Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 105 - 5. juni 2004 Nr. 105 - 5. juni 2004 5 Hóskvøldið 3. Juni fór eitt special Olymics lið av landinum, fyri at luttaka í Special Olympics Nordic Games, sum verður í Aalborg 4.-6. Juni. Tríggir av føroyingunum skulu luttaka í renning. Tey eru Meiken Olsen, Júst í Túni og Tórur Hjalt Jacob- sen. Í svimjing skulu fýra før- oyingar luttakarar kappast. Tey eru Halla Poulsen, Eyðdis á Løgmansbø, Magnus Vatnhamar Olsen og Petur Zachariassen. Við á ferðini eru Haldóra Holm og Sonni Djurhuus. Føroysku Special Olympics liðini plaga at standa seg væl og koma aftur við medaljum. Mánadagin koma tey aftur, so tá fáa vit at síggja hvussu hevur gingist teimum. Eys Í hesum døgum er kórið Tingeyinga kórinn í landinum. Hetta er eitt íslendskt kór, við uml. 40 sangarum, og tey fara at hava tríggjar framførðslur ímeðan tey eru her. Ein, ið syngur við í kór- inum er føroyingur, men sum skilst er hann ikki við vegna sjúku. Ferðin hjá íslendingunum í Føroyum er í komin í lag í samstarv við kórið í Gøtu og Sólarmagn av Velbastað, sum tey eisini fara at syngja saman við á framførsl- unum. Fyri kortum høvdu tey bæði føroyksu kórini kon- sertir saman, bæði í Gøtu og á Velbastað, og hesuferð hava tey so víðkað sam- starvið við íslendska kórið. Fyrstu ferð, tey fara at syngja, verður mentanar- náttina 04. Juni. Tá verða tey í SMS, har tey syngja á torginum kl 23. Leygardagin kl 17 syngja tey í Kirkjubøar kirkju, og sunnudagin kl 16 verður seinasta konsertin í Gøtu kirkju. Skráin verður fjølbroytt, tað verða bæði íslendskir, føroyskir og enskir sangir á skránni. Special Olympics lið í Aalborg Special Olympicsliðið, ið hósmorgunin fór av landinum at kappast. Tey skulu luttaka í renning og svimjing Almennur fundur um tinnitus H71 til Dronning- lund Cup Mentanarnátt í Havnar kirkju Dagarnir 3.-6. juni skipar Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum fyri evnisdøg- um, har evnið er tinnitus. Felagið hevur í hesum sambandi fingið vitjan av umboðum fyri feløgini fyri hoyribrekað í hinum norðurlondunum. Annað hvørt ár verða evnisdagar hildnir, og í ár verða teir hildnir í Havn. Í hesum sambandi verð- ur ein almennur fundur um tinnitus, har limir í svenska og norska hoyri- feløgunum fara at halda fyrilestrar. Fundurin verð- ur í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 4.juni kl 16. Tað eru serliga tónleikar- ar og ungfólk, ið lurta nógv eftir hørðum tón- leiki, ið verða rakt av tinnitus, men eisini onnur, ið dagliga eru í nógvum larmi t.d. pedagogar og maskinfólk, verða rakt. Um tú hevur fingið tinnit- us, slepst ikki av við tað aftur, tískil er fundurin sera viðkomandi fyri tey, ið eru í vandabókinum. eys Í sambandi við, at gentur og dreingir 16 hjá H71 skulu til Dronninglund Cup í summar, fara tey at skipa fyri ymsum spenn- andi tiltøkum í vikuskift- inum. Leygardagin 5. Juni verður tombola í FK í Hoyvík. Sunnudagin 6. Juni verður skipað fyri bingo í Pálsstovu og í næstum fara børnini eisini, saman við foreldr- unum, at ganga hús úr húsi st spyrja fólk, um tey hava fløskur at lata. Tey hava longu arbeitt dúgliga fyri ferðini, m.a. hava tey runddað stóra økið niðanfyri FK í Hoy- vík, hjálpt til í hondbólts- gallaveitsluni og savnað fløskur. Dronninglund er annars stóra ungdómshondbólts- stevnan í Danmark, og fleiri ferðir áður hava før- oysk ungdómslið luttikið í júst hesi kappingini, har tað eisini koma onnur ung úr øllum heiminum. eys Fríggjakvøldið 4. Juni kl 21 verður í sambandi við mentanarnáttina, ein klar- inettkonsert í Havnar kirkju. Tey, ið fara at spæla eru øll í aldrinum 13-19 ár og eru úr Fugla- firði og Havnini. Tað verður ein fjøl- broytt ská, við europe- iskum tónleiki, klassisk- um, fólkaløgum og einum verki eftir Archangelo Corelli, har Mia Kára- dóttir spælir solo. eys Íslendskt kór í Føroyum Á fólkatingi hós- dagin reisti Høgni Hoydal spurningin um at seta blokk- stuðulin í ein grunn, sum skal stuðla útbúgving, gransking og øðrum tiltøkum, sum bera framímóti sjálvbjargni RÍKISSTUÐULIN Áki Bertholdsen ak@sosialurin.fo – Danski ríkisstuðulin til Føroya hevur verið brúktur til at gera okkum meiri heftar av Danmark. – Men vit eiga at venda byttuni og spyrja: Hvussu kann hann brúk- ast til at gera okkum meiri sjálvbjargin. Hendan spurningin reisti Høgni Hoydal, fólkatingslimur, í orða- skiftinum á Fólkatingi hósdagin. Hann vísti á, at ein loysn kundi verið at blokkurin varð settur í ein grunn, sum skuldi markast til at stuðla gransking, útbúgving og øðrum menningarætlan- um, sum førdu fram ímóti sjálvbjargni. Høgni Hoydal vísti á, at í løtuni sær út til, at føroyska fullveldismálið stendur á bíðilista. Men hann staðfesti eis- ini, at tað er ein sann- roynd, at størsta forðing- in fyri at fullveldisstríðið í Føroyum og Grønlandi, kann halda fram, er tað búskparliga haft, sum blokkurin bindur hesar báðar partarnar í ríkinun- um at Danmark við. Hann sipaði eisini til ráðstevnuna, sum Norð- uratlantsbólkurin helt á Christiansborg í farnu viku har m.a. spurning- urin varð reistur, hvat danir fáa burturúr blokk- stuðlinum til Grønland og Føroya og um tað er ynskiligt at varðveita hesa støðuna, sum ger báðar ríkispartarnar heft- ar at Danmark. Sjálvur segði Høgni Hoydal, at ongin ivi er um, at eisini Danmark fær nakað burturúr støð- uni, sum hon er nú. Men hann helt eisini, at tað ber til at siga, at danir betala fyri at varð- veita yvirvøldina í Norð- uratlantshavi og tað helt hann, at danska stjórnin skal viðurkenna og at royna at fáa eitt kjak í lag á jøvnum føti. Høgni Hoydal vísti eisini á, at á ráðstenvuni hevði ein fólkatingsmað- ur spurt um ikki blokk- urin kann brúkast til at skapa sjálvbjargni, held- ur enn at skapa tað øvugta. Og júst hendan spurn- ingin fer Norðuratlants- bólkurin nú at taka upp til viðgerðar. Høgni Hoydal segði, at Norðuratlantsbólkurin fer nú at seta sein bólk av serfrøðingum at lýsa bú- skaparligu viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar og ímillum Dan- mark og Grønland. Somuleiðis skal bólkurin vísa á gongdar leiðir fyri at fáa ein sjálvberandi búskap í Føroyum og í Grønlandi. - Vit fara eisini at spyrja landsstýrið í Før- oyum og í Grønlandi, um tey eru sinnað at vera við í eini slíkari ætlan. – Heldur hendan gongdin fram, kunnu Føroyar enda sum ein samantøvd, ullint hosa, mitt í onga- mannalandi, sigur Høgni Hoydal, fólkatingsmaður RÍKISFELAGS- SKAPURIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Danmark eru í ferð við at loysa frá Føroyum. Í orðaskiftinum á fólka- tinginum hósdagin, hevði Høgni Hoydal vent full- veldisstríðnum á høvdið. – Føroyska fullveldið er á bíðilista. Men afturfyri eru danir í fullari ferð við at loysa, bæði frá føroyum og Grønlandi, segði hann. Hann vísti á at Danmark hevur gingið sína egnu kós í krígnum við Irak, hóast bæði Føroya Løgting og landstingið í Grønalndi hava samtykt at vera ímóti einum kríggi, sum ikki hevur undirtøku í ST. – Hetta er ikki javnrættur og hetta er ikki fólkarættur, segði Høgni Hoydal Men hann segði, at tað hevði enn størri týdning, at Danmark knýtir seg fastari og fastari at ES, samstundis sum Føroyar og Grønland standa uttanfyri. Og nú skulu danir allar- helst eisini atkvøða um eina ES grundlóg, sum miðsavnar enn størri vald í ES. Sum ein ullint hosa Hann segði, at hann stúrdi tí fyri, at Føroyar kunnu koma at liggja sum ein samantøvd ullint hosa mitt í Atlantshavi, ella mitt í ongamannalandi, bæði sum ein útjaðari í danska ríkin- um og sum ein útjaðari í ES. Hann sigur, at ongin hevur spurt Føroyar og dan- ir eftir, hvørja støðu, hesir báðir partarnir í ríkinum hava. – Hóast nógv danskt prát um javnbjóðis partar í ríkinum, hava danir ikki enn viðurkent, at vit hava sjálvavgerðarrætt í altjóða spurningum og danir hava heldur spurt okkum um okkara støðu í hesum máli og vit eru í ongamanna- landi við ongari atkvøðu í ST, ongari atkvøðu í ES og vit hava ikki ein sjálv- støðugan búskap. – Hesin trupulleikin kann loysast við at danska stjórn- in viðurkennur, at Føroyar og Grønland hava tey rætt- indi, sum ST ásetir, at allar tjóðir hava. – Øðrumegin siga danir, at føroyingar og grønlend- ingar hava sjálvavgerða- rætt. Men hinumegin vilja teir ikki viðurkenna, at hendan sjálvavgerðarrættin í altjóða viðurskiftum. Høgni Hoydal sigur, at higartil hevur tað verið so, at tey, mál, sum danska stjórnin hevur latið upp í hendurnar á ES, eru mál, sum Grønland og Føroyar umsita sjálvi: Handils- og umhvørvispolitikk o.a. Men nú ES grundlógin verður sett í gildi, verður somuleiðis føroyskur utt- anríkispolitikkur, verju- politikkur, gjaldoyrapoli- tikkur og rættarpolitikkur, flutt til Brússel,tí danir siga fyrivarnini á hesum økjum frá sær – Og alt hetta hendir, utt- an at føroyingar og grøn- lendingar eru spurdir og tað er ikki í samsvari við fólka- ræðið. – Vit kunnu saktans hugsa okkum tað merkiligu støðu, at vit liggja mitt í atlantshavi við donskum uttanríkispolitikki, verju- politikki, eini danskari krónu og einum donskum rættarpolitikki, samstundis sum Danmark sjálvt hevur flutt øll hesi øki til Brússel. Skulu fáa hóskandi skiftistíð Føroyski Fólkatingsmað- urin sigur, at sostatt er Danmark í ferð við at loysa frá Føroyum og Grønlandi. – Men vit geva fegnir dønum eina hósakndi skiftistíð, legði hann aftur- at. – Hví ber tað ikki til at flytasjálvavgerðarrættin á hesum økjum til Føroyar og Grønland, tá ið tað ber til at flyta hann til Brússell, spurdi hann. Kortini fegnaðist hann um, at Anders Fogh Ras- mussen hevði tikið undir við einum brævi frá Lars Emil Johansen um gera einaohefta kanning av, hvørja ávirkan tað fer at fáa fyri Føroyar og Grønland, at danir kanska fara at sam- tykkja eina ES grundlóg og at teir harafturat siga tey fýrafyrivarnini um uttan- ríkismál, verjumál, gjalda- oyramál og rættarmál, frá sær. – Vit viðurkenna sjálv- sagt, at danir hava fullan rætt til at føra ES politikk. Men sostatt átti danska stjørnin eisini at viðurkent rættin hjá føroyingum og grønlendingum at fari eina aðra kós. Ríkisstuðulin til Føroya setast í grunn Danmark er í ferð við at taka loysing frá Føroyum - Danir eru í fullari ferð við at loysa frá Føroyum og Grønlandi. Men tað skal ikki standa á at lata teir fáa eina hóskandi skiftistíð, segði Høgni Hoydal á fólkatingi hósdagin Norðuratlantsbólkurin fer nú at seta eina nevnd av serfrøðingum at kanna eftir, hvussu vit kunnu gerast meiri búskaparliga óheft av dønum, segði Høgni Hoydal á Fólkatingi hósdagin C M Y K 5 4