leygardagur 5. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 105 - 5. juni 2004
Nr. 105 - 5. juni 2004
11
Sjónvarp Føroya hevur í hesum døgum 20 ára há-
tíðarhald, og vit vilja við hesum ynskja stovn-
inum hjartaliga tillukku. Tá hugsað verður um,
hvussu lítið, ið upprunaliga varð ætlað við SvF,
má ásannast, at stovnurin hevur megnað at ment
seg við avmarkaðum fíggjarligum tilfeingi.
Í einari av jubileumssendingunum varð upplýst,
at tað er sjey ferðir so dýrt at framleiða sjónvarp
sum útvarp. Tá hugsað verður um hesi tøl, so má
eisini ásannast, at tað er sera torført at gera
sjónvarp í Føroyum av tí einføldu orsøk, at tað er
so kostnaðarmikið.
Við kostnaðarstøðinum í huga eigur SvF at nýta
høvi at umhugsa, hvar stovnurin framyvir skal
leggja sína orku.Er nøkur meining í at royna at
hava alt, sum hini hava? Hevði tað ikki verið
skilabest at lagt orkuna har, sum tørvurin er
størstur og har vit av góðum grundum eru best,
nevniliga til føroyskt tilfar. So er spurningurin,
hvat slag av føroyskum tilfari. Her kann leiðslan
í SvF valla koma uttanum, at tørvurin er størstur
á góðum barna- og ungdómssendingum. Her
haltar í dag, hóast tær sendingar til børn, sum eru,
eru stak góðar. Men her manglar enn tilfar til tey
hálvvaksnu, tey millum og 13 og 17 ár.
Tíðindi hava av góðum grundum høga raðfesting
í SvF. Her átti stovnurin framyvir at lagt seg eftir
føroyskum tíðindum. Tað er ivaleyst tað, sum
hyggjarin vil hava. Tey flestu hava í dag alterna-
tivar kanalir, har tey fáa altjóða tíðindi hvønn
tíma. Nógv hevur verið tosað um public service í
hesum døgum og rætt er, at hetta hevur stóran
týdning. Um SvF ikki í størri mun framyvir livir
upp til alment viðurkend public service krøv, fer
almenningurin í longdini ikki at góðtaka at rinda
2000 kr. um árið til SvF. Public service krøvini
merkja, at stovnurin skal vera óheftur, hava
objektivan og breiðan tíðindaflutning, stovnurin
skal røkka øllum borgarum og dekka tørvin hjá
øllum samfelagsbólkum uttan mun aldur, átrúnað
og politiskan lit. Tað skal vera okkara ynski, at
SvF í framtíðini fer at megna hesi krøv í størri
mun enn í dag. Eydnast hetta verður SvF tann
sterki og góði mentanarmiðilin í samfelagnum.
Hetta er ein stór ábyrgd, sum vit ikki ivast í, at
dugnaligu starvsfólkini í SvF fara at liva upp til í
framtíðini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
SvF í 20 ár
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Svenning Borg
Vágur
Granskingarpark
skal
byggjast og er talan um at
byggja hana í Kollafirði, tí
at har eigur landið byggiøki
tókt, sigur vinnumálaráð-
harrin.
Um tað er byggiøki, sum
er avgerandi fyri, hvar í
granskingarparkin verður
bygd, vil eg meira enn
gjarna leggja byggiøki til,
ókeypis!
Tað skal so ikki vera und-
anførslan fyri ikki at byggja
hana í Suðuroynni.
Eg vil hervið heita á sam-
gonguumboðini fyri Suður-
oynna einaferð enn, um at
virka fyri at granskingar-
parkin verður bygd í Suður-
oynni, okur hava harðliga
brúk fyri arbeiðsplássum,
stórur partur av ungdómin-
um í Suðuroynni býr í
Havn, tað gevur ikki góð
framtíðarútlit fyri oynna,
men tykur í samgongu hava
møguleikan
at
broyta
gongdina við at leggja
granskingarparkina í Suð-
uroynni.
Flestu Suðringar sum ein
møtir á vegnum í Havn
siga, at um tey fingu ar-
beiