hósdagur 14. august 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 91 · 15. august 2014
6
VIKUSKIFTI
hevði væntað, at Tórshavn bara var
eitt lítið bygdarsamfelag, men eg má
siga, at eg ongantíð havi vitjað ein so
lítlan bý, sum hevur verið so hip ella
modernaður. Ella sagt á ein annan hátt
eru Føroyar nógv meira altjóðakendar,
enn eg trúði, og tykjast tær ikki at vera
darvaðar av at vera so avbyrgdar, sigur
Elise.
– Fyri mítt viðkomandi hava fólk
ini veruliga yvirraskað meg, at tey
øll hava verið so vinarlig. Tað er heilt
ótrúligt. Tað er ómetaliga lætt at koma
í samband við fólk, og øll ynskja at
hjálpa á sín egna hátt. Uttan mun til
hvagar vit fara, enda vit í djúpum sam
røðum við ymisk fólk, tí tey eru so líka
til, staðfestir Ed, ið sær nógvar líkheitir
millum Føroyar og sítt egna heimland,
Kanada.
– Eitt annað, sum mær dámar við
Føroyum, er allar tær mongu bundnu
troyggjurnar. Eitt er, at tær eru vakrar,
men at næstan øll ganga í teimum haldi
eg vera rættiliga kul. Man fær líka sum
eina kenslu av, at troyggjurnar á onkran
hátt knýta tykkum saman, sigur Elise.
Ofta verður sagt, at gesturin hevur
eitt gløgt eyga og tí sær ymiskt, sum
annars hevði farið óansað framvið
okkum.
– Føroyskir bilførarar eru næstan so
fólkaligir, at teir eru vandamiklir. Hað
ani eg eri, er tað næstan kríggj á veg
num, tí øll troka seg framat, meðan her
í Føroyum lata bilførarar alla tíð aðrar
bilar sleppa ímillum. Ta einu ferðina
vóru vit við eitt vegamót í Havnini, og
bilførarnir blivu við at vinka hin bilin at
fara fyrst, og av tí at øll eru so fólkalig,
stóðu vit føst í vegamótinum í eina øld,
sigur Ed flennand, ið tó ikki bara hevur
rósandi orð at bera Føroyum.
– Eg væntaði, áðrenn eg kom higar,
at Føroyar vóru dýrar, men eg havi eft
irsíðan funnið útav, at tær eru so nógv
dýrari enn væntað.
Filma Sea Shepherd
Ed og Elise eru ikki einsamøll í Føroyum
og gera dokumentarfilm um Føroyar.
Øllum kunnugt hava Sea Shepherd
verið her í nakrar mánaðir, og Ed og
Elise verða ofta mistonkt fyri at vera
frá felagsskapinum hjá Paul Watson.
– Bara tí vit eru útlendsk og ganga
runt við einum myndatóli, halda før
oyingar, at vit eru frá Sea Shepherd.
Tað eru vit so ikki, og vit leggja dent
á, tá vit tosa við føroyingar, at vit ikki
hava ætlanir um at fáa føroyingar at
síggja út sum barbarar á skerminum,
sigur Else.
Sea Shepherd verður tó væntandi
ein partur av dokumentarinum hjá
teimum báðum.
– Vit hava sjálvsagt tosað við Sea
Shepherd og spurt um teirra meining.
Tað er eisini ein áhugaverdur vinkul,
at tann lokala og gamla mentanin fær
avbjóðing frá fremmandum uttanfyri
standandi fólkum, og hvat úrslitið av
hesum verður, sigur Ed, sum leggur
dent á, at Sea Shepherd ikki fer at fáa
nógv fokus í sendingini, tí tað hevði
verið spell, at ein aldargamal siður
hevði skulað verið yvirskuggaður av
einum nýggjum og fremmandum fe
lagsskapi.
Vísa alla søguna
Tað kann vera torført at kóka allar upp
tøkurnar niður í 25 minuttir og sam
stundis vísa Føroyar og grindadráp frá
flest møguligum vinklum.
– Ynskið er at fortelja søguna um
tær siðbundnu Føroyar við aldargomlu
veiðimentanini, sum samstundis eru
partur av tí globaliseraða heiminum.
Grindin kann tí skiljast sum eitt høvi
ella ein katalysator at hyggja eftir øll
um samfelagnum, sigur Elise, ið ætlar
sær at brúka oktobermánað upp á at
klippa filmin.
– Tað er eisini týdningarmikið at
fáa fram, at Elise og eg eru ikki søgan.
Føroyingarnir eru søgan, og vit eru tí
áhugað í øllum føroyskum søgum. Fleiri
søgur vit fáa, betri eru vit í standi til at
gera ta veruligu søguna um Føroyar,
sigur Ed, sum biður fólk seta seg í sam
band við seg ella Elise á Facebook. Tá
Ed er liðugur í Føroyum, liggur tað í
kortunum, at hann fer til Grønlands og
síðani til Sibiria í Russlandi at halda
fram við søguni um veiðimentanina
hjá inuittum.
VICE dokumentarurin hjá Ed Ou og
Elise Coker verður væntandi liðugur
síðst í oktober og verður at síggja á
youtube um sama mundið.
Hoyggj verður blakað upp á hoyloftið á hoyggjhúsi.
mynd: Ed Ou
Ein hali av bilum savnast aftan fyri eitt súkklulið.
mynd: Ed Ou
Á slupp uttan fyri Nólsoynna
mynd: Ed Ou