Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 91 · 15. august 2014 10 Siðsøga við Óla Jacobsen Poula ein av fyrstu kvinnuligu kommunupolitikarum Í Mykinesi vóru nógvar frásagnir um, at mangt var millum himmal og jørð. Leiðin gekk úr Mykinesi aftur til Kollafjarðar, har Poula fór at gera um seg í kommunupolitikki E g giftist í 1952 við Poulu. Hon var dóttir Hansinu og Marius Frede­ rik Joensen í Kollafirði. Hansina hev­ur røtur í Barbustovu í Syðru­ gøtu. Pápi hennara var Mikkjal Mikk­el­sen og mamman var Katrina, sum var ætt­að úr Kúluni á Toftum. Tey komu at búgva sín­ar seinastu dagar í Kollafirði hjá Hansinu. Poula var ofta og ferðaðist í Syðrugøtu. Har átti hon nógva ætt. Hon fekk systkini Odmar, Petra, Hanna, Jóna og Kala. Poula lærdi til sjúkrasystir, men tá hon gjørd­ist við barn, lá illa fyri at halda áfram í hesum yrkinum. Tá ið vit seinni fluttu til Mykinesar vóru tó onkuntíð boð eftir henni sum at binda um sár ella taka rusk úr eyg­an­um. Hin heimurin í Mykinesi Sum aðrastaðni var eisini í Mykinesi meira mill­um himmal og jørð, enn vit duga at skilja. Nógvar av hesum frásøgnum eru savn­að­ar bókarøðini Hin Heimurin hjá Peter J. Sig­vard­ sen. Her hevur Jógvan eisini givið sítt íkast, so tað kann vera hóskandi her at end­urgeva hans­ara frásagnir úr Mykinesi: Riggaði til grind uttan grindaboð. Ein dag­ in sóu Mykinesmenn, at tann gamli Hand­an­ á­bóndin bar grindareiðskap oman í fjøruna. Teir undraðust stórliga á hetta og skundaðu sær oman á Berg at hyggja út á sjógv. Men grind var onga staðni at síggja har á leiðini. Onk­ur helt tá fyri, at nú var býtta lagið á bónd­an­um. Aðrir skundaðu sær til hansara at spyrja, hví hann bar grindareiðskap oman í fjøruna? “Jú,” svaraði hann “tað verða grindaboð um eina løtu.” Og so var, sum Handanábóndin segði. Grindaboð komu, bátar vóru drignir av lunni og Mykinesmenn fóru i grind. Hamarin sum hvarv. Einaferð vóru Myki­ nes­menn og gjørdu eitt ból inni á Gosdali. Tá bar so á, at ein teirra misti hamaran burtur, og var hann ongastaðni at finna. Teir gjørdu so bólið liðugt. Men tá ið teir skuldu fara til hús, lá hamarin púra vísur á einum steini tætt har íhjá. Handanástovubóndin segði fyri teimum, at ein gamal maður í bygdini hevði sitið á ham­arinum allan dagin, og tá ið teir komu til hús, lá hesin gamli maðurin deyður í seingini. Huldufólkini ávaraðu um regn í hoyna. Uppi á Grótvølum vóru altíð nógv huldufólk. Hild­ið varð, at tey búðu í einum hamraskapilsi har í nánd. So var tað ein terradag í hoyna, at myki­ nes­fólk vóru farin heim til døgurða. Men tann gamli Handanábóndin segði, at hann fór ikki heim til døgurða men ætlaði sær at vera verandi í hoynum. Mykinesfólk skiltu einki av hesum, tí tað var brenniterri, ikki skýggj á luftini, og tí høvdu øll rivið niður og rist út hesa logn­ ar­løtu. Men Handaábóndin dugdi meira enn at mata seg, tí hini høvdu neyvan sett seg við døg­urða­borðið, tá kom ein frekur ælingur, og alt hitt hoyggið hjá Mykinesfólki lá á bliki. Men Handanábóndin fekk alt sítt hoyggj sam­an í turrum. Onkur vildi eisini vera við, at hann var so væl við teir fornisku, og