Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 91 · 15. august 2014 9 av­lýsa, tí sjúka var komin upp í leikin. Trummu­leikarin var ikki heilt væl fyri, og teir tordu ikki at taka óráð fyri, tí teir høvdu fýra stórar konsertir fyri framm­an, sigur Svein Eliasen. Hóast hetta var keðiligt, so høvdu lim­irnir í føroyska felagsskapinum longu havt møguleika at hitta stjørn­ur­ nar, og hugnað sær saman við teimum. Hitti allar og slapp á pallin Men fyri Svein Eliasen, stóra Twisted Sister fjepparan, endaði søgan ikki her. Hann hitti nevniliga seinni allar í bólk­inum, slapp back stage, og enntá at standa á síðupallinum undir konsertini við Twisted Sister á Vágsbø. – Eg slapp afturum at hitta allar lim­irnar í bólkinum, áðrenn teir fóru á pallin, og slapp eg at standa á síðu­ pall­inum undir konsertini, og har tók eg mynd­ir, sigur ein fegin Svein Eliasen, ið slapp at hitta stjørnurnar í Twisted Sis­ter, einum rockbólki, ið hann síðani barna- og ungdómsár hevur verið fjepp­ari av, og sum hann eigur allar LP- plát­urnar hjá, og hesar fingu sjálvsagt eis­ini autografarnar hjá limunum í bólk­inum áskrivaðar. Myndir: Svein Eliasen, Johnny Poulsen og Summar Festivalurin.