hósdagur 14. august 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvørt ár móti jólum hevur
hann verið trúgvur í útvarp
inum. Klassiski jólasangurin.
Góði jólamaðurin. “Hoyr – nú
syngur abbi” kundu børn
ini
siga
abbabørnunum.
Og jólini fingu eina triðju
dimensión – sangurin, jóla
maðurin og abbin gingu upp
í eina hægri eind, sum við
Ingolf harmoneraði so sera
væl. Hann hóskaði til gleði
boðskapin.
Týsdagin dró hann andan
fyri seinastu ferð. Og djúpa
røddin er tagnað. Live. Men
vit fara framvegis at hoyra
hann.
Ingolf Jákup Jakobsen,
ella Ingolf av Kamarinum,
andaðist aftaná at hava
stríðst við sjúku seinastu
árini.
Hann gjørdist 69 ár.
Hann var eitt gott menn
iskja, sum altíð hevði tað
góða orðið til tað og tey, hann
hevði við at gera.
Góðsliga
lyndi
gjørdi,
at tað var altíð hugaligt at
vitja Ingolf og Súnu. Hann
hevði ein livandi áhuga fyri
tí, sum børnini og teirra
familjur fingust við. Stuðul
in var treytaleysur og heil
hjartaður.
Í fimti árunum gingu tey
av Kamarinum á odda í før
oyskum populer tónleiki. Í
hálva øld hava tey og fleiri av
teirra eftirkomarum sett dám
á føroyskan tónleik. Ingolf
var djúpa røddin í hesum
systkina tónleikafyribrigdi.
Mong munnu tey vera,
sum minnast góðar løtur
við sanginum hjá Ingolf og
teimum. Fyri tveimum árum
síðani vísti hann mær tann
heiður at leiða dóttrina eftir
kirkjugólvinum. Í brúðar
húsinum vóru vit nøkur,
sum upplivdu hann syngja
“slagarar” frá fimti- og seksti
árunum. Tað kendist eins og
legendir vóru komnar á gátt
gjøgnum røddini á Ingolf.
Hann var havnarmaður
um ein háls, og hartil vildi
hann Føroyar fram í øllum
lutum. Hann arbeiddi við
posti, á Elektron, sum út
róðrarmaður,
og
seinni
mongu árini sum stuðul
innan almannaverkið. Tað
var eyðsæð, at hann dugdi at
fara við teimum, sum tørvaðu
dagliga hjálp. Ingolf hevði
persónligu
eginleikarnar,
sum
krevja
tolsemi
og
innlivan, og hetta merkti
hansara atburð í øllum tí,
hann tókst við.
Ein partur av frítíðini
bleiv brúktur á trøðni í
Havnardali, har jóladøgurðin
bleiv gøddur gjøgnum árið.
Saman við Súnu vitjaðu
tey dúgliga síni nærmastu,
og abbabørnini fara at sakna
guitarspæli, sangin og trygga,
vælmeinandi prátingarlagið,
sum tey kundu hava við
Ingolf abban.
Hann var altíð fúsur at
hjálpa, tá ið okkurt handa
ligt
skuldi
gerast.
Sum
hann einaferð tók til: “Eg
eri jú abbasonur Magnus á
Kamarinum, so okkurt skal eg
helst duga við hondunum”.
Honum dámdi væl at
tosa um politikk, vinnu, veð
ur og vind. Men seinastu
tvey árini hevur lívsins
róður
verið
tungur
við
afturvendandi sjúku, og nú
gjørdist brekkan ov brøtt.
Sítt lætta lyndi hevði hann
tó til tað síðsta, og dugdi at
taka til. Fyri tveimum vikum
síðani lá hann á 12. hædd
á Ríkissjúkrahúsinum, har
útsýnið yvir Keypmannahavn
er avbera gott. Vit umrøddu
hetta, men so helt Ingolf: “Jú,
útsýnið er gott, men nú eri eg
farin at troyttast av tí!”
Helst var tað hansara
undirspældi máti at siga,
at róðurin var blivin beista
tungur. Tíbetur kundu øll
børnini vera um hann, nú
hann stillisliga segði hesi
verðini farvæl. Eftir situr
Súna við minninum um ein
góðan mann, sum altíð var
rættvísur, og vildi tað besta.
Børn, abbabørn og vit, sum
eru komin inn í hesa serstak
liga dámligu familju, hava
ógloymandi løtur at ríka
okkara ferð fram á leið.
Men, sum systir Ingolf
segði so beinrakið, tá ið ein
vakur sangur var sungin eina
stilla løtu: “Tann djúpa rødd
in manglar!”
Friður veri við minninum
um Ingolf av Kamarinum
ÓG
Djúpa røddin tagnað
Minningarorð um Ingolf av Kamarinum
11. oktober 1944 - 12. august 2014