teir eisini høvdu rætt honum eina hond hesa løtuna. Seinni spurdu tey hann, hvussu hann visti, at regn skuldi koma. “Jú”, svaraði hann, “tað skal eg siga tykk­ um so væl, at koma huldufólkini út fyri dyr at hoyggja, og tey tá venda inn aftur, so grettir ikki, at tað fer at regna. Og tað var júst hetta, sum hendi í morgun. Tey tustu út fyri dyr, hugdu seg íkring, men skundaðu sær inn aft­ur í heyggin. Tí dámdi mær ikki at fara úr hoy­num.” Prátaði við deyða pápan Niklas, sum vaks upp í Handanástovu, segði fyri mær, at einaferð segði Handaábóndin við seg, at pápi hansara var deyður. Tá var tele­ fon­in ikki komin. Niklas var sjálvandi sera illa við at fáa deyðsboð av pápa sínum. Men Handanábóndin segði tá við hann, at hann skuldi sleppa at tosa við hann, um hann ynskti tað. Teir fóru so útum, og teir tosaðu við deyða páp­an í myrkrinum. Heim til Kollafjarðar Malan gekk í skúla í Mykinesi í 3½ ár, og hetta var sera óhøgligt og trupult. Skjótt skuldi Krist­ina í skúla, og tað fór ikki at vera minni trup­ult. MEN ein onnur orsøk, sum gjørdi, at vit vildu flyta var, at Malan hevði havt blind­ tarms­betendilsi. Tað var ódnarveður, men ein ein­asti lítil glotti gjørdi, at hon slapp av oynni og undir læknahond. Har kundi verið galin endi. Hetta gav eina ávaring um, hvussu vanda­mikið tað kundi vera at búgva á eini slík­ari oyggj. Út at sigla Eg fór út at sigla við danska skipinum Birgitte Cord. Høvuðsfarmurin var at sigla VW bilar úr Týsklandi til USA, og farmurin heim aftur var fóður. Tá var tað ikki sum nú, at vera burtur seks vik­ur. Eg var burtur í 17 mánaðir. Hetta var í hvussu er ein stórur munur á tí at sigla við føroyskum skipum. Umframt hetta vóru sam­skiftismøguleikarnir heim til hús sera av­ mark­aðir. Tá ið eg hevði verið burtur í 12 mánaðir kom Poula at vitja. Hon fór niður til Hamburg við Karin K og hagani til Bremen, har hon visti, at vit skuldu ligið. Her var hon meira enn heppin. Vit skuldu eft­ir ætlan havt verið á veg til Amerika, tá ið hon kom fram. Men vit vóru seinkað av teirri orsøk, at tað gekk so illa at landa lastina av soyamjøli, sum vit høvdu heim við. Tí eydn­ að­ist Poulu at koma fram, áðrenn vit fóru av­stað aftur, hesa ferð til Canada. Men Poula kom við, og hon fekk tískil roynt sjólívið. Men á veg heim aftur komu vit í eitt satt óveður, har vit eisini fingu ein ógv­us­ligan sjógv. Tá ið vit komu heim vísti tað seg, at skipið var illa farið. Tí kundi støðan hjá okkum blivið nógv verri, um illa vildi til. Endaði í landsfjósinum Komin aftur til Kollafjarðar hitti eg Hans Biskupstøð, sum arbeiddi hjá lands­verk­ frøð­inginum. Vit kendust úr Klaksvík. Hann spurdi meg, um eg hevði hug at koma á verk­ staðið hjá teimum at arbeiða. Hetta helt eg vera áhugavert og tók av. Har var eg til­sam­ ans í 26 ár. Tann gamli verkstaðurin var í gomlu silda­ olju­fabrikkini hjá Gunnari Holm Jacobsen í Kolla­firði. Har var eg í 14 ár. Seinni varð flutt í grótbrotið norðan fyri Kollafjørð. Har var eg í 12 ár, til eg fór frá fyri aldur. Jógvan Christiansen · 4. partur Mykinesgentur komnar út í Hólm í føðingardag hjá Maluni. Ja, nógv er broytt