Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 105 - 5. juni 2004 Nr. 105 - 5. juni 2004 9 Hósdagin fór løg- tingsformaðurin til Álands, har hann skal vitja formann- in i álendska løg- tinginum VITJAN Edmund Joensen, løg- tingsformaður, er um vikuskiftið á stuttari vitjan í Álandi. Hann er boðin av starvsfelaga sínum, álendska løg- tingsformanninum at tosa um samstarv. Edmund Joensen segði, tá Sosialurin hitti hann á flogvøllinum á veg avstað, at hann fer at tosa við formannin í álendska Lagtinget, sum tingið har eitur, um sam- starv millum hesi bæði tingini. Okkara Løgting og teirra Lagting. Vitj- anin verður stutt, segði hann. Hann verður longu aftur mánadagin. Sum skiltist á Edmundi Joensen, løgtingsfor- manni, fóru teir báðir løgtingsformenninir at tosa um eit samstarv, sum kanska kann fara at líkjast tí, sum er millum tingini í Útnorði. ej Løgtingsformaðurin í Álandi Álendska Lagtinget er karmur um vitjanina há Edmundi Joensen, løgtingsformanni, í Álandi um vikuskiftið Mynd: Edvard Joensen Grindamerkingar eru nú aftur á skránni. Úgerðin er klár, og bíðað verð- ur nú bara eftir ein samstarvshugaðari grind, at luttaka í verkætlanini GRINDAKANNING Aftur í ár verður ligið framvið at sleppa at merkja grind. Útgerðin er tøk. Bæði tann at seta á hvalirnar, og fylgi- sveinatíðin, sum umbiðin er til sendararnar, ið sett- ir verða á hvalirnar. Dorethe Bloch, pro- fessari, stendur enn sum áður í fremstu røð, tá grind er undir landi. Og hon vil fegin frætta um allar grindir, sum hildnar verða til. Er talan um eina lítla grind – tað eru tær, sum best eru egnaðar til merking, sigur hon – høvdu tey á Náttúru- gripasavninum fegin vilja fingið fráboðan sum skjótast, so merkjast kann. Tó er tað so, sigur hon, at vanliga vilja grinda- menn hava eina grind at leggja beinini fyrst, áðr- enn teir fara at hugsa um merking. Spikíløtuni og ikki minst tær turru lykkjurnar telja hjá mongum meira enn ein fylgisveinasendari, sum boltaður verður á hornið á einum hvali. Ein onnur verkætlan, sum er í gongd í løtuni, er stóra springarakann- ingin, sum nú hevur vart eina tíð. Hon heldur fram, og Dorete Bloch vil fegin frætta um allar springarar, sum hildnir verða til í landinum, sigur hon. Fara at merkja grind í summar Allir springarar, sum leggja beinini í Føroy- um, verða gjølla kann- aðir av vísindafólki við Dorete Bloch á odda Mynd: Edvard Joensen Realkreditstovnurin hevði í seinasta rokn- skaparári eitt avlop upp á hálvaellivtu millión krónur eftir skatt. Níggju lánium- sóknir vórðu ikki játtaðar FÍGGING Føroya Realkreditstovnur hevði tíggju og eina hálva milión krónur í avlopi sein- asta roknaskaparár, eftir at góð hálvtriðja millión er sett av til skatt. Eftirstøður- nar av terminsgjøldum vóru tvær milliónir, tá roknskaparárið endaði, stendur í ársfrágreiðingini hjá Realinum. Realurin játtaði seinasta roknskaparár lán upp á umleið 75 milliónir krónur. Tað komu 23 umsóknir um lán til stovnin. Talan er um umsóknir um fígging í samband við eigarskifti og umfígging. 