hósdagur 14. august 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 91 · 15. august 2014
12
VIKUSKIFTI
Summarið
og Rógvi Biskopstø
Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Enda setningin...
Sól og hiti fáa meg...
..í gott lag, og man hevur bara hug at halda frí
Yndisstaðið at halda frí er…
...í Føroyum. Sum lesandi í Keypmannahavn er tað altíð gott at koma
heim til friðsælu Føroyar, hóast veðrið ikki altíð er líka gott sum í
Danmark.
Hetta summarið ætli eg mær…
..ikki at sigla, men at arbeiða á landi og annars at njóta teir ymsu
festivalarnar og stevnurnar, sum eru kring landið um summarið.
Tað er summar í Føroyum, tá…
...fólk taka sær av løttum, og tá hvørki yvirskýggi ella mjørki er, men
bakandi sól
Føroyska summarið…
...hevur ómetaliga nógv at bjóða. At ferðast í egnum landi er nakað,
man burdi gjørt meir av.
Tá ið veðrið ikki er gott,
plagi eg at…
...sita inni og slappa av. Kanska taka ein film á Netflix ella ein túr á
kafé saman við vinfólki.
Mær dámar best…
...at njóta summarið saman við vinum ella familjuni og ikki hugsa
um, hvat komandi hálvár á universitetinum hevur at "bjóða"
Ein góðveðursdag eti eg…
...tað, sum endar á grillini, ið kann vera alt frá einari stoktari pylsu til
ein enskan búff.
Stevnurnar í Føroyum…
...hava nógv at bjóða so sum kappróður, fótbólt og sjónleik, so
vónandi detta tær ikki niðurfyri, hóast nýggj tiltøk stinga seg upp.
Fyri meg verður
hæddarpunktið
á summarinum…
...at standa á Vágsbøi og rocka til Twisted Sister.
Mítt yndissummarhitt er…
...nokk Summer of 69 hjá Bryan Adams.
Besta summarferiuminnið er…
...við Gjógv fyri nøkrum árum síðani, tá eg saman við familjuni var í
summarhúsinum hjá okkum har.
mynd: privat