leygardagur 5. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 105 - 5. juni 2004
Nr. 105 - 5. juni 2004
7
Arbeiðsloysið bara veksur
Seinastu dagarnar
hevur tað nærum
verið gerandiskostur í
føroysku fjølmiðlun-
um, at vit hoyra um
uppsagnir og fyritøk-
ur, ið lata aftur. Hag-
tøl hjá ALS vísa eisini,
at arbeiðsloysið í
landinum bara vaks-
ur, og at í summum
økjum stendur heilt
illa til
ARBEIÐSLOYSI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Leingi hevur tað verið sagt,
at ein kreppa er ávegis í
føroyska samfelagnum, og
seinastu tíðina hava nógv
tekin verið um, at tað gong-
ur skeiva vegin. Illa sperda
alivinnan,
nógv
skerdi
rækjuflotin eru millum or-
søkirnar, ið verða nevndar,
og nú byrjar tað eisini at
síggjast á arbeiðsloysistøl-
unum, at tað ikki stendur so
væl til í Føroyum, sum tað
annars gjørdi fyri bert
stuttari tíð síðani.
Stendur illa til í
Suðuroy og á
Sandoynni
Verður hugt at talinum fyri
arbeiðsleysum
í
øllum
landinum, er talið í dag
beint niðan fyri, hvat tað
var í apríl í 1999. Men
hyggja vit nærri at teimum
ymisku økjunum, sæst tað
týðuligani, at tað stendur
serliga illa til í Suðuroy og
á Sandoynni. Í báðum hes-
um oyggjum er neyðugt at
fara heilt aftur til á vári í
1997, tá ið kreppan var upp
á tað ringasta, fyri at finna
arbeiðsloysistøl, ið eru
hægri, enn hvat tey eru í
dag. Hinvegin sær tað gott
út í bæði í Norðoyggjum og
í Vágum, har arbeiðsloysis-
talið liggur á leið tað sama,
sum tað var í 2001.
Nógvir pengar úr
ALS-kassanum
Vaksandi
arbeiðsloysið
sæst eisini aftur á penga-
streyminum úr kassanum
hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Í løtuni liggur útgjaldið 14.
hvønn dag um góðar 3,1
millión krónur, og tað er
tað hægsta miðalútgjaldið
síðani í 1998.
Serliga fiskavirkisskip-
anin hjá ALS hevur eisini
eitt vaksandi útgjald. Sein-
astu trý árini hevur miðal-
talið á fólki, ið hevur fingið
lønarendurgjald úr serligu
fiskavirkisskipanini ligið
um tey 200, men tøl hjá
ALS vísa, at í marts mán-
aða í ár var talið rokið upp
á okkurt um 600.
Tað er eisini vert at hava í
huga, at í alivinnuni minkar
starvsfólkatalið so líðandi, tí
at fiskurin minkar so hvørt,
og tað verður lítið og einki
smolt sett út. Í einum til-
mæli um alivinnuna, sum
Vinnuhúsið lat gera, stendur
at lesa, at okkurt um 780
fólk arbeiða beinleiðis í ali-
vinnuni, og at tað harafturat
eru nógv arbeiðspláss í hjá-
vinnum, og hesi fara eisini
at minka so líðandi. Serliga
verður tað innan kryvjing-
ina, at arbeiðsplássini fara at
minka nógv, og í tilmælin-
um stendur, at ikki færri enn
300 fólk arbeiða innan hetta
øki.
Nógv bendir á, at
døpru fíggjarútlitini í
samfelagnum ávirka
talið av læruplássum í
Føroyum
ARBEIÐSMARKNAÐUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hagtøl, sum Yrkisdepilin
hevur savnað, vísa heilt
greitt, at talið av nýggjum
læruplássum í Føroyum er
minkað munandi. Aftur-
gongdin í lærlingatilgongd-
ini er galdandi bæði fyri
handverksútbúgvingar og
innan skrivstovu og handil.
Lønarendurgjaldið til læru-
plássini er, enn sum áður,
75%, hóast ætlanir vóru
frammi um, at hetta skuldi
skerast niður í 50%.
Minkað við meira enn
helvtini
Hagtølini hjá Yrkisdepilin-
um vísa, hvussu stór lær-
lingatilgongdin hevur verið
innan tær ymisku útbúgv-
ingarnar síðani 1998, og
fyri í ár eru tølini fram til
31. mai tøk. Millum annað
sæst, at samlaða lærlinga-
tilgongdin seinast fýra árini
hevur ligíð um 300 um
árið, men fyrstu fimm mán-
aðirnar í ár, hava bert 85
føroyingar fingið læru-
pláss, har tað helst átti at
tátta í tey hálvtannaðhundr-
að, um støðið seinnu árini
skuldi hildið.
Hyggja vit at einstøku
vinnugreinunum, er tað
sjónligt, at tað eru summar,
ið eru serliga hart raktar. Til
dømis hevur talið av teim-
um, ið eru farin undir at
læra til maskinsmið, ligið
millum 40 og 50 seinastu
fimm árini, men higartil í
ár eru tað einans átta, ið eru
farin undir hesa útbúgving.
Fyri tveimum árum síðani
fóru 30 føroyingar undir at
læra til elektrikara, men
fyrstu fimm mánaðirnar í
2004 hava einans seks
fingið slíkt læruplás!
Merkist eisini innan
tænastuvinnuna
Tað er ikki bert á hand-
verksøkinum, at lærlinga-
tilgongdin er minkað mun-
andi. Eisini í tænatuvinnuni
er tað farið at ganga skeiva
vegin. Tvey tey undanfarnu
árini hava ávíkavist 30 og
22 fólk fingið lærupláss
innan fyrisiting, meðan
talið pr. 31 mai í ár er heilt
niðri á fýra. Hjá heilsølun-
um sær tað heldur ikki ov
gott út, tí á hesum øki hevur
bert ein føroyingur fingið
lærupláss í ár í mun til ikki
færri enn 22 í fjør!
Hendan markanta aftur-
gongdin í nøgdini av læru-
plássum kann óivað tulkast
sum,
at
arbeiðsgevarar
kring landið hava minni at
gera, og at samfelagshjólini
ikki mala eins skjótt, sum
tey hava gjørt. Nakað av
fyrivarni skal tó takast í
sambandi við tølini, tí tað
vísir seg ofta, at ein stórur
partur av nýggju lærlingun-
um verða tiknir inn, eftir at
eitt skúlaár er farið aftur
um bak, tað vil siga frá juli
mánaða og frameftir.
Nógv størri áhugi
fyri miðnáms-
útbúgvingum
Væl fleiri ungfólk
hava søkt um upp-
tøku á einari av mið-
námsútbúgvingunu
m kring landið í ár í
mun til undanfarin
ár
ÚTBÚGVINGAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í Mentamálaráðnum, ið
samskipar upptøkuna til
tær ymisku miðnámsút-
búgvingarnar kring land-
ið, hava tey týðuligani
merkt ein vaksandi áhuga
fyri hesum útbúgvingum.
Vaksandi kring alt
landið
Deildarstjórin á Vinnu- og
miðnámsskúladeildini í
Mentamálaráðnum, Eyð-
bjørn Poulsen, sigur, at
tað er ein týðulig broyting
farin fram í áhuganum
fyri miðnámsútbúgving-
unum. Seinastu trý árini
hava tað verið gott og væl
900 næmingar, sum á
hvørjum ári eru farnir
undir eina miðnámsút-
búgving, men til komandi
skúlaár er talið eksploder-
að upp á 1061 næmingar.
Hetta er ein vøkstur í mun
til í fjør upp á 130 næm-
ingar, og tað svarar til góð
14 prosent.
Eyðbjørn Poulsen sigur,
at sjálvsagt skal tað havast
í huga, at tað eru stórir
árgangir, ið nú fara úr og
9. og 10. flokki, men so
stórir eru árgangirnir ikki,
at tað er einasta orsøkin til
ein vøkstur upp á 14 pro-
sent í sambandi við upp-
tøku á miðnámsútbúgv-
inginarnar. Hann heldur, at
stóri vøksturin í áhugan-
um fyri miðnámsútbúgv-
ingunum er ein greið
ábending um, at fólk stúra
fyri, at ein kreppa er áveg-
is í samfelagnum.
Vøksturin í næmingatal-
inum er galdandi fyri so at
siga allar miðnámsskúlar
kring landið, men serliga á
Kambsdali og í Suðuroy er
broytingin stór. Millum
annað er talið av nýggjum
næmingum á málsligu
deildini á Suðuroyar Hf-
skeiði vaksið úr 14 í farna
skúlaári til 26 í komandi
skúlaári.
Eisini á Studentaskúl-
anum í Hoydølum merkja
tey vaksandi áhugan, og
Mads Winther, rektari,
sigur, at tey hava verið
noydd til at søkja um
loyvi til at fáa ein eyka
flokk í mun til í fjør.
Lærlingatilgongdin minkað
munandi
Tað gerst alsamt truplari hjá ungum føroyingum at finna sær lærupláss
Kring alt landið minkar virk-
semi á fiskavirkjunum.
Kryvjulinjurnar standa
stillar
Sosiala Deild á Tórs-
havnar býráð vil ikki
bakka í málinum um
lítla Petur, og mána-
dagin verður 5 ára
gamli drongurin
fluttur av landinum.
Formaðurin í MBD/-
DAMP-felagnum,
Bára Johansen heldur,
at lítli Petur verður
viðgjørdur sum ein
hundahvølpur av
Tórshavnar býráð
LÍTLI PETUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Hetta verður ein so sterk
uppliving fyri drongin, at
hann møguliga fer í psyk-
osu. Tórshavnar Býráð hev-
ur viðgjørt Petur sum ein
hundahvølp, og ikki sum
eitt menniskja, sigur Bára
Johansen,
formaður
í
MBD/DAMP felagnum.
Mánadagin er ætlanin, at
nógv umrøddi 5 ára gamli
Petur verður sendur av
landinum á danskan við-
gerðarstovn.
Tórshavnar
býrað vil ikki bakka í mál-
inum, og tí verður atferðar-
trupli drongurin av-heint-
aður mánamorgunin hjá
ommuni og abbanum og
sendur til Danmarkar.
– Tórshavnar býráð sigur
seg vilja tað besta fyri
drongin, men tey hava einki
gjørt fyri at fyrireika
drongin upp á, at hann skal
avstað. Sosiala deild sigur
seg vera proffesionella,
men hetta er undir alt lág-
mark, sigur formaðurin í
MBD/DAMP-felagnum.
Tiltak
Bára Johansen greiðir frá,
at feløgini í Meginfelag
teirra brekaðu, fara at
stríðast fyri Peturi til tað
seinasta.
Seinnapartin
fríggjadagin var ætlanin at
hava ein fund um málið. Í
dag, 5. juni, er Grundlógar-
dagur, og Grundlógardag-
urin verður vanliga rættar-
trygdin sett í hásætið, og
hesum ætla feløgini í MBF
at gera sær dælt av.
– Í morgin (leygardagin,
blðm), hava vit tosað um at
skipa fyri einum tiltaki fyri
at varðveita Petur í Føroy-
um. At tað júst skal fella á
Grundlógardagin
passar
væl, tí málið er eisini um
rættartrygdina hjá honum,
fortelur Bára Johansen.
Omma Petur, Gunn-
vør Poulsen, vónar
framvegis, at ommu-
barnið verður verandi
í Føroyum. Petur
hevur fingið boðini
um, at hann skal til
Danmarkar at búgva,
og hetta hevur ávirk-
að sinnalagið á fimm
ára gamla atferða-
trupla dronginum
LÍTLI PETUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Síðan í februar mánaði í
2003 hevur atferðartrupli
Petur búð hjá ommuni og
abbanum,
Gunnvør
og
Johannes Poulsen í Purku-
gerði í Havn. Mánadagin
verður Petur avheintaður
hjá ommuni og abbanum,
og síðan fluttur til Dan-
markar.
– Tey fólk, ið varða av
málinum um Petur, hugsa
bert um løgfrøði og ikki um
tað menniskjaliga, men eg
vóni framvegis, at vit fáa
vent málinum, sigur omma
Petur, Gunnvør Poulsen.
Spurd, hvussu tey kenna
tað, at ommubarnið eftir
øllum at døma verður sent
av landinum, svarar Gunn-
vør, at tað ógjørligt at seta
orð á sterku kenslurnar,
sum familjan fer ígjøgnum
í løtuni.
– Vit hava langt síðan av-
gjørt, at skuldi Petur send-
ast av landinum, fóru vit
ikki at flúgva hann niður, tí
tað høvdu vit snøgt sagt
ikki klára. Petur verður
óivað hysteriskur, og tað
klára vit ikki at síggja,
greiðir omman frá.
Danir vitja
Fyri sløkum 14 døgum síð-
an vóru umboð fyri danska
viðgerðarstovnin og vitjaðu
í Føroyum. Uppgávan hjá
donsku umboðunum var at
hitta familjuna og Peturi á
máli.
– Donsku fólkini vóru
tveir dagar í Føroyum, og
tey nýttu bert 5-10 minuttir
at tosa við Petur. Hesi
fólkini kundu bert at hava
ringt til mín, og spart sær
túrin til Føroya, tá tey sýna
so lítlan áhuga í drongin-
um, heldur omman.
Óróligur
Spurd, um Petur veit, at
hann skal av landinum
mánadagin, svarar omman,
at Sosiala deild á Tórshavn-
ar býráð hevur greitt hon-
um frá, at hann skal til
Danmarkar í næstum.
– Petur er nógv óróligari
enn hann plagar. Hann var
annars blivin meira róligur,
men nú er hann aftur blivin
hyperaktivur og uppgearað-
ur. Hetta kemst óivað av, at
hann veit, at hann í næstum
verður fluttur til Danmark-
ar, sigur omman, Gunnvør
Poulsen, at enda.
Klaga viðgerðina
Gunnvør
og
Johannes
Poulsen hava í vikuni sent
eina klagu til Almannastov-
una. Omman og abbin heita
staðiliga á Almannastovuna
um at útseta ætlanirnar um
at senda Petur av landinum,
tí málið er ikki rætt hand-
farið. Í løtuni liggur málið
hjá Almannastovuni, og
omman og abbin bíða nú
spent eftir úrskurðinum í
málinum.
Vit hava roynt at fingið
eina viðmerking frá Sosialu
deild á Tórshavnar býráð,
men hon hevur als onga
viðmerking til málið, áðr-
enn
Almannastovan
er
komin til eina niðurstøðu.
Lítli Petur av landinum
mánadagin
Tú kanst ikki seta orð á kenslurnar
Styrkja
fostur-
foreldra-
skipanina
Landsstýrismaðu
rin, Hans Pauli
Strøm, sigur, at
tað má ikki koma
fyri, at vit verða
noydd at senda
fólk av landinum,
tí einki
stovnstilboð er í
Føroyum
ATFERÐAR-
TRUPUL BØRN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Síðan málið um 5 ára
gamla
Petur
kom
undan kavi í Sjónvarpi
Føroya fyri nøkrum
mánaðum síðan, er
trýstið á landsstýris-
mannin, Hans Paula
Strøm, alsamt økt um
at fáa ein haldgóða
skipan til smábørn við
atferðartrupulleikum.
– Vit hava í dag
stovnstilboð til atferð-
artrupul fólk í øllum
aldri, uttan til smá-
børn. Tað má ikki
koma fyri, at vit verða
noydd at senda fólk av
landinum, tí vit ikki
hava nakað stovnstil-
boð til tey í Føroyum
og hetta ætli eg mær
avgjørt at gera nakað
við, sigur Hans Pauli
Strøm.
Landsstýrismaðurin
greiðir frá, at málið er
fáa eitt haldgott stovn-
stilboð til atferðar-
trupul børn, men hetta
tekur drúgva fyrireik-
ingartíð.
– Embætisfólkini í
ráðinum hava seinastu
tíðina kanna, hvørji
tilboð kunnu veitast
atferðartruplum børn-
um. Tey eru komin
eftir, at vit í fyrstu
atløgu eiga vit at bjóða
eina styrkta fosturfor-
eldraskipan,
áðrenn
vit eru klár at bjóða
eitt stovnstilboð til at-
ferðartrupul børn, sig-
ur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin
greiðir frá, at fostur-
foreldraskipanin verð-
ur styrkt við fleiri fak-
fólkum, sum fostur-
foreldrini at atferðar-
truplum
børnum
kunnu dúva upp á.
Sosiala deild á Tórshavnar
býrað hevur veruliga verið í
andglettinum um viðgerð-
ina av málinum um atferð-
artrupla Petur. Sosiala deild
hevur bæði verið skýrd fyri
líkt og ólíkt av fólkum, ið
hava tilknýti til málið.
Hóast álvarsamar atfinn-
ingar, hevur Sosiala deild
ikki vilja gjørt stórvegis
viðmerkingar til málið um
Petur.
Landstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, vil nú
kanna nærri, um alt er farið
rætt fram í viðgerðini um 5
ára gamla Petur. Hann hev-
ur sett eina kanning í verk
um
samskiftið
millum
Tórshavnar kommunu og
Karup kommunu, har Petur
eftir ætlan skal flyta mána-
dagin.
– Eg vil gjarna kanna, um
Tórshavnar býráð hevur
lýst mál nóg væl, og um
Karup kommuna hevur
fingið alt at vita í málinum,
og tí er ein kanning sett í
verk, sigur Hans Pauli
Strøm.
Landsstýrismaðurin dug-
ir ikki at siga, nær hann fer
at fáa frágreiðingina um
samskifti millum Tórshavn-
ar býrað og Karup komm-
unu.
-páll
Sosiala deild undir sjóneykuna
Sum støðan er í løtuni verður lítli Petur sendur á danskan
viðgerðarstovn mánadagin
C
M
Y
K
7
6