnið Johenson á føði­ brævinum hjá mær, og tað var orsøkin til, at mín leitan eftir honum ikki hevði givið nakað úrslit, sigur Rose Johen­son. Hon búði og arbeiddi so í Australia á Gold Coste, og í 2008 átti hon so eina dóttur. – Tríggjar mánaðir eftir hetta byrjaði Facebook so at koma fyri seg, og har var ein donsk síða á har, so eg post­ aði myndina av Ova á Face­ book hvørja viku og spurdi, um nakar kendi hendan mann­in, og endiliga var tað ein, ið nevndist Rógvi, ið mail­aði til mín á Facebook og spurdi, hvussu eg kendi hend­an mannin, sigur Rose Johen­son. Hon svaraði, at hetta var pápi sín, og at hon hevði leit­ að eftir honum so ógvu­liga leingi. – Hann skrivaði ikki aftur í fleiri dagar, og eg var so spent og ivasom. Hvat hend­ ir, hann kennir pápa mín? Eg svav ikki í eina heila viku, so spent var eg. Men so skrivaði hann aftur og segði, at hann kendi pápa mín, og at teir plagdu at rógva saman. So greiddi hann mær frá, at Ove var deyður, sigur Rose Johen­ son, meðan eyguni fyllast við tárum. Hetta tók hart upp á hana, tí eftir so mongum árum hevði hon endiliga funnið pápa sín, bert fyri at finna fram til, at hann var ikki á lívi longur. Eftir eina tíð setti ein mað­ ur seg í samband við hana. – Hann kallast George Hartwig og er úr Týsklandi. Hann er ógvuliga fittur og sendi mær eitt nú bókina um Ova, sum greiðir frá lívi hansara og hvat hann hevur gjørt. Hann greiddi mær eis­ ini frá, at einaferð, tá Ove hevði fingið ríkiligt at drekka, greiddi hann frá, at hann átti eitt barn einastaðnis í Stilla­ havinum, sigur Rose Johen­ son. So Ove visti, at hann átti Eg eri stolt av at vera dóttir Ova systrar Tað sigur Sharlotte Rose Johenson, sum varð fødd á Fiji oyggjunum 20. august 1977, sum annað barnið hjá Ova Joensen, sála. Rose er í hesum døgum í Nólsoy á fyrsta sinni at heilsa upp á familjuna, og hóast hon bert hevur verið her í tveir dagar, stórtrívist hon í Nólsoyar geilum. Lesið her um, hvussu hon fann fram til pápa sín, hóast ein truplan uppvøkstur Líka síðani hon var 14 ára gomul hevur Rose roynt at funnið pápa sín, og nú er hon í Nólsoy