hósdagur 14. august 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kommunurnar skulu ikki avtakast, men inntøkulutfallið millum land og
kommunur má broytast. At samanbera Føroyar og okkara kommunalu skipan
við Grønland og Bornholm er púra burturvið, eins og tað er láturligt at seta prís
á kommunalu umsitingarnar, uttan at seta bæði inntøku og kostnað upp móti
landsumsitingini, sum aldri er skipað eftir nøkrum fíggjarliga rationellum modelli.
S
ambært Magna Laksafoss
(Sosialurin 8. august 2014)
hava vit eitt strukturelt
hall, sum bara kann fáast
burtur við at gera umfatandi
nýskipanir innan eldra- og skúla
økið. Og kommunurnar eru ein
forðing fyri, at hetta kann gerast
á skilagóðan hátt. Fyri at gera eina
effektiva eldratænastu og skilagóða
skúlaskipan, mugu kommunurnar
vera nógv størri - best var, um tær
vóru heilt vekk.
Logikkurin verður staðfestur við at
vísa til Grønland, har farið er frá 18
kommunum niður í 4, og til Born
holm, sum bara er ein kommuna.
Magni tykist gloyma, at kommunalt
sjálvræði ella annað slag av lokal
um fólkaræði er eitt universelt
fyribrigdi. Tað er allastaðni. Og alla
staðni eru tey samd um, at tað er
gott og neyðugt við lokalum sjálv
ræðisstovnum - kalla teir komm
unur ella hvat tú vilt! Í ljósinum av
tí er tað ótrúligt, at in.fo setir hetta
inn í eina boks, tey kalla FAKTA:
”Føroyar eru býttar í 30 komm
unur. Samanbera vit við Grønland,
eru tey farin frá 18 kommunum
niður í 4. Bornholm, sum er sum
Føroyar til støddar, er ein komm
una.”
Faktaboksin vísir á støðuna í Før
oyum við 30 kommunum. Síðan
leggja tey tann boðskap út, at
hetta er ov galið og nevna, at Grøn
land er farið frá 18 niður í 4 komm
unur. Hví taka Grønland sum dømi,
har kommunurnar eru deildar
eftir lineal í fýra sum eftir post
kolonialum afrikanskum landa
mørkum? Er tað nakar, sum hevur
eftirmett grønlendsku loysnina og
hildið hana vera eina góða loysn?
Tað er rætt, at Bornholm er EIN
donsk kommuna. Men hví er tað
eitt argument fyri at avtaka før
oysku kommunurnar? Hvar steðgar
hasin logikkurin við stødd? Hví
steðgar hann hjá kommunum,
heldur enn landinum sjálvum?
Strekkir tú hann til landið, so má
landið avtakast, tí tað eru jú ikki so
øgiliga nógv lond í heiminum, sum
hava færri enn fimtitúsund íbúgvar
og hava eina hálvstatslíknandi
heimastýrisskipan.
Aðrar skilagóðar
samanberingar
Hví samanber Magni ikki við Åland
við 28.000 íbúgvum og 16 komm
unum? Ella við Malta við 400.000
íbúgvum og 63 lokalum stýrum
og eini røð av stigum frá smá
kommunum upp til landspartar?
Ella við Andorra við knapt tvífalt
okkara fólkatali, men helvtina í
stødd og alt pakkað saman uttan
oyggjar - har eru 7 kommunur ella
sóknarstýri? Ella Azorurnar við 19
kommunum og 156 undirskipaðum
sóknum?
Ella hvat við San Marino við
32.000 fólkum og einans 61.2 km2,
men kortini við 9 kommunum?
Ella Liechtstenstein við bara 160
km² og 37.000 fólkum og kortini 11
kommunum?
Mær tørvar ikki at halda á fyri at
sláa fast, at kommunur í veruleik
anum eru eitt alheims fyribrigdi.
Ikki bara í vanligum nationalstat
um, men eisini í regiónum, heima
stýrislíknandi økjum og pinku
statum, fleiri teirra munandi minni
enn Føroyar.
At kommunala sjálvræðið er grund
leggjandi og universelt viðurkent
sum eitt fólkaræðisligt virði, er
politiskt semja um í Europa so
langt, at Europaráðið í 1985 viðtók
eina bindandi traktat um lokalt
sjálvræði, sum Danmark hevur
ratifiserað. Reglan um kommunalt
sjálvstýrið í traktatini er staðfest í
grein 56 í okkara stýrisskipanarlóg,
so Magni má fyrst fáa undirtøku
fyri at broyta hesa.
Aftur til amtsstøðuna
Magni Laksafoss verður endurgivin
fyri at siga, at “í Danmark eru komm
unurnar undirlagdar Fólkatingin
um og kunnu straffast, um tær ikki
gera, sum sagt verður, men hetta
er ikki galdandi í Føroyum, leggur
hann aftrat.”
