Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 systrar eitt barn á Fiji, sjálvt um hann ikki visti, um tað var ein drongur ella genta. Kendi Ova hjá sær Eftir eina tíð var hon komin so mikið fyri seg, at hon aft­ur fór at royna at finna meira út av hennara familju í Føroyum. – Eg visti ikki. Kanska hes­ in maðurin leyg fyri mær, og pápi mín var framvegis á lívi. Eg droymdi glaðar dreymar um hendan mannin við hvít­ um hári, og hvussu hann leiddi meg og hjálpti mær alla tíðina. Hetta var pápi mín, sigur Rose Johenson. Hann var sum ein eingil fyri Rose. – Hann vísti mær alla tíð­ ina á røttu leiðina, hann kom til Australia at vera hjá mær, og í hjarta mínum trúgvi eg, at hann alla tíðina hevur ver­ið hjá mær, sigur Rose Johen­son. So kom tað næsta stigið hjá Rose. – Eg fekk at vita um Christinu, systir mína, so eg skriv­aði til hana og greiddi henni frá, at vit vóru systrar, høvdu sama pápa, sigur Rose Johenson. Christina gjørdist sjokker­ að, tá hon hoyrdi um eina nýggja systur av Fiji, sum nú búði í Australia. – Hon skrivaði ikki aftur til mín ta fyrstu tíðina, eg haldi tað var tí, at hon var so sjokkerað. Men so skrivaði hon aftur, men vit mistu sam­bandið eina tíð, sigur Rose Johenson. Hon heldur, at Christina kendi seg ikki, og hevði ilt við at góðtaka tað, sum gekk fyri seg. – Eg hevði uttan iva gjørt tað sama, men fyri meg merk­ ir familjan alt. At finna fram til, hvør pápi mín var kendist sum eitt kall fyri meg, tí tað, sum eg alla tíðina ynskti, var at finna pápa mín, sigur Rose Johenson. So tað hevði stóran týdn­ ing fyri hana at finna fram til, hvussu Ove var og hvør hann var. – Eg havi ikki nakra familju sum so, tí eg tosi næst­an ikki við mammu mína, tí eg kenni, at hon var ongan­tíð har fyri meg. Og eg havi onga familju í Australia, ongan, sum eg kann biða um at ansa eftir dóttur míni, sigur Rose Johenson. Christina er mín klettur Ein annar trupulleiki hjá Rose er, at hon ræðist at flúgva. – Eg eri eisini rødd fyri smáum plássum, so tað er eitt sindur keðiligt, men tá Christina kom at vitja í oktober í fjør, vaks ein kær­ leiki millum okkum, og hann gjørdist bara størri og størri, sigur Rose Johenson. Tær tosa saman á Skype hvønn dag, og tað er Christ­ inu'sa skyld, at Rose nú situr í Nólsoy. – Omma fyllir 20. februar og tann dagin tosaði eg við hana, og eg skypaði eisini við Christine. Dagin eftir keypti eg ferðaseðlarnar, sigur Rose Johenson. Alla tíðina uggaði Christ­ ina Rose og segði, at flogfarið er í fínasta standi og at tað verður eingin trupulleiki. – Hon er mín klettur, og hon skilir, hvussu eg føli. Vit hava eitt heilt serligt for­hold, nakað, sum bindur okkum saman, og um tað ikki var fyri systur mína, sat eg ikki her í dag. So eg eri ógvuliga takksom, sigur Rose Johenson. Heilt frá tí, at hon fekk at kenna til pápa sín, hevur hon havt eitt ynski um at koma at vitja her heima. – Men tað hevur verið hart, ikki minst tí eg havi eina lítla dóttur, sum eg eisini má hugsa um. Eg havi ilt við at tosa um kenslur, men eisini har hevur systir mín hjálpt mær. Nú kann eg tosa og vísa kenslur og vera tann, eg eri, sigur Rose Johenson. Hon ætlaði tí bara at fara avstað. – Eg fekk ikki konsentrerað meg, eg kundi ikki arbeiða, eg bara hugsaði um familjuna alla tíðina, um pápa mín. Og tað fyrsta eg gjørdi, tá eg kom til Nólsoyar, var at fara frá ferjuni og niðan í kirkju­ garð­in at vitja pápa mín, sig­ ur Rose Johenson. Hon hevur havt eitt djúpt sár í hjartanum, sum nú er lekt. – Eg havi nú fingið frið í sálina, eg kann nú vera ein glaður persónur. Alt mítt lív havi eg verið