Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ráðgevi til Krabbameinsfelagið Vit søkja eftir ráðgeva til farloyvisstarv, frá 1. oktober 2014 til 30. september 2015, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt avbjóðandi og gevandi starv, har tú millum annað fert at: • ráðgeva,vegleiða og stuðla fólki, ið hava krabbamein, avvarðandi teirra og onnur • ráðgeva, vegleiða og stuðla teim sjálvbodnu í felagnum • hjálpa bólkunum í felagnum við fundum, undirvísing o.ø. • skipa fyri tiltøkum saman við leiðsluni, t.d. fyrilestrum, hugna- løtum og sjálvhjálparbólkum • røkja vanligt skrivstovuarbeiði Tú hevur viðkomandi útbúgving, royndir og dugir at samskifta við fólk í sorg og kreppu og hevur visiónir um, hvussu ein skipar hjálpararbeiði best. Tú hevur eisini teldukunnleika, dugir at orða teg á skrift, hevur umsorgan fyri tí einstaka og góð samstarvsevni. Vit bjóða eitt dynamiskt arbeiðs- pláss, góðar umstøður og fjøl- broyttar avbjóðingar. Vit bjóða tær eisini gott, tvørfakligt samstarv, har tú verður við til framhaldandi at menna felagið og felagsarbeiðið móti krabbameini. Talan er um eitt 0,5 starv við dag- og kvøldarbeiði. Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: Krabbameinsfelagið Grønlandsvegur 58 Postboks 1216 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 31. august 2014. Tú fært meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Jansy Gaardlykke, dagligan leiðara, á telefon 31 79 59 ella á jansy@krabbamein.fo.