Hetta er faktuelt púra skeivt. Eftir
litisamboðini í føroysku komm
unustýrislógini og tí samsvarandi
donsku eru at kalla identisk. Eitt
nú kunnu kommunustýrislimir,
sum ikki vilja fylgja lógarásettum
skyldum, eftir § 55, stk. 2, í før
oysku lógini (§ 50b í donsku)
verða álagdir tvingsilsbøtur, og
kommunustýrislimir, sum hava
ábyrgd av, at kommunan hevur
verið fyri missi, kunnu eftir § 55, stk.
2, í føroysku lógini (§ 50c í donsku)
verða saksøktir eftir endurgjaldi.
Munurnir eru ikki týðandi. Komm
unurnar eru í báðum londum um
sitingarliga undirlagdar fíggjarligt
og løgligt eftirlit frá landsins/stat
sins síðu, eins og kommunurnar
ikki hava lóggávuvald, men mugu
akta tað, sum parlamentarikararnir
kunna finna uppá við lóg.
Fíggjarligt eftirlit
Serstakt um fíggjarliga eftirlitið er
at viðmerkja, landsstýrismaðurin
(nú í fíggjarmálum) hevur rættiliga
gott fíggjarligt eftirlit við komm
ununum á tann hátt, at § 43, stk.
2, í kommunustýrislógini sigur,
at er “nettoskuldin meira enn ein
álíkning ... krevst loyvi frá lands
stýrismanninum til lántøku og til
broytingar í lánitreytunum”.
Løgtingið er ikki bundið av líknandi
áseting í stýrisskipanarlógini og
er longu av tí orsøk í størri vanda
fyri at stýra seg út á sjógv, enn
kommunurnar
eru.
Haraftrat
kann landsstýrismaðurin í komm
unumálum eftir § 54 í kommunu
stýrislógini gera inntriv í uppskot
til fíggjarætlan hjá kommunum, ið
skylda meira enn eina álíkning.
Í ljósinum av øllum hesum er undr
unarvert, at Magni Laksáfoss skal
siga, at kommunurnar eru ein
forðing fyri, at landspolitikararnir
kunnu føra ein skynsaman fíggjar
politikk yvirhøvur, og at tær eru
forðing fyri at gera skynsamar
nýskipanir innan fólkaskúlaøkið
og eldraøkið.
Bæði landsstýri og løgting hava
stórt frælsi at stýra kommununum.
Fyri Løgtingið er at kalla einasta
avmarkingin, at Løgtingið eftir
stýrisskipanarlógini
ikki
kann
tøma kommunala sjálvræðið fyri
innihald. Alt annað kann fremjast
við lóg.
Er fólkaræðið ein forðing?
Hvat er tað so, sum kommunurnar
forða landinum í at gera? Missir
landið handlikraft bara tí, at komm
unurnar brúka sín sjálvsagda rætt
til at geva landinum eitt lokalt
fólkaræðiligt mótspæl? Í so fall
hevði landið ongantíð nakra handli
kraft kortini!
Eisini sera bakvent, at komm
unurnar skulu vera ov lítlar
tíðargrein
Heðin Mortensen
form. í Kommunufelag Føroya
Ongin meining í at
avtaka kommunurnar
Fríggjadagur 8. august 2014 ·
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Í meira enn 20 ár hevur verið
kjakast um eina kommunala
nýskipan í Føroyum. Frá at
hava 51 kommunur eru vit
komin niður á 30, men hetta
talið er alt ov høgt, skulu vit
hava ein effektivan rakstur
av almennu uppgávunum,
siga serfrøðingar.
Talan
um
kommunu
sam an leggingar tagnaði tó
brátt, tá fyrrverandi inn
lendis málaráðharri, Kári P.
Højgaard, skrivaði út eina
fólkaatkvøðu
um
kom
munu samanleggingar í maj
2012. Valluttøkan var 32 %
og meirilutin av hes um 32 %
atkvøddu ímóti kom munu
samanleggingum.
Síðani
hevur orðið kom munu sam
an legging ikki verið talað, og
ætlan in er slept.
Men
tær
30
kommunurnar í Føroyum
eru alt ov lítlar og dýrar.
Tær eru ein forðing fyri,
at landspolitikarar kunnu
føra ein fíggjarpolitikk í
Føroyum
yvirhøvur,
og
tær eru ein forðing fyri, at
tær nýskipanir, sum eru
neyðugar innan eldraøkið og
fólkaskúlan, kunnu gerast á
ein skynsaman hátt.
Tað sigur bú skap ar frøð
ingur og fyrrverandi lands
stýris maður fyri Sambands
flokk in, Magni Laksafoss.
Hann heldur, at tað besta
hevði verið, um Føroyar var
eitt øki – tað vil siga, at ongar
komm un ur vóru yvirhøvur.
F
i t ð f
t
t
d
fíggjarpolitikk. Tað vil siga,
at hóast at okkara fólka
valdu ynskja at eitt nú halda
aftur, tí tekin eru um ein
ovur upp hitaðan búskap, so
hava teir ikki møguleika fyri
tí. Kommunurnar um sita
størsta partin av út reiðslu
num, og tær kunnu gera sum
teim um lystir, sigur Magni
Laksa foss.
