Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 at taka ímóti eldraøkinum, og at kommunurnar tískil eiga at avtakast. Tankagongdin er: antin kommunur við tungum vælferðar­ uppgávum ella ongar kommunur yvirhøvur. Onki millumting.   Hetta er strangt tvíbýttur og sera lítið pragmatiskur hugsunarháttur. Um tað er so, at kommunurnar eru ov lítlar, so kanska mann skal spola aftur og viðurkenna, at tað var skeivt upprunaliga at vilja leggja slík málsøki út – sum kommunurnar heldur ikki hava spurt eftir ella biðið um – heldur enn nú at brúka hetta til at taka tilverurættin frá kommununum.   Men er tað nú so, at kommunurnar eru ov lítlar til at taka ímóti t.d. eldraøkinum?   Ja, tær eru ov lítlar til monstur­ loysnir à la gamla Sovjet, men treyð­ugt til meira lagaligar og menn­iskjaligar loysnir. Í Álandi hava kommunurnar yvirtikið eldra­ økið, og tær fáa tað at rigga fínt við samstarvi, heldur enn við saman­ legging.   Vert er eisini at leggja til merkis, at í Íslandi eru 75 kommunur, onkur heilt niður í 50 fólk. Kortini hava tey yvirtikið fólkaskúlan og klára tað fínt í samstarvi millum kommunurnar.   Er landsumsitingin rationell? Sambært Magna Laksáfoss eru føroysku kommunurnar alt ov lítlar, alt ov dýrar, tær eru ein forðing fyri nýskapan og ein forðing fyri, at landspolitikararnir (!) kunnu føra ein skilagóðan fíggjarpolitikk. Hetta eru somu landspolitikkarar, sum nú flyta tyngstu ábyrgdarøkini yvir á ov smáu og ov dýru komm­ un­urnar at umsita, eftir hvat vit skilja við tí høvuðsgrundgeving, at kommu­nala sjálvræðið er nærri klientinum og tí umsitur neyvari og rationellari.   So er tað hatta roknistykkið, har tað kostar 15,6 mió at umsita Suður­ oynna. Skemtiligt, at prísur verður settur á kommunalu umsitingarnar á henda hátt. Set tað upp móti lands­umsitingini! Hon er ongantíð hvørki skipað tilvitað eftir einum fíggjar­liga rationellum modelli - og enn minni seinni eftirmett eftir slíkum.   Landsumsitingin er strukturerað sum eitt neyvt kopi av donsku statsumsitingini, uttan nakað sum helst atlit til føroyska kontekstin og støddarmunin 1:115.   Kommunali búskapurin syndrast Stendur tað illa til hjá kommununum, so er høvuðsorsøkin at finna í lands­umsitingini, sum seinnu árini miðvíst hevur syndrað tann kommu­nala búskapin. Broytingar í stuðli til rentuútreiðslur, for­ skatt­ing av pensjónum, broytingar í lut­fallinum av inntøkum frá parta­felagsskattinum, serskatta­ skip­anir, sum minkað talið á teim­ um, ið gjalda kommunuskatt, og vána­ligar avtalur við onnur lond hava tilsamans lækkað inn­tøku­ grundarlagið nógv hjá komm­un­ un­um.   Kommunurnar hava onga ávirkan á hesar skipanir. Meðan landskassin hevur nógvar inntøkukeldur hava vit bert kommunuskattin. Og hóast tað almenna skuplar pengarnar inn frá tilfeingisgjaldi o.ø., so eru ongar ætlanir um at geva kommununum lut í hesum inntøkum, hóast tað eru kommunurnar, sum í samband við t.d. alivinnuna skulu liva upp til strongu krøvini um útlát í firðir, vatndygd v.m.   Kommununum verða álagdar út­ reiðslur, meðan landið tekur sær inn­tøkurnar.    Land og kommunur standa yvir­ fyri risa avbjóðingum, millum annað í sambandi við fíggingina av eldraøkinum og annars, hvussu vit skulu fyrireika okkum til demo­ grafiskar broytingar, ið standa fyri framman, ikki minst hvussu vit aftur fáa munandi fólkavøkstur.   