ill. Tað er, sum okkurt hevur manglað, og eg veit ikki, hvør eg eri. Men í dag veit eg, hvør eg eri, sigur Rose Johenson. Hon kennir nú pápa sín og veit, at hann gleðist um, at hon er her í dag. Frið í hjartanum – Eg eri so errin av honum. Eg dugi at síggja, at hann alla tíðina hevur verið ein ævintýrari. Eg havi roynt at rokna hann út, roynt at funnið út av, hví hann ongan­ tíð kom aftur til Fiji. Eg var so ill við hann alla tíðina, og tá eg so møtti honum vildi eg sláa hann og seta hann niður og siga honum, hvat eg helt, sigur Rose Johenson. Hon saknaði hann. – Eg ætlaði at spyrja hann, hví hann ikki kom aftur til mín, men nú havi eg fingið lagt puslispælið soleiðis, sum tað eigur at liggja. Nú skilji eg hann og eg eri so errin av honum, eg eri errin av at vera hansara dóttir, sigur Rose Johenson. At vera í Nólsoy er so frið­ ar­ligt. – Eg eri so glað. At fáa loyvi at vera hjá ommu og at sleppa at tosa við hana. Eg eri so glað í dag, fyri endiliga at hava funnið frið í hjartanum, sigur Rose Johenson. Tað, at standa við grøvina hjá pápanum var tað, sum gav henni »closure«. – Sjálvt um eg eri bangin at flúgva, og sjálvt um eg líði av klaustrofobi, so gjørdi tað mær einki tí eg visti, at eg var á veg at hitta mína nýggju familju. Og hóast eg innast inni framvegis ynskti, at pápi mín framvegis var á lívi, so var tað alla ferð­ina vert at standa við seinasta hvíld­ar­stað hanara, sigur Rose Johen­son. Sum eitt tekin um sín kær­leika til Ova, tendrar Rose hvønn dag, hon er her, eitt ljós á grøvini hjá honum. – Hetta er mín máti at syrgja pápa mín, sigur Rose Johenson. Leo Poulsen Tá bókin um Ova kom út stutt eftir deyða hansara í 1987, var bert kent til ta eina barnið, sum hann var faðir at. Seinni er tó komið fram, at hann eigur heili tvey børn umframt Christinu, sum hon vanliga verður nevnd. – Knappliga fyri umleið fimm árum síðani fekk eg eini boð um Facebook, at ein maður skrivaði til mín og greiddi frá, at vit vóru systkin. Hesin maðurin kall­ aðist Bo og búði í Brisbane í Australia, sigur Christina Joensen. Og bara tveir dagar seinni kemur enn ein Face­ book mailur til hana. – Nú var tað ein genta, ið skrivaði til mín og segði, at vit vóru systrar, tí vit høvdu báðar sama pápa. At hugsa sær, at fáa at vita, at tú knappliga hevði tvey systkin, sum bæði búðu í Australia. Tað var nógv at taka inn í einum, sigur Christina Joensen. Tað var serliga Bo, sum javnan bjóðaði Christinu at koma til Australia at vitja, og so ein dagin skrivaði hon aftur, at OK, so komi eg. – Eg fór so til Australia í oktober í fjør, og vitjaði bæði Bo og Rose. Og eg má siga, at eg kom serliga væl út av tí við Rose, sigur Christina Joensen. Tað var eisini Christina, sum fekk sannført Rose um at koma til Føryar og til Nólsoyar at vitja. – Eg havi sjálv verið í Nólsoy einar tríggjar til fýra ferðir síðani eg var 16 ár, og Ove hevur vitjað einar tvær til tríggjar ferðir í Danmark, seinastu ferðina, tá hann hevði róð úr Nólsoy til Langelijne. Men eg kendi meg altíð eitt sindur illa, tá hann var og vitjaði, sigur Christina Joensen. Øll trý børnini hjá Ova eiga hvør sítt barn. Dóttir Christinu er 18 ára gomul, drongurin hjá Bo er sjey, meðan dóttir Rose, India, er seks ára gomul. Christina gjørdist ovfarin Sylvia Christina Joensen er elsta barnið hjá Ova, og eisini tað einasta, sum var kent í familjuni í fleiri ár Christina Joensen og Rose Johenson eru vorðnar allarbestu vinkonur, síðani Christina var í Australia í fjør og vitjaði Christina hevur alla tíðina vitað, at Ove var pápi hennara, og hann vitjaði hana, tá tað bar til