Í Danmark eru kom mun
ur nar
undirlagdar
fólka
tingi num og kunnu sraffast,
um tær ikki gera, sum sagt
verð ur, men hetta er ikki
gald andi í Føroyum, leggur
hann aftrat.
Ein kommuna
Um tað var upp til Magna
Laksa foss var Føroyar ein
kommu na – og harvið áttu
kom mun ur nar heilt at verið
av tikn ar.
Hevur tú eina kommunu
er eingin grund til at tosa
um kommunur, so í roynd og
veru átti alt, sum liggur undir
kommununum at ligið undir
ein um
Innlendismálaráði.
Før oy ar er so lítið, at skalt
tú reka so stórar skúlar og so
stór ellisheim, at tey verða
nóg bílig í rakstri, skulu tað
nógv størri eindir til enn tær
nígg ju kommunurnar, sum
tos að hevur verið um, sigur
hann.
Eitt ellisheim eigur at
hava eini 150 búpláss, og tað
hevði verið skilagott at bygt
vard ar íbúðir nærhendis, so
tær kundu nýtt sama køk
og vaskarí og so framvegis.
S
t tt
i
i i
fólk
t
bílig ar, tí kommunurnar, sum
skulu skipa eldraøkið og eitt
nú leggja skúlar saman, eru
so lítlar, at tað ikki ber til at
at skapa effektivar eindir,
sig ur Magni Laksafoss.
Hann samanber Føroyar
við Grønland og Bornholm.
Grøn land er farið frá at vera
býtt sundur í 18 kommunur
til at hava fýra kommunur
og Bornholm, sum er sum
Før oy ar til støddar, er ein
kommu na.
Magni Laksafoss trýr tó
ikki, at politiska skipanin fer
at góð taka, at kommunurnar
verða sleptar heilt, men held
ur, at tað í so fall í mesta lagi
eiga at vera fýra kommunur í
Føroyum, um tær skulu kun
na lyfta tær uppgávur, sum
tær fáa í framtíðini.
Føroyar stórar
avbjóðingar
Búskaparliga eru Føroyar á
eini vandakós. Landskassin
hev ur eitt sonevnt struktur
elt hall. Tað merkir, at vit
hava ov nógvar út reiðsl ur
samanborið við inn tøk ur.
Fyri at bøta um hetta mugu
broytingar gerast, um vit
vilja tað ella ei, sigur Mag ni
Laksafoss.
Vit fáa munandi færri
børn, tí skulu vit hava færri
skúlar, og vit fáa fleiri eldri,
tí eiga ellis og røktarheim
at verða nógv meira effektiv.
Tað krevur, at skúlarnir verða
lagdir saman, og tað sama er
galdandi fyri ellisheimini,
sigur Magni Laksafoss. Men
heldur enn at byggja stór
ellis heim, halda vit fram við
at byggja smá ellisheim.
Okkara skipan er s o
leiðis, at tú fær pengar fyri
hvønn brúkara, men hvørt
heim skal gjalda fyri sín køk,
sítt vaskarí og so framvegis.
Rætta loysnin hevði verið tí
skil at bygt størri ellisheim
– soleiðis gera tey alla aðra
stað ni, tað er ikki nakað eg
havi funnið upp á leggur
hann aftrat.
Annika Olsen, land stýris
k i
i
skulu hugsa um effek tivi
ser ingar og stórrakstur. Eg
haldi, at tað er hugaligari
hjá t i
l
t bú
hava ráð til ta tænastu, sum
tørvur er á, sigur Magni
Laksa foss, og sipar til, at tey
ikki h
áð til h it
t í
eldur, vit tosa um, og
ikki annað enn, at tey
hava tað gott, sigur ha
K
t
ð
i
f
i t
Kommunurnar
sKulu burtur
Kommunurnar eru ein forðing
fyri at føra fíggjarpolitikk sum
heild, og tær eru ein forðing fyri,
at neyðugar nýskipanir innan
eldraøkið og skúlaverkið kunnu
gerast, sigur Magni Laksafoss,
búskaparfrøðingur. Hann heldur, at
Føroyar eiga at vera ein kommuna
Føroyar hava serliga stórar avbjóðingar, tá tað kemur til samanseting af fólkinum
merkir, at nýskipan av skúlum, ellisheimum og sjúkrahúsum eru enn meira átroð
enn í okkara grannalondum. Tað ber tó ikki til at gera hesar nýskipanir, tí kommun
eru ov lítlar til at gera effektivar stovnar við bíligum rakstri, sigur Magni Lak
kommunusaman legging
Magni tykist gloyma, at
kommunalt sjálvræði ella
annað slag av lokalum
fólkaræði er eitt universelt
fyribrigdi
Heðin Mortensen
i