hósdagur 14. august 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 91 · 15. august 2014
7
Føroyska kavarafyritøkan Faroe Dive, hevði í farnu viku vitjan av
kendu norsku kavarunum Vidar Skålevik og Siv Pedersen.
Tey eru serfrøðingar í myndatøku undir sjónum. Vidar Skålevik
hevur tríggjar ferðir verið norskur meistari í myndatøku í sjógvi og
vatni.
Tey kavaðu á ferðini í Føroyum útfyri lendingini í Tjørnuvík, útfyri
helluni á Viðareiði, Kunoy og ikki minst í gjónni við Gjógv.
Norsku kavararnir og myndafólkini vóru sera væl nøgd við kav
ingina, og Faroe Dive fekk myndir frá teimum, ið vísa sera vøkru
náttúruna í sjónum kring Føroyar. Nakrar av myndunum síggjast her
á síðuni.
Lagt til rættis: Dagfinn Olsen
Meistari í myndatøku
undir sjónum
Í farnu viku vitjaðu tveir norskir kavarar Faroe Dive í Føroyum,
harav annar er norskur meistari í myndatøku undir sjónum.