hósdagur 14. august 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Skal man trúgva kanningini,
sum var gjørd av ungum í
Føroyum fyri tveimum árum
síðani, so trívast børnini í
okkara fólkaskúla ikki serliga
væl.
Meira enn annar hvør
næmingur
umhugsar
at
flyta skúla, tey keða seg,
nógv halda, at tilfarið er
ov lætt, onnur at tað er ov
ringt. Tey gera sum heild ov
lítið av skúlatingum, og ein
tíggindapartur heldur, at
skúlin er meingingsleysur.
Hetta er ein trupulleiki,
sum millum annað botnar í,
at lærararnir ikki fáa nokk
av endurútbúgving, og at
Mentamálaráðið ikki tryggj
ar, at nokk av tíð og pengum
eru til at arbeiða við trivn-
aði, sigur formaðurin í Lær
arafelagnum,
Herálvur
Jacobsen.
Hann heldur, at tað er
sera torført at fáa Menta
málaráðið í talu.
– Tað kennist, sum vit
standa og rópa út í luft
ina. Tað er sera ringt at fáa
ein dialog í lag við Menta
málaráðið, sigur Herólvur
Jacobsen.
Hann saknar, at Menta
málaráðið stingur eina kós
út í kortið og fylgir henni
upp. Til dømis um tað er
inklusión, tey ynskja, so
mugu tey geva lærarunum
neyðugu
førleikarnar,
men tað verður ikki gjørt.
Lærarahópurin er ikki nóg
væl fyri at undirvísa børnini
í dag, sigur formaðurin í
Lærarafelagnum.
Gamlar útbúgvingar
– Nógvir av lærarunum hava
eina útbúgving, sum er 20 –
30 ára gomul. Tey eru ikki
nóg væl ílatin at handfara
næmingar, sum eru vaksnir
upp í einum samfelag, sum
sær heilt annaðleiðis út, enn
tað gjørdi fyrr, sigur hann.
Hann vísir á trupulleikar við
internetinum.
– Fyrr var lærarin primeri
vitanarberin, men í dag
hava tey ungu atgongd til
vitan alla staðni, og hann
skal kappast við facebook
í tímanum. Nógvir lærarar
vita ikki, hvussu tey skulu
klára hesa støðuna, sigur
Herálvur Jacobsen og leggur
aftrat:
– Nógv gransking um
læring er so mikið nýggj, at
tað er slett ikki ein partur av
tí gomlu læraraútbúgvingini.
Samfelagið
broytist
alla
tíðina og vitanin um, hvussu
vit læra broytist.
Heldur enn at útbúgva
fleiri og fleiri lærarar til ar
beiðsloysi, átti man at nýtt
orkuna og pengarnar upp á
at endurútbúgva teir lærarar
sum eru í dag.
– Tað verða færri næming
ar og størri skúlar. Tað merkir,
at tað verður brúk fyri
færri lærarum, men kortini
koma 30 nýggir lærarir út
hvørt ár, og tey koma út til
arbeiðsloysi, sigur Herálvur
Jacobsen. Miðalaldurin mill
um lærarar verður hægri og
liggur umleið tey fimmti.
Hetta er partvíst av tí at fólk
eru eldri, tá tey søkja inn
á útbúgvingini. Nógv eru
millum 28 og 30 ár, har tey
fyrr vóru fyrst í 20’unum.
Haraftrat vóru nógvir lærarar
tænastumenn fyrr, og fóru
tískil frá, tá teir vóru 60 ár. Í
dag arbeiða flestu lærarar til
tey eru 67 ár, og hetta er við
til at hækka miðalaldurin.
Herlávur Jacobsen leggur
dent á, at tað ikki er tí, at tað
altíð er betri at vera ungur
lærari:
– Nógvir eldri lærarar
halda seg alla tíðina ajour,
men vit hava ta støðu, at
samfelagið broytist alla tíð
ina, og tær gomlu lærara
útbúgvingarnar geva ikki í
sær sjálvum førleikar til at
handfara tær avbjóðingarnar,
sum lærarar hava í dag, sigur
hann. Tað er eisini umráð
andi fyri dynamikkin í fólka
skúlanum, at ungir og ný
útbúnir lærarar alla tíðina
koma inn í skúlan.
Næmingatillagaða
undirvísing
Kanningin frá 2012 vísti
millum annað, at 36% av
næmingunum keða seg ofta
ella altíð. Tað er fyri ein
stóran mun upp til læraran
at tryggja, at undirvísingin
er viðkomandi, sigur Bjørn
Kalsø, mentamálaráðharri.
