Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. august 2014 · Nr. 91 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 19 Vík­ingur hevði møguleika at vinna á øllum og harvið var boð upp á toppplasering. Tí kom tað púra óvæntað, tá ið AB eftir fyrsta umfar fór úr Gøtu við 2-0 sigri. – Vit vóru óhepnir og skoraðu ikki upp á møgu­leik­ ar­nar. Líkindini vóru vánalig, og einki gekk okkara veg. Síð­ani hava vit tíbetur fótað okk­um, staðfestir Sigfríður Clem­entsen. Tá ið Víkingur var á Argjum, eydnaðist tað at vinna 3-0. Hesa ferð er tað sjálvandi bági fyri Víking, at tveir av týdningarmiklastu stríðs­ monn­unum, Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus, eru leikbannaðir. Oddbjørn Joensen og hin­ ir í AB vóru væl nøgdir eft­ir 2-0 sigurin á ÍF síðsta sunnu­ dag: – Alt gekk í 1. hálvleiki ÍF ímóti, tá ið teir mistu fleiri spæl­arar og gjørdu sjálvmál. Vit fingu nyttu burturúr, og tað fegnast vit um. Nú hava vit vunnið tríggjar ferð­ir og spælt tríggjar ferð­ ir javnt, og nú eru vit leysir av botninum. Nú hava vit fokus á at fáa ÍF og KÍ aft­ ur. Spælararnir skulu hava rós fyri, at teir vísa fín­an hugburð, og eg fegn­ist ikki minst um, at Jógv­an Skeel Nolsøe og Sorin An­ghel standa seg væl í álops­part­ inum. Nú hevur NSÍ aftur møguleikan NSÍ-B68 Ransin N. Djurhuus sunnudagin kl. 15.00 Hóast NSÍ er omanfyri miðj­ una á støðutalvuni, so er tað fram­vegis ein veruleiki, at NSÍ ikki hevur megnað at vinna ímóti øðrum enn trim­ um teimum niðastu. Hetta er merkisvert, tí NSÍ hev­ur ver­ið við til at mynda rimm­ ar uppgerðir ímóti eitt nú topp­liðnum B36, sum hev­ur ver­ið heppið, at vinna 1-0 í Runa­vík og 1-0 síðsta sunnu­ dag í Gundadali. Nú er dagsskráin hjá NSÍ at spæla ímóti einum av trimum teimum niðastu, og tá hevur tað higartil í ár bor­ið væl til. Burturúr seks dyst­um ímóti B68, Skála og AB hevur NSÍ vunnið 18 stig! Tá ið B68 var í Runavík var úr­slitið tepur 1-0 sigur, og á Svanga­skarði vann NSÍ 2-0. Síðsta fríggjakvøld stað­ festu toftamenn yvir fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tað ber teimum til at vinna stig á útivølli. Tá var úrslitið 0-0 í Klaksvík, og tá vann B68 fyrsta stigið á útivølli í ár. – Vit arbeiða við at fáa ting­ini at rigga fysiskt og ment­alt. Fyritreytirnar eru ikki sum hjá stóru fe­ løg­unum, og tað sigur seg sjálvt, at vit eru fegnir, at tað eydnaðist at vinna stig á úti­vølli. Tað er langt eftir at røkka upp um strikuna, men vit skylda hvørjum øðrum hvørja ferð at vísa góðan hug­burð og at tora at hava bólt­in, heldur Jógvan Martin Ol­sen, venjari hjá B68. Albert er noyddur at byrja av nýggjum ÍF-KÍ Eiler Rasmussen sunnudagin kl. ??? Klaksvíkingar eru svangir, nú teir fyrireika seg at fara til Fuglafirðar. Úrtøkan burt­ ur­úr fýra teimum seinastu um­førunum er samantald tvey stig, og KÍ hevur ikki vunn­ið síðani 22. juni, tá ið úr­slitið á heimavølli var 3-1 ímóti EB/Streymi. Fyri viku síð­ani var tað vónbrot ikki