Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 91 · 15. august 2014 5 at síggja og filma, hvat fólk gera, og hvat tey halda. Eitt, sum eg havi lært av øllum mínum ferðum kring heimin, er, at onki kann eitast at vera normalt. Fólk kring allan heimin hugsa og gera ting heilt ymiskt, og alt er logiskt á hvør sín hátt. Bara tí ein ikki er vanur við at skilja ymiskt sum onkur annar, merk­ir tað ikki, at hini fara skeiv í sínum hugs­ an­arhátti, sigur Ed, sum tískil er komin til Føroya við einum opnum sinni. Døgurðin og drápið Áðrenn Ed og Elise komu til Føroya, høvdu tey lisið um Føroyar á netinum og sett seg inn í tað, sum í tveir mánaðir skuldi vera teirra heim. – Vit høvdu ikki lagt fastar ætlanir, hvat dokumentarfilmurin skuldi rúma, tí vit snøgt sagt ikki kendu til øll við­ ur­skifti, sum kundu verið áhugaverd fyri filmin. Nú, ein lítlan mánað aftaná kom­una til Føroya vita vit sjálvsagt nógv meira um landið, sigur Ed. – Í byrjanini høvdu vit nakrar kon­ takt­persónar, sum vit høvdu sett okkum í samband við, áðrenn vit komu. Hesir skuldu hjálpa okkum við áhugaverdum søg­um. Men hjálpin hevur víst seg at verið ein ketureaktión, tí vit fáa hvønn dag nýggj tip, hvat kundi verið áhuga­ vert at filma, sigur Elise, ið leggur dent­in á, at tey eru áhugað í at hoyra søg­ur frá so mongum føroyingum, sum gjør­ligt. – Okkara ynski er at filma vanlig fólk í teirra vanligu umstøðum, tí vit vilja geva eina so sanna mynd av føroyska grinda­drápinum, samfelagnum og ger­ an­d­isdegnum sum gjørligt. Serliga eru tað ung fólk, sum vit hava áhuga í, tí VICE vendir sær nokk so nógv til tey ungu. Ein slíkur filmur letur seg tí ikki gera uttan íkast frá føroyingum, sum tað tíbetur ikki hevur skortað av hig­ ar­til, sigur Ed. – Vit hava filmað eina rúgvu longu, og vit fara ikki út um dyr uttan okk­ ara myndatól. Eg tori ikki at siga, hvussu nógvir tímar eru filmaðir, men tað liggur ivaleyst nær við eitt døgn. Við­víkjandi grindadrápi hava vit ikki ein­ans áhuga í drápinum sjálvum, men líka so nógv ynsktu vit at filma ein grindadøgurða ella nátturða fyri at vísa ta síðuna, at grindin ikki einans verð­ur dripin uttan endamál, men at hon verður brúkt til matna. – Vit hava higartil filmað ein nátt­ urða við turrum tvøsti og spiki, grind­ ina í Haraldssundi, gjørt samrøður við ymisk grindafólk, umframt at vit hava filmað á G!, ólavsøku, Summ­ar­ festivalinum og bara vanliga ger­and­is­ dag­in hjá fólki, sigur Ed. Kular troyggjur og farlig fólkaligheit At Føroyar vóru serstakar á ymsan hátt høvdu Ed og Elise í ein ávísan mun vænt­að, men tey er tó tikin á bóli av Før­oyum og tí, sum rørir seg her. – Eg hevði væntað eitt sindur, men at tað skuldi vera so ótrúligt, hevði eg ikki droymt um. Óansæð hvar man fer og hvønn veg, man dragar, er náttúran so ómetaliga vøkur, at hon kundi verið tik­in úr einum ævintýri. Fleiri støð hava veruliga hugtikið okkum so sum Gjógv, Gásadalur, Saksun og líknandi. Men tað staðið, sum satt at siga hevur hug­tikið meg mest, er Tórshavn. Eg Ed Ou, Vancouver, og Elise Coker, New York, eru í Føroyum og gera dokumentar um grindamentanina í Føroyum.  mynd: Ed Ou og Elise Coker Tvær av myndunum, sum Ed tók fyri Time Magazine, tá hann fyrr í ár búði millum inuittar í Norðurkanada í eitt hálvt ár. Tann eina vísir tað blóðiga drápið av eini ísbjørn, meðan hin vísir, at kjøtið verður brúkt til matna. - Tað hevur sera stóran týdning, at báðar síðurnar verða vístar - júst sum við grindadrápi, sigur Ed. myndir: Ed Ou