Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 105 - 5. juni 2004 Nr. 105 - 5. juni 2004 3 Hósdagin var stór fiskivinnustevna, sum fyritøkan Farec skipar fyri, sett av Jóannes Eidesgaard, løg- manni, á Hotel Føroyum RÁÐSTEVNUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á stóru fiskivinnuráðstevn- uni, har luttakararnir koma úr øllum verðinshornum, eru bæði fyrilestrar og kjak á skránni. Hósdagin var millum annað kjakast um stýrisskipanum í fiskivinn- uni, og millum fyrilestra- haldarnar vóru Hjalti í Jákupsstovu. Tosað var um sambandið millum fíggjar- ligu og lívfrøðisligu viður- skiftini í fiskivinnuni, og um vinnan kann líta á tær metingar, ið verða gjørdar av stovnum. Løgmaður fegnaðist um útlensku vitjanina Jóannes Eidesgaard, løg- maður, setti ráðstevnuna, og hann segði millum ann- að í setanarrøðu síni, at hann fegnaðist um, at so nógvir útlendskir serfrøð- ingar tóku sær stundir at koma til Føroya at kjakast um viðurskiftini í alheims fiskivinnuni, og at hesir vildu greiða frá sínum royndum í vinnuni. Í røðu síni segði løgmað- ur eisini, at í einum landi sum Føroyum er tað av stórum týdningi, at fiski- vinnan verður stýrd við ábyrgd, tí at vinnan hevur so stóran týdning bæði fyri samfelagsbúskapin og væl- ferðarsamfelagið. Somu- leiðis fegnaðist Jóannes Eidesgaard um, at hann var sera errin av, at okkara fiskidagaskipan hevur vakt so stóran ans í øðrum fiski- vinnutjóðum, og at føroy- ingar altíð vóru klárir til at greiða frá sínum royndum við hesari skipan. Hann vísti á, at fiskidagaskipanin hevði vakt ans bæði millum politikkarar, granskarar og stjórar, og at hetta bert kann tulkast sum eitt herðaklapp tilokkum føroyingar. Løgmaður segði eisini, at tað var umráðandi, at vit í Føroyum góvu okkum stundir til at lurta og læra av royndunum hjá øðrum, soleiðis at vit altíð eru klár til at broyta bygnaðin í okk- ara fiskivinnu í mun til gongdina í fiskarínum. Jóannes Eidesgaard segði, at fiskivinnan er so mikið viðbrekin, at tað er umráð- andi, at ein fiskivinnutjóð sum Føroyar altíð er klár til at tillaga seg umstøðurnar. Ongastaðnis í heiminum er stýringin av fiskivinnuni læst fast eftir einum leisti, og at tað heldur ikki eigur at verða so, segði løgmað- ur. Hann helt, at lykilin til eina burðardygga fiski- vinnu í framtíðini eigur at verða, at mann dugir at til- passa hegnisliga stuttfreist- aðu umstøðunum, samstun- dis sum mann leggur ætlan- ir fyri framtíðina. At enda í røðu síni nýtti Jóannes Eidesgaard høvi til at takka mongu útlendsku gestunum fyri at koma hag- ar, og eisini takkaði hann fyriskiparanum, Óla Samró, fyri hansara avrik í at fyriskipa eina so við- komandi ráðstevnu her í Føroyum. Endaði í gjár Ráðstevnan, ið var hildin á Hotel Føroyum, endaði á miðdegi fríggjadagin. Fríggjamorgunin vóru fyri- lestrar hildnir um fíggjar- viðurskiftini í fiskivinnuni, og millum annað hevði Kolbjørn Giskeødegård, leiðari fyri fiskivinnudeild- ini hjá Nordea bankanum í Noreg, ein fyrilestur. Á ráðstevnuni var dúgl- iga kjakast um viðurskiftini í fiskivinnuni bæði í Føroy- um og í øðrum fiskivinnu- tjóðum, og nakað av hesum fara vit at venda aftur til her í blaðnum í komandi viku. Nógv fólk á fiskivinnuráðstevnu Tað var Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ið setti stóru fiskivinnuráðstevnuna á Hotel Føroyum hósdagin Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2 : : : : Starvið Førleikakrøv Vit bjóða Umsóknir Søkt verður eftir fíggjarleiðara til høvuðsdeildina hjá Føroya Shell í Tórshavn. Tá verandi fíggjarleiðari eftir gott 17 ár í starvinum eftir egnum ynski hevur valt at taka við øðrum uppgávum í fyritøkuni, hava vit brúk fyri einum nýggjum leiðara til fíggjardeildina. Talan er um eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv í einum spennandi umhvørvi. Leiðarin hevur alla ábyrdina av fíggjardeildini herundir · ger av ávegis- og ársroknskapi · rapportering til útlendska móðurfelagið · fíggjarætlanum o.t. · dagligari leiðslu og skipan av deildini · roknskaparlig umsiting og samskifti við avgreiðslurnar og egnar støðir kring landið. Leiðarin er partur av leiðslubólkinum við beinleiðis tilvísing til stjóran. Til starvið krevst holl ástøðilig útbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðaraevnir og royndir, umframt at tú ert arbeiðssamur og dugir væl at samskifta. Góður kunnleiki í enskum er neyðugur. Eitt fjølbroytt, spennandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri persónligari menning, men samstundis eitt krevjandi starv. Vit hava góðar arbeiðsumstøður og trygg starvsviðurskifti. Góð løn í samsvar við útbúgving og royndir. Eftirlønarskipan er knýtt at starvinum. krivligar umsóknir skulu verða innlatnar í seinasta lagi mánadagin 21. juni og skulu sendast til P/F Rasmussen & Weihe, statsautoriserað grannskoðarafelag, á Glaðsheyggi, FO-100 Tórshavn, telefon nr 351700, har nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes Olsen ella Klaus Rasmussen. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. S Leiðari til fíggjardeildina www.shell.fo