at megna meiri enn málleysan javn­leik ímóti botnliðnum B68, sum vann fyrsta stigið á úti­vølli í ár. – Vit vóru óhepnir ímóti B68, og eg eri ikki nøgdur við úrslitið, hóast vit vunnu okk­ um til møguleikarnar, sum skuldu til. Hetta er frustr­er­ andi, men vit hava tað ser­ liga torført ímóti teimum longri niðri á talvuni, meðan tað hevur gingið betri ímóti teim­um longri uppi, sigur KÍ venj­arin Eyðun Klakstein, og tølini ímóti ÍF eru við hon­um. KÍ vann í fyrsta um­ fari 3-1 í Fuglafirði og mitt í summar var úrslitið í Klaks­ vík 4-0. Meðan Eyðun Klakstein nú hevur allar sínar menn tøk­ar, so stendur verri til hjá Alberti Ellefsen og ÍF. Bart­al Eliasen er tøkur aft­ur eftir leikbann, men nógvu broytingarnar bera við sær, at Albert Ellefsen mest sum er noyddur at skipa liðið av nýggjum: Karl Løkin er burtur, Høgni Zach­ ariassen verður ikki før­ur fyri at spæla aftur nógvu tær næstu vikurnar, Jan Ó. Ellingsgaard er skadd­ur, Ari Ó. Ellingsgaard er leik­bann­ aður, og Nenad Saric er burt­ ur­staddur. Málverjin Jákup Mikk­el­ sen ásannar, at tað ikki gekk væl á Argjum, har AB sunnu­ dag­in vann 2-0: – Eftir at alt gekk galið í 1. hálv­leiki settu vit okkum fyri ikki at tapa 2. hálvleik, og tað eydn­aðist. Hugburðurin var góð­ur, og hann taka vit við okk­um ímóti KÍ, sum vit kapp­ast við. Hetta verður trup­ult, men vit trúgva upp á tað, sigur veteranurin í ÍF má­linum, sum í gjár fylti 44 ár. EB/Streymur: Úti: Egil á Bø (leikbann), Brian Olsen (fótliður). Ivasamur: Rógvi E. Nielsen (fótliður). Við aftur: Gert Hansen (eftir leikbann) ÍF: Høgni Zachariassen skaddur (Brotid kjálkabeinið, restina av árinum) Jan Ellingsgaard skaddur (Fiburspreinging, 3 vikur) Ari Ellingsgaard leikbannaður Við aftur: Bartal Eliasen KÍ: Allir tøkir. Gunnar Christi­ an­sen er við aftur, eftir at hann var burturfrá, tí hann hevði brotið nøsina. Álvur F. Christiansen við aft­ur eftir at hava verið burt­urstaddur fyri síðani at hava spælt tveir dystir í 1. deild Víkingur: Dánial Pauli Lervig skaddur (Fótlið) Hans Jørgen Djurhuus leikbannaður 4 dystir Atli Gregersen leikbannaður 1 dyst B36: (nýtt) Skaddur: Benjamin Heinesen (brotið óstbeinið, 4-5 vikur) Burturstaddur: Klæmint Matras (2-3 vikur) Skála: Skaðar: Jákup Jacobsen (østbeiinið, restina av árinum), Poul N. Poulsen (krossbandið, restina av árinum). Ivamál: Teitur R. Joensen (fótliður), Pauli G. Hansen (baklær) NSÍ: Einar Tróndargjógv (karantena) Sjúrður Jacobsen (knæskaði, 3 vikur) Monrad Holm Jacobsen (armbrot, 2 vikur) B68: Allir klárir, men onkrir smáskaðar Ibrahima Camara (ivasamur, arbeiðsloyvi) HB: Skaddir: Símun Samuelsen (hælsina, 4 vikur), Gunnar Haraldsen (lærkrikin, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fóturin, óvist), Rene S. Joensen (fibur, 2 vikur) AB: Skaddur: Sørin N. Samuelsen (knæ. óvist) Ikki við: Bárður Olsen (Burturstaddur) Ivasamir: Jobin Drangastein (vøddaskaði), Sorin Anghel (økilin) og Jógvan Skeel Nolsøe (fóturin)