Hann viðgongur tó, at hetta
kann verða ein stór av
bjóðing.
Næmingar eru ymiskir,
og umstøðurar eru ymiskar.
Tí er tað alneyðugt, at vit
fáa næmingatillagaða undir
vísing, sigur hann.
Tey spurdu ungu siga
somuleiðis, at tilfarið er ov
lætt. Onnur halda, at tað er
ov ringt, og tá vit nú liggja
heldur niðarlaga í PISA
kanningunum, vísir hetta
heilt greitt, at tørvur er á, at
undirvísingin verður meiri
tillagað næmingunum, sigur
mentamálaráðharrin.
Tað er av týdningi, at allir
næmingar fáa avbjóðingar.
PISA kaningarnar vísa at
nøkur fá liggja væl fyri, men
ein stórur partur av næming
unum liggja eitt sindur niðan
fyri miðal, og tað royna vit at
broyta, sigur Bjørn Kalsø.
Tað hava tey millum
annað gjørt við at seta før
leikastovur á stovn. Tað eru
toymi av lærarum við ser
kunnleikum, sum eru tengdir
at størri skúlum, umframt at
smáu skúlarnir rundanum
eisini hava atgongd til at
brúka teir.
Ein nýskipan av fólka
skúlanum er á veg, har
meira dentur verður lagdur
á næmingetillagaða undir
vísing. Tað verður haraftrat
ein partur av nýskipanini, at
lærarar í stóran mun kunnu
leggja eftirútbúgving og ann
að til rættis sjálvir, og ikki
sum í dag, at Mentamálaráðið
skal standa fyri tí, sigur.
– Ein stórur partur av um
tað eydnast at gera undir
vísingina viðkomandi, er,
at lærarar hava neyðugar
førleikar, og at teir eru væl
fyrireikaðir, og tað er betri,
um skúlaleiðslurnar sjálvar
syrgja fyri, at teirra lærara
hópur
hevur
røttu
før
leikarnar, sigur Bjørn Kalsø.
Ikki fylgt kann
ingini upp
Mentamáaráðið hevur ikki
sett
nakra
uppfylgjandi
kanning í verk av, hví børnini
trívast so illa, at annað hvørt
barn umhugsar at flyta
skúla.
– Vit hava ikki fylgt hesari
kanningini upp enn, men ein
trivnaðarkanning er sett í
verk, sum skal fylgja upp á
eina trivnaðarkanning, sum
var gjørd í 2007 av trivnaði
og happing, sigur hann.
Kanningin skal vísa, um
tey tiltøk, sum vórðu sett
í verk tá, hava hjálpt upp
á støðuna. Millum annað
gjørdist tað eitt krav, at hvør
skúli skal hava eina trivn
aðarætlan.
Bjørn Kalsø, heldur sum
heild, at Mentamálaráðið
hevur gott samstarv við lær
ararnar og skilur ikki, hví
Lærarafelagið sigur, at tey
eru ring at fáa í talu.
– Eg haldi, at vit hava eitt
gott samstarv. Lærarafelagið
er við í tí arbeiði, sum verður
sett í verk innan skúlaverkið,
og vit royna so vítt møguligt
at samstarva við lærarar og
leiðslur á skúlunum. Tað eru
tey, sum vita, hvat tørvurin
er, sigur hann.
marjun@sosialurin.fo
Hava ikki nóg góðar
førleikar at lyfta børnini
Fyri tveimum árum síðani var ein kanning gjørd, sum vísti, at ein stórur partur av næmingunum
ikki halda seg gera nóg nógv við skúlan. Ein triðingur keðir seg, og meira enn annar hvør
umhugsar ofta ella altíð at skifta skúla. Ein trupulleiki er vantandi endurútbúgving, og
Mentamaálráðið hevur ábyrgdina, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen
Kanningin vísti millum annað, at 11%
halda skúlan vera meinginsleysan
36% keða seg ofta ella altíð
64% siga seg ikki gera sær nóg stóran ómak
46% siga seg ikki trívast
35% høvdu viljað givist
50% siga seg ofta ella altíð umhugsa at skifta skúla
27% siga seg semjast illa við lærararnar
skúlabyrjan
Kanningin:
Í kanningini, »Ung fólk í Føroyum úrslit 2012«, eru 540 níggjundafloksnæmingar
(276 gentur og 264 dreingir) spurdir um nógv ymisk viðurskifti.
– Nógvir lærarar hava eina 20-30 ára gamla útbúgving.
Tey eru ikki nóg væl ílatin at handfara næmingar,
sum eru vaksnir upp í okkara samfelagi, sigur
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum