hósdagur 14. august 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 91 · 15. august 2014
8
VIKUSKIFTI
Føroyskir Harley Davidson eigarar fingu mánakvøldið í farnu viku vitjan av
limum í rockbólkinum Twisted Sister. Rockstjørnurnar koyra eisini á Harley, og
teir hugnaðu sær í felagshølunum hjá føroyska Harley Davidson klubbanum.
rockur
Orð: Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað var Svein Eliasen, limur í Harley
Davidson Club Faroe Islands, ið setti
seg í samband við fyrireikarar av
Summarfestivalinum, tá hann frætti,
at Twisted Sister komu til Føroya at
spæla í Klaksvík.
Svein Eliasen hevur síðani ung
dómsár verið Twisted Sister fjeppari, og
visti hann tí, at limirnir í rockbólkinum
koyrdu Harley Davidson motorsúkklur,
og t.d. javnan koyrdu fyri vælgerandi
endamál. Tí helt hann vera gott hugskot
at geva teimum møguleika at koyra ein
túr í Føroyum.
Hann setti seg eisini í samband við
formannin í føroyska Harley klubban
um, Hilmar Augustinussen, og so varð
ferð sett á ætlanirnar.
Fimm motorsúkklur stóðu skjótt
tøkar til stjørnurnar, og brátt komu boð
frá monnunum kring limirnar í rock
bólkinum, at teir fegnir vildu royna at
koyra Harley í Føroyum.
Vitjan
Nakrir av limunum í Twisted Sis
ter komu til Føroya eina viku undan,
at Summar Festivalurin byrjaði, og
mánakvøld fekk føroyski Harley fe
lagsskapurin vitjan av rockstjørnunum.
Limirnir í føroyska felagsskapinum
hava eina sms-skipan, og hendan varð
nýtt at fáa boðini út um forvitnisligu
vitjanina.
Rockstjørnurnar komu so á vitjan.
– Teir hugnaðu sær óført í felags
hølunum í eini tveir tímar, ella so, og
spældu billard og tóku sær av løttum,
sigur Svein Eliasen.
- Ætlanir vórðu so lagdar um, at
vit og teir skuldu koyra ein túr miku
kvøldið eftir. Men stutt fyri, at farast
skuldi, so komu boð um, at teir máttu
Rockstjørnur
vitjaðu føroyskt
motorsúkklufelag