hósdagur 14. august 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 91 · 15. august 2014
4
VIKUSKIFTI
– Vit hava onga áskoðan um grindadráp, og tað hava vit ongan áhuga í
at hava. Okkara endamál er at fortelja eina søgu uttan at hava nakra
meining hvørki fyri ella ímóti, sigur filmmakarin Ed Ou, ið saman við
Elise Coker, er komin til Føroya at gera dokumentarfilm um grindadráp
og Føroyar fyri víðagitnu Youtube-dokumentarrøðina VICE.
dokumentar
Orð: Óli Jákup Jacobsen
oj-j@hotmail.com
VICE er heitið á eini dokumentarrøð,
sum hevur til endamáls at varpa ljós
á nøkur av teimum meira atypisku
evnunum, sum onnur ikki viðgera. Til
tíðir eru dokumentararnir skakandi, tí
viðgjørdu evnini kunnu vera rættiliga
kontroversiel og óhugnalig. ViCE hevur
eina undirsíðu, Motherboard, sum
viðger meira vísindalig evni, og sum
grindadokumentarurin eisini verður
ein partur av.
– Tá filmurin væntandi og vónandi
verður liðugur onkuntíð í oktober,
kann man vænta, at eitt stað millum
tríggjar og fimm milliónir fara at
síggja dokumentarin, sigur Elise, sum
tó leggur afturat, at hyggjaratølini
sjálvsagt verða tengd at góðskuni á
filminum.
New York Times og
Time Magazine
Ed Ou, sum er føddur og uppvaksin í
Kanada, og Elise Coker úr New York
komu til Føroya um miðjan juli, her
tey skulu filma í smáar tveir mánaðir.
Tey eru ikki hvørji sum helst og hava
hóast sín unga aldur eina prangandi
karrieru at vísa á.
– Eg havi lisið altjóða politikk á
universitetinum í Vancouver, men eri
sjálvlærdur myndamaður. Mín sergrein
á universitetinum var Miðeystur og
Afrika í síni heild, sum eg altíð havi
hildið vera ótrúliga spennandi vegna
alt fokusið, sum altíð hevur verið á
stríðini og sosialu trupulleikarnar har,
sigur 27 ára gamli Ed, sum millum ann
að dekkaði tað Arabiska Várið – sum er
uppreistrarnir í fleiri arabiskum lond
um síðan 2010, ið koppaðu fleiri ein
ræðisharrum - fyri heimskenda blaðið
New York Times.
Grundarlagið undir føroyavitjanini
hjá Ed var lagt fyrr í ár, tá hann var í
Kanada og gjørdi eina myndarøð fyri
Time Magazine.
– Time spurdi, um eg kundi fara til
Norðurkanada at taka myndir av einum
lítlum inuittsamfelagi, sum veiðir ís
bjarnir, kóp og hval. Tað áhugaverda
við hesum inuittsamfelagnum var, at tey
hava verið tengd at veiðuni í øldir, men
eru nú undir stórum trýsti frá altjóða
djóraverndarfelagsskapum. Trupulleikin
er bara, at hesi veiðifólk eru so fátøk,
at tey hava onki annað livigrundarlag
enn hesa veiðu. Áhugin fyri veiðiment
anini og føroysku grindini birtist nokk
so nógv har, sigur Ed, ið arbeiddi mill
um inuittarnar í seks mánaðir. Ein av
bestu vinmonnunum hjá Ed í Kanada
er somuleiðis føroyingur, Tor Simonsen,
ið hevur greitt Ed nógv frá Føroyum.
26 ára gamla Elise hevur havt eina
aðra leið í sínum áhuga fyri Føroyum
og grindadrápi.
– Eg havi lisið miðlavísind í Cali
fornia og havi eftirfylgjandi arbeitt
freelance við ymsum verkætlanum.
Nakað av tí, sum eg havi arbeitt við,
er tónleikavideo, lýsingar og líknandi.
Síðsta árið havi eg verið knýtt at you
tube dokumentarrøðini VICE, sigur
Elise, ið millum annað hevur gjørt
ein dokumentar um eina japanska
ódeyðiliga hvalspýggju, um hakkarar
og ymiskt annað.
– Eitt av mínum stóru áhugamálum
gjøgnum longri tíð hevur verið veiði
mentan og serliga veiðimentan í tí
modernaða heiminum. Í tí sambandi er
Føroyar eitt ideelt dømi um tað seinna,
sigur Elise, ið hevur havt kunnleika til
Føroya í longri tíð.
Ed og Elise møttust hjá nøkrum fe
lagsvinum í mei mánaði í ár.
– Fjølmiðlaheimurin er rættiliga lít
il, og ein møtir ofta somu fólkunum í
ymsum samanhangum. Vit fullu í prát
og funnu skjótt útav, at vit høvdu somu
áhugamál, og at vit kundu hugsað okk
um at gjørt ein film saman, sigur Ed.
– Evnið varð síðani grindadrápið í
Føroyum, og tá vit løgdu evnið fram
fyri VICE, vóru tey áhugað við tað
sama. Trupulleikin var bara, at ongin
veit, nær grind er, og tí kann tað vera
torført at leggja ætlanir fyri ein slíkan
film. Vit mettu tó í felag, at filmurin var
verdur at gera hóast hesa óvissu, sigur
Elise, sum leggur afturat, at filmurin í
ein stóran mun eisini snýr seg um Før
oyar og føroyska mentan, ið ikki endi
liga hevur við grind at gera.
Ikki komin fyri at døma
Filmmakararnir úr grannalondunum
hinumegin Atlantshavið eru ikki komin
til Føroya við nakrari persónligari dag
skrá ella fyri at ávirka, hvørt føroyingar
skulu drepa grind ella ei.
– Vit eru ikki komin higar fyri at
vera dómarar. Tað er týdningarmikið at
vera so saklig, sum yvirhøvur møguligt
og ikki lata eins egnu meiningar skína
ígjøgnum, sigur Elise.
– Sum fjølmiðlafólk eru vit drivin av
forvitni – ikki meiningum. Vit ynskja
Ed og Elise frá VICE:
Gera grinda-
dokumentar
á Youtube
Tórshavn á summarnátt meðan fólk sita í bili og práta.
Mynd: Ed Ou