Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 18 upptakt fótbóltur Møguleikin fyri at tað skjótt skal verða millum lítið og einki at spæla um, lúrir og kann verða veruleiki eftir steypafinaluna og landsliðssteðgin Jóannes Hansen Sambært skránni verða allir fimm dystirnir í 19. umfari í Effo-deildini á skránni seinna­partin sunnudagin. Miku­kvøldið verður 20. um­ far, og annað vikuskifti verð­ ur 21. umfar. Tá ið hesi trý umførini um eina stóra viku vera av, verður tað sjálvandi nógv greiðari ábend­ing um, enn tað er nú, hvussu vánirnar vera fyri, at enda­ støð­an fer at verða. Eftir 21. umfar og ann­að vikuskiftið verður steðg­ur í landskappingini í tríggjar vikur. Tað kemst av, at steypafinalan verður leyg­ ar­dagin 30. august. Tí verð­ur eingin landskapping í bestu deildini sunnudagin 31. august. Sunnudagin 7. sept­ emb­er skal landsliðið fyri fyrstu ferð í eldin í hesi EM und­ankappingini. Tá verða Før­oyar vertir hjá Finnlandi. 22. umfar verður sunnu­ dag­in 14. september. Tað kann væl vera, at tað longu und­an seks teimum síðstu um­førunum verður greitt, at tað verður millum lítið og einki at kappast um. Tað vald­ast gongdina í teimum trim­um umførunum, sum bíða næstu stóru vikuna. Sjálv­andi er tað møguleiki fyri, at nógv skal venda øðr­ visi annað sunnukvøld, enn tað ger nú. Men gongdin sein­astu nógvu umførini hev­ur ikki bent á, at tað skal verða so spennandi, sum tað ofta hevur verið, tá ið dag­ ar­nir av álvara eru farnir at stytt­ast, og sluttspurturin í fót­bóltinum ikki hevur verið so langt burtur. Málfátækt Fyri viku síðani varð víst á, at síð­ani summarsteðgin hava tað ikki verið skorað ser­liga nógv mál í bestu deild­ini. Síð­ ani tá er 18. umfar av­greitt, og tá var tað so langt millum mál­ini, sum tað sjáldan kem­ ur fyri. Til saman vórðu tað skor­ að seks mál ella mest sum bara helmingurin so nógv mál, sum tað annars hava ver­ið skorað í málfátækastu um­førunum. Í teimum eru ell­ivu mál skorað. Tað hevur annars verið langt millum umførini, tá ið so fá mál hava verið skor­að. Bara eina ferð, síðani lands­ kapp­ingin varð víðkað at fevna um 27 umfør, eru færri mál skorað enn síðsta umfar. Í 13. umfari í fjør vórðu fimm mál skorað – KÍ-AB 1-1, NSÍ- 07Vestur 2-1, EB/Streymur- Vík­ingur 0-0, HB-ÍF 0-0 og TB-B36 0-0. Í 27. og síðsta um­fari í 2008 var samlaða mál­talið seks – ÍF-B71 0-0, Vík­ingur-KÍ 0-0, NSÍ-Skála 2-1, EB/Streymur-HB 0-0, B36-B68 2-1. Støðutalvan sigur, at tað skulu í minsta lagi trý umfør til hjá HB at fáa B36 aftur og har­við at fáa spenning um FM heitið. Talvan sigur eisini, at tað skulu tvey umfør og kanska trý til hjá Víkingi at fáa HB aftur og harvið spenn­ing um næstfremsta pláss­ið. Tað valdast úrslitið í útsetta dystinum millum NSÍ og Víking. Í botninum er munurin frá Skála á næstniðasta plássi og fram til AB átta stig og harvið skulu tað í hvussu so er trý umfør til at broyta upp á hetta. Tað er framvegis spenn­ ing­ur millum Víking og EB/ Streym, sum mánakvøldið vístu fínt undirhald í Gøtu, um, hvat av hesum liðunum skal vinna bronsukrónurnar. Ann­ars kennist tað vera stórt sannlíki fyri, at tað eftir tríggj­ar vikur langa steðgin síðst í hesum mánaðinum og fyrst í næsta mánað verður tal­an um tómgongd. Tíbetur er bólturin rund­ ur, og longu sunnudagin kann tað fara at vísa seg, at møgu­leikin fyri tí óvæntaða verð­ur nógv størri, enn hann í løtuni sær út til at vera. Toppur og botnur í Gundadali B36-Skála Rúni Gaardbo sunnudagin kl. 15.00 Sunnudagin koppaði tað topp­liðnum B36 til fyri­ mun­ar, tá ið NSÍ vitjaði í Gundadali. B36 vann 1-0, men tað stóð nógv á: – Vit vóru nøgdir við 1. hálv­leik, men tað var ikki nóg gott eftir steðgin, og tað mugu vit arbeiða við. Eis­ ini tá ið vit sunnudagin fáa vitjan av Skála, sigur hjálp­ ar­venjarin hjá B36 Jákup á Borg, og hann leggur aftrat: – Ímóti Skála eiga vit at vinna á heimavølli. Vit eiga at halda fokus, mynda møgu­leikarnar og so vóna vit, at tað eydnast at skora mál ímóti væl skipaðu Skála verj­uni. Eftir at tað hevur eydnast skála­monnum at tetta verj­ una og at skipa spælið av nýggj­um, og eftir at tað er eydn­ast at lyfta liðið burtur av aftasta plássinum, so eru teir á Skála illa raktir av skað­um. Tað nívir dygt, tá ið fleiri av lyklaspælarunum í lítla hópinum ikki luttaka í venj­ingunum, og tá ið tað er iva­samt, um teir verða førir fyri at spæla. Ímóti HB var um reppið, at tað eydnaðist at vinna stig, og tað sást í hvussu so er ikki í 2. hálvleiki, at talan var um toppur ímóti botni. HB hevur knívin á barkanum EB/Streymur-HB Dagfinn Forná sunnudagin kl. 15.00 Higartil í ár hevur HB ikki tapt á bygd. Í fyrsta umfari end­aði tað 1-1 við Margáir. Nú skal HB aftur norður til Streymnesar. Í HB siga teir seg ikki hugsa um FM heit­ið, men at teir royna at vinna hvørja ferð, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at royn­ast. EB/Streymur hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunn­ið góða úrtøku. Bæði í heimadystinum ímóti B36, tá ið úrslitið var 1-0, og mána­ kvøld­ið í Gøtu, tá ið úrslitið var 1-1, eydnaðist tað Rúna Nols­øe og hansara monnum at vinna stig, hóast tað leingi stóð nógv á. HB vann tepran 1-0 sigur á Skála sunnudagin: – Vit vóru væl nøgdir við avrikið í 1. hálvleiki, tá ið vit vóru frammanfyri. Eft­ir steðgin var tað tætt og int­ enst, og tá vóru vit undir trýsti í løtum, men vit eru nøgd­ir við avrikið og úrslitið. Ímóti EB/Streymi verður tað tor­ført, tí liðið hjá teimum er eitt tað besta, tá ið tað riggar hjá teimum. Vit ætla okkum at vinna við Margáir, sigur Heð­in Askham, fyrrverandi EB/Sttreyma venjarin, sum nú hevur ábyrgdina av HB. Hjá Rúna Nolsøe og EB/ Streymi verður neyðugt at skipa verjuna av nýggjum, nú veteranurin Egil á Bø er leikbannaður. Gert Han­sen er tøkur aftur, og tí verð­ur tað hann ella Marni Djur­ huus, sum verður í mið­verj­ uni saman við Høgna Mad­ sen. Sigfríður hevur ikki gloymt AB Víkingur-AB Páll Augustinussen sunnudagin kl. 15.00 Undan kappingarbyrjan varð fok­us sett á útsøgnina hjá Vík­inga venjaranum Sigfríði Clem­entsen, sum segði, at Tómgongdin er ikki langt burtur Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 18 13 4 1 38 16 +22 43 2 HB 18 10 6 2 39 16 +23 36 3 Víkingur 17 7 7 3 32 19 +13 28 4 EB/Streymur 18 7 6 5 30 23 +7 27 5 NSÍ 17 6 4 7 33 22 +11 22 6 KÍ 18 6 4 8 29 30 -1 22 7 ÍF 18 5 6 7 26 34 -8 21 8 AB 18 5 5 8 22 39 -17 20 9 Skála 18 2 6 10 10 34 -24 12 10 B68 18 2 4 12 15 41 -26 10