14 av hesum 23 úmsóknunum vórðu játt- aðar, men hinar níggju fingu noktandi svar. Realkreditstovnurin sigur í ársfrágreiðing síni, at vøksturin í játtanunum var ikki so stórur, sum væntað varð frammanundan. Eisini verður sagt, at trupulleikar í rækju- og alivinnuni hava borið í sær, at óvanliga nógv lán eru afturgoldin í úrtíð. Talan er um 4 lán upp á tilsamans 91,8 milliónir, sigur Realurin. Í roknskaparárinum er eitt pant farið til tvingsils- sølu. Tað kostaði Real-kre- dittinum 17 milliónir í tapi, stendur í ársfrágrieðingini hjá stovninum. Í eykagrunnunum hjá stovnunum vóru, tá rokn- skaparárið endaði, 72,5 milliónir, sum svara til 82,3 prosent av samlaðu láni- skuld stovnsins. Samlaða eginongnin var 562,5 milliónir krónur. Roknaskaparárið hjá Før- oya Realkreditstovni er frá 1. apríl til 31 mars. ej Avlop hjá Realinum Nýggja ferðavinnu- fyritøkan Blue-gate í Sørvági ger útferðir við báti fram við landi, eins og eisini verður skipað fyri gonguferðum á fjøll- unum FERÐAVINNA Edvard Joensen Sørvági: Í vikuni var Sosialurin eina rundferð við ferðamannabátinum Skarvi úr Sørvági, sum í summar fer at sigla við ferðafólki undir Sørvágs- bjørgunum sunnantil, eins og farið verður til Myki- nesar ella norður á Víkar, um líkindini laga seg so- leiðis. Størri frásøgn frá túrinum kemur í seinni blað. Tað eru Birgir Hansen og Hans Poulsen, sum eru menninir aftan fyri Blue- gate. Teir eru nýliga byrjað- ir við hesum virkseminum. 33 fót glastrevjabáturin Skarvur er riggaður um til at sigla við ferðafólki um summarið. Birgir er stað- kendur allastaðni og verður hann, sum í stóran mun fer at standa fyri siglingini. Umframt siglitúrarnar fara teir eisini at skipa fyri gongutúrum á landi. Til tess hava teir fingið tann við tíðini »legendariska« Høgna Nielsen at vera ferðaleiðara. Tey flestu, sum eitt nú hava verið í Gásadali við gonguliði, kenna Høgna og ivaleyst eisini fleiri av hansara góðu søgum. Tað ber eisini til at leiga sær Skarv ein túr við tráðuni. Møguleikar fyri at fiska eru góðir á Sør- vágsfirði og ytri á eisini, um tað skuldi verið, og út- gerðin er umborð. Bæði tráður og snellur. Vanligu siglitúrarnir, sum gjørdir verða, fara vænt- andi at liggja um hálvan- triðja tíma, sigur Birgir Hansen. Ætlanin er at gera tríggjar túrar dagliga. Farið verður klokkan 10 fyrra- part. Klokkan 14 seinna- part, og so er eisini ætlanin at gera ein kvøldtúr. Kostn- aðurin verður 250,- krónur fyri hvønn luttakara. Fram við landi við sørvingum Eitt upplivilsi á túrinum undir Sørvágsbjørgunum fyri sunnan er at fara inn á Seyð(a)skorargjógv, har veldugt helli er innanfyri fossin, sum rennur í gjónni í erva Mynd: Edvard Joensen Í bókaummæli, sum var í blaðnum ðí gjár, varð líkasum lagt upp til, at tað var rættlesarin, sum í ávís- um hevði brúkt suðuroyar- mál í tekstinum í bókini Úr Eiðis søgu. Rættlesarin hevur gjørt vart við, at soleiðis er ikki. Hann sigur í viðmerking við Sosialin, at einki er broytt av tí orðalagi, høv- undurin hevur skrivað. Høvundurin, sum var hálvur suðringur, hevur, hóast hann var uppvaksin og altíð búði á Eiði, brúkt orðingar í skriftmáli sínum, sum beinleiðis eru tiknar úr suðuroyarmáli. Nevnt varð, at har eiðis- fók siga »bæði«, varð skrivað »báði«, sum er suðuroyarvending. Men soleiðis hevur høvundurin skrivað tað, og tað er brúkt soleiðis í bókini, sigur rættlesarin í viðmerking. Vit umbera hetta mistak okkara. blðm. Úr Eiðis søgu Eingin prís- lækking Seinastu mánaðirnar er prísurin á olju øktur munandi. Oljuprísurin liggur í dag um slakar 40 dollarar fyri tunnuna, og hetta væl hægri