Loysnin er ikki at avtaka komm­ un­urnar, men at broyta lutfallið, so at bæði land og kommunur fáa ágóðarnar. Hvørt mansbarn sær, at gongdin í útreiðslunum er órímilig, og tað hevði tænt sitandi landsstýri eisini at ásanna hendan veruleika. kjak Tey eldru eru ongin byrða! Sirið Stenberg Tjóðveldi Ofta mælir muður tað, ið hjarta er fult av. Soleiðis sigur orðatakið. Í hesum føri vóni eg ikki, tað er so. Tí um vit nú eru farin at umrøða okkara eldru fólk sum eina byrðu tí, at tað er tað, vit innast inni meina, so eru vit farin heilt av kós bæði í hugburði og etikki. So eru vit veruliga á vandaleið, og so er tað bert ein spurningur um tíð, til vit viðgera aðrar samfelagsborgarir á sama hátt, og ein negativur hug­ burður verður gerandiskostur mótvegis øllum teimum, sum í eygunum á nøkrum, ikki geva til samfelagið. Orðskiftið seinastu tíðina er broytt. Orðaljóðið er broytt, og hugtøk verða ofta við­gjørd við orðum, sum hava ein nega­tivan undirtóna. Eitt dømi um hetta er, at okk­ara eldri borgarar verða um­ røddir sum ein byrða. Tey orð, man velur at lýsa eitthvørt við, eru ikki uttan týdning. Orðini liva sítt egna lív, og gjøgnum hesi skýnur okkara hugburður ígjøgnum, tí orðini mynda okkara menniskjaáskoðan. Við teimum orðum, vit velja, kunnu vit sína atburð, sum er virðiligur, sømiligur, posi­ tivur ella heilt øvugt. Tí er tað ikki líka mikið, hvørji orð vit brúka, tá ið vit umrøða mál, fólk, avbjóðingar o.s.fr. Eg helt, vit vóru komin burturfrá at umtala tey eldru sum eina byrðu. Men so er tíverri ikki. Javnan sting­ur hugtakið seg fram, og tað tykist hava vunn­ið sær hevd bæði í miðl­un­um eins og millum nógv fólk. Tá ið vit umrøða tað fram­tíðar avbjóðing, vit hava við at fíggja vælferðar­tæn­ast­ur í eini tíð, har fólka­saman­set­ ingin sær øðrvísi út enn í dag, so verður beinleiðis sagt at lagt er ikki upp fyri eldra­ byrðuni. Orðið tykist vera “legalt” tí kjakarar fara inn í við­gerðina uttan at umrøða hug­takið, og brúka tað bara sum nakað heilt natúrligt. Góði tit øll. Latið okk­um øll verða samd um at fáa burturbeint hetta eyð­mýkj­ andi og mann­mink­andi orðið “eldrabyrðan” einaferð med alla. Hugsi tykkum til, hvat liggur í tí ? Og hugsi tykkum til, hvat tað ger við okkara eldru borgarar at hoyra seg sjálvan umrøddan sum eina byrðu ? Hugsi tykkum til, hvussu tað er at fáa at vita, at man liggur samfelagnum til byrðu ? og hvussu tað má vera at hoyra, hvussu nógv man kostar, tí man er blívin gamal. Nei, tey eldru hava betri uppiborið. Tey eru grundar­ lagið undir okkara samfelag. Tey hava bygt upp tað sam­ felag, vit í dag hava. Tey hava sanniliga lyft tungar byrðar fyri okkum yngru. Tí hava tey uppiborið virðing fyri sítt strev, og ta virðingina skulu vit vísa teimum bæði í orð, talu og handlingum. Og eldri fólk eru líka so ymisk sum øll onnur, og hvørki kunnu ella skulu viðgerðast, sum ein einstáttaður bólkur av hjálpartreingjandi fólki, men heldur við denti á tí ymisk­leika og tilfeingi tey rúma akkurát sum øll onnur menniskju. Gamaní hevur samfelag­ ið avbjóðingar fyri framm­ an. Sæð í ljósinum av, at fólka­samansetingin broyt­ ist og forskattingin av pen­ sjón­um er framd, verður tað ein avbjóðing at fíggja væl­ ferðartænastur í komandi tíð­um. Sitandi samgonga hevur við sínur politikki lagt stórt tryst á komandi poli­ tikkarar og komandi ættarlið, men tað kunnu tey eldri ikki ábyrgdast fyri. Tí tað er ein politiskur spurningur. tíðargrein … Ongin meining í at avtaka kommunurnar