Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 91 · 15. august 2014 11 Golda Meir í Kollafirði Poula er ein av teimum fyrstu kvinnunum í Før­oyum, sum kom uppí kommunupolitikk. Helst var hon tann fyrsta uttanfyri Havnina, har tað var Malla Samuelsen. Poula hevur greitt frá, at hon ein dagin í 1970 saman við Jógvani stóð og tók eplir upp, tá ið ein maður kom fram við. Prátið teirra mill­um kom inn á, at nú skuldi stillast upp til val. Tá ið maðurin fer frá teim­ um, heldur hann fyri, at “vit stilla teg upp Poula”. “Á ja, hvat tá,” ella okkurt líknandi hevði hon svar­að. Men sama ger, tá list­in kom fram, var Poula uppi á, og hon varð eisini vald. Tað hevur verið sagt, at teir menn sum tóku hetta stig, hildu, at tað hendi nóg so lít­ið í bygd­ini, so tað kundi verið brúk fyri ein­um konufólki! Poula var í komm­unu­stýr­in­ um fram til 1984. Her var hon mill­um annað limur í heilsu- og byggi­nevndini og í re­no­va­ti­ óns­nevndini. Hon kann sigast at hava ver­ið ein slóð­brót­ari fyri kvinnu­sak­ ina á hesum økinum. Hetta kom eisini fram í Kvinnutíðindum fýra ár seinni. Í 1970 blivu fýra kvinn­ur vald­ar í bygda­ráðini, og tær tóku við júst á kvinnu­ár­in­um 1975. Poula hevur eisini verið virkin á øðrum økj­um og hevur verið í hesum nevndum: Barnaverndini 1970 - 2000 Valstýrinum 1970 - 2006 Bjargingarfelagnum frá 1978 - 1993 Kirkjuráðnum 1969 - 1981 Fornminnisfelagnum 1984 Poula arbeiddi nógv fyri at samla pening til eitt eldrasambýli í Kollafirði og var við til at keypa húsini, har tað er í dag. Undan tí arbeiddi hon við heimahjálpina. Hon fór við Jóhonnu Johannesen úr Vest­ manna húsagongd, fyri at finna fólk at arb­ eiða við hesum. Tað gekk striltið, til tær fingu Honnu Fagraklett og Siggu Hansen at hjálpa til. Eisini hevur hon á annan hátt verið virk­in fyri pensjónistar. Hon hevur verið í í áhugabólkinum fyri pensionistar í Kollafirði, og hon varð vald í Eldraráðið hjá Tórshavnar komm­unu 2005. Eisini hevur hon arbeitt á Dagtilhaldinum frá 1988 - 2003. Poula var so virkin, at hon kom at verða kall­að Golda Meir í Kollafirði. Hetta var av­ gjørt ikki niðursetandi. Golda Meir var ein av teimum leiðandi í fyrstu søguni hjá Ísrael, og hon gjørdist eisini forsætismálaráðharri 1969-1974. So at vera sammett við hana er ein heið­ur, sum hon hevur uppiborið. Poula var eitt konubrot, tað er eingin ivi um tað. Alt hetta merkti, at hon var nokk so nógv frá húsum. Men eg hevði mínar royndir at húsast einsamallur í Mykinesi, so tað var ikki nakað trupulleiki. Eg havi sjálvur ikki lagt nakað serligt í at koma í nevndir. Eina ferð kom eg í havna­ nevnd­ina. Har varð hildin ein fundur, men tá var eg burturstaddur. Men tað legði eg ikki so nógv í. Børnini Vit fingu 6 børn í tíðarskeiðnum 1952 - 1969: Malan, Hansina, Kristina, Ják­up Marius, Marjun og Óli Andreas. Mal­an er fødd í desember 1952 og arb­eið­ir í dag sum námsfrøðingur hjá Al­manna­verk­in­ um. Hansina (f. 1955) var fjølbrekað, sum tað kallast í dag. Hon kundi einki. Tó hildu vit, at eyguni vístu, at hon hevði skil. Tá á døg­um var onki tilboð fyri slík børn uttan at senda tey niður. Men Hansina fekk tað gott niðri til hon doyði 9 ára gomul. Tá vóru ikki nógv­ir vitjunarmøguleikar. Men tá eg seinni fór út at sigla kom eg til Danmarkar og hevði tá møguleika fyri at vitja hana. Kristina var fødd í mars 1958, og hon arb­eiðir sum politistur í Havn. Jákup Marius var føddur í november 1959. Hann var fødd­ur umborð á doktarabátinum á veg úr Kolla­firði til Havnar. Hann var føddur ov tíð­liga. Orsøkin var kanska tann, at Poula fekk ein skelk, tá ið tað frættist, at Jákup í Hand­anástovu var dottin oman sum umrøtt í seinasta parti. Drongurin bleiv uppkallaður eft­ir Jákupi og eftir abbanum í Kollafirði. Út á várið í 1960 fekk Jákup Marius eitt so herviligt krím. Brimið stóð í grasið, so tað var ikki hugsingur um at koma av oynni. Hann klár­aði ikki sjúkuna og doyði. Hann er jarð­ að­ur í Mykinesi. Tá ið Poula gjørdist við barn aftur - í 1963 - av­gjørdu vit at flyta til Kollafjarðar. Marjun varð fødd í Kollafirði í september 1963. Hon arb­eiðir á skrivstovuni hjá Tórshavnar komm­ unu. Óli Andreas kom í mei 1969. Hann er mask­inmeistari eins og eg, og hann arbeiði á SEV á Sundi. Nú eru vit bæði so blivin nakað til aldurs og búgva á Boðanesheiminum. Her er gott at vera. Vit hava tað hampiliga gott eftir aldr­inum. Hvønn dag, tað viðrar, fari eg ein gongu­túr saman við øðrum sum búgva her. So er tað eisini so hugaligt at frætta frá goml­um vinum. Mánamorgunin fekk eg eina heilsan frá Johannes Nysted. Hann er ætt­aður úr Hvannasundi men er uppvaksin í Svínoy. Vit lærdu saman á smiðjuni hjá Sam­son í Klaksvík beint eftir kríggið. Vit gingu eisini saman á maskinmeistaraskúla. Tá vóru tíðirnar so ringar, so hann flutti nið­ur til Danmarkar og kom at sigla sum mask­in­ meist­ari í mong ár. Nú var hann komin til Føroya at fylgja fost­ursystrini Anni Mallu til gravar. Vit eru nak­að javngamlir, hann er 91 ár og væl fyri á all­an hátt. Hann var raskur og skikkiligur, og trú­fastur er hann eisini. Hann vitjaði okkum, tá ið hann ferðaðist í Føroyum í fjør. Tøkk til Poulu og Jógvan Fari at takka Jógvani og Poulu fyri tey hugna­ ligu prát, sum vit hava havt, og sum hava givið okkara lesarum hesa áhugaverdu frá­ søgn, sum er eitt gott íkast til okkara siðsøgu. Komandi partur: Komandi partur verður ein søga um eina familju í Havn, sum er grundað á upp til 100 ára gomul post kort hjá Valborg hjá gamla Knút skómakaranum. Urtagarðurin hjá Poulu og Jógvani í Mykinesi var í einari holu eystan fyri húsini. Holan kom, tá ein bumba bleiv kastað mótir húsinum undir krígnum. Í Mykinesi. Her lossa teir tilfar til nýggju brúnna niðri á bakkanum. Borgmeistarin tók ímóti, tá tey fluttu inn á Boðanesheimið. Poula og ommudóttirin spæla gekk. Poula og Jógvan saman við børnunum frá vinstru: Marjun, Malan, Óli Andreas og Kristina.