enn bert fyri nøkrum árum síðan, tá prísurin var um 25-30 dollarar fyri tunnuna. Høvuðsorsøkin til stóru príshækkingina seinastu mánaðirnar er óttin fyri yvirgangsálop- um á lond í miðeystri, ið framleiða olju. Seinastu tíðina hevur verið tutla í krókunum um, at olju- framleiðandi londini í OPEC-samstarvinum hava sett sær fyri at lækka prísin aftur. Á OPEC-fundi hós- dagin í Beirut avráddu oljuframleiðandi londini at økja um oljufram- leiðsluna, men økta framleiðslan hevur ikki í fyrstu syftu lækkað høga prísin. Sambært Ritzau lá oljuprísurin hósdagin framvegis um 39 dollarar fyri tunnuna. páll Kunningarblaðið Pisan frá MFS komið Árliga útgávan av stu- dentablaðnum Pisuni, hjá MFS er nú úkomið. Hetta er eitt blað við ymiskum upplýsninum til teirra, ið ætla sær undir víðari lesna. Bæði praktisk, sosial og fíggj- arlig viðurskifti verða viðgjørd, hesuferð verður eisini nógv tilfar um lesna uttanfyri Danmark og Norðurlond. Til ber at lesa m.a. persónligar frágreiðingar frá føroyskum lesandi, sum eru stødd ymsa- staðni runt í heiminum, yvirlit yvir hentar heima- síður, lærustovnar, bú- staðarávísingar o.m.a. Til ber at fáa blaðið á miðnámsskúlunum, bókasøvnum og á lestrar- vegleiðingum kring land- ið, umframt á skrivstov- unum hjá MFS í Keyp- mannahavn og Århus. eys Í august mánaði gongur leiðin hjá Tommy Petersen, ráð- geva í oljufyrisiting- ini, til Kairo í Egypta- landi, har hann skal virka sum ráðgevi í umhvørvisumsitingin i. Hetta er í sambandi við, at roynt verður at miðspjaða umsiting- ina SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tommy Petersen fer nú aft- ur í útlandið at arbeiða. Fyri tveimum árum síðani kom hann heim úr Nepal eftir at hava arbeitt har í trý ár. Nú gongur leiðin til Egyptaland, har hann skal arbeiða sum ráðgevi í umhvørvisumsitingini í Kairo tvey tey komandi árini. Tommy er sera spentur til hesa uppgávuna, og gleðir hann seg til hann skal av- stað. Miðspjaðing Tommy hevur nógvar royndir í at arbeiða innan ymiskar umsitingar. Bæði í Føroyum og uttanlanda. Hetta millum annað gjørdi, at hann fekk hetta spenn- andi starvið í Kairo. Egyptarar hava í eitt ára tíggju nú arbeitt við eini ætlan um at miðspjaða um- hvørvisumsitingina, og er har, sum Tommy skal virka sum ein ráðgevi. – Eg komi at arbeiða í miðumsitingini, har eg skal hjálpa myndugleikunum við ætlanunum hjá teimum, greiðir hann frá. Hetta er øvugt av tí, sum hann arbeiddi við í Nepal. Tá arbeiddi hann eisini yvirhøvur við at miðspjaða umsitingar. Ikki bert á ein- um øki, men sum heild. – Tá sat eg úti í lokal- økinum og arbeiddi við at fáa umsitingar út í økini, meðan eg fari at sita í miðøkinum í Egyptalandi, sigur Tommy Petersen. Sostatt er hetta eisini eitt meiri málrættað øki, sum Tommy kemur at arbeiða innan komandi tvey árini. Tommy greiðir frá, at fólkið í økinum har um leiðir er vælútbúgvið. Men tey eru bara ikki so von við hetta, at umsitingar virka sum tænastudeplar. Heldur eru tey von við, at umsit- ingar eru meira stýrandi. Og eisini hetta fer hann at arbeiða við at broyta. – Vit koma at stuðla teimum í teirru stremban eftir, hvussu slíkar umsit- ingar kunnu fáast út í lokaløkini, og at tær veru- liga kunnu vera meiri tæn- astusinnaðar, enn tey eru von við, sigur hann. Royndur maður Stjórnin í Egyptalandi hev- ur gjørt eina ætlan um, hvat tey ætla við hesum. Í eitt áramál hava danskir ser- frøðingar verið í landinum og gjørt uppskot um, hvussu gerast kann fyri at fáa hesar umsitingarnar út í økini. Orsøkin til, at tað júst eru danir, er, at tað er við hjálp frá Danida felagsskapinum, at hetta verður gjørt. Tommy Petersen hevur fingið at vita, at hann fekk starvið, tí at hann varð mettur at vera ein maður við nógvum og fjølbroytt- um royndum innan hesa starvsleiðina. Fyri tað fyrsta, at hann hevur arbeitt við mið- spjaðing frammanundan og eisini har um leiðir. – Tey hava sum sagt havt serfrøðingar har. Nú vilja tey so hava fólk til arbeiðis, sum sum heild vita nakað um umsitingar, greiðir Tommy frá. Og ikki kann annað sigast enn, at Tommy hevur drúgvar og nógvar royndir. Tey trý árini í Nepal hava uttan iva talt nógv, og tað at hann yvirhøvur veit nógv um miðspjaðing eisini. Umframt hetta, so hevur hann arbeitt í fleiri ymisk- um umsitingarligum størv- um í Føroyum, og er hann vanur at arbeiða í altjóða umhvørvi. Eitt nú var eitt skifti í Irak, har hann tókst við lokalumsiting og mið- spjaðing eisini. Sjálvur lýsir Tommy seg hálvavegna sum ein sparr- ingspartnara í hesum førin- um. – Eg trúgvi, at tey helst vilja hava fólk, sum á ein- um persónligum plani hava áhuga fyri hesum. Fólk, sum eru búgvin og helst á mínum aldri, sigur Tommy. Teirra skipan Tommy leggur dent á, at hann ikki skal niður har at innføra nakra føroyska ella danska skipan. Har er ein skipan, sum nú er, og ein ætlan fyriliggur um, hvussu egyptiska stjórnin sær fyri sær, at hetta skal fara at virka. So er uppgávan at gera hetta til veruleika. Og har er tað, at Tommy Peter- sen kemur at virka sum ein ráðgevi hjá leiðsluni í um- hvørvisumsitingini í Kairo. Sosialurin ynskir Tommy góða ferð og góða eydnu í Egyptalandi. Tommy til Kairo: Umhvørvisumsitingin skal miðspjaðast Í august mánaði í ár gongur leiðin hjá Tommy Petersen, ráðgeva í oljufyrisitingini, aftur í útlandið at arbeiða. Hesuferð fer hann til Egyptaland at arbeiða tvey tey komandi árini, har hann skal virka sum ráðgevi hjá leiðsluni í umhvørvisstýrinum í Kairo Savnsmynd 28. juni til 04. Juli verður aftur jazz festivalur í Havnini. Hesuferð siga fyrireikararnir tó, at skráin verður sera spenn- andi og nakað øðrvísi enn undanfarin ár. Tað verða nógv útlendsk nøvn at hoyra, eins og føroyingarnir eisini fáa møguleika at vísa síni kynstur. Tónleikurin, ið verður spældur verður jazzur úr øllum Europa, poppur, rockur, vísusangur, fólkatónleikur, diskotón- leikur o.m.a. Fyrireikararnir halda hetta vera ein frálíkan møguleika hjá føroying- um at vísa umheiminum okkara serstøku mentan og okkara ríka tónleika- lív. Fáir stuðlar Eitt, sum hevur undrað fyrireikararnar stórliga, er hvussu lítlan áhuga tiltakið vísir seg at hava ímillum fyritøkur og handlar. Tey eru ógvuliga fá, ið hava nýtt høvið at stuðlað tiltakinum og harvið at fingið lýsingar, sum verða sæddar av mongum. Fyrireikararnir meta, at hetta ikki bert er eitt tón- leikatiltak, men sam- stundis eisini eitt stórt átak fyri ferðavinnuna. Ein góður sýnisgluggi til útheimin. Men hóast vantandi fíggjarliga stuðulin, er skráin nú næstan komin undir land. Í næstum verður farið undir at- gongumerkjasøluna. eys Havnar Jazz Festival skjótt av bakkastokki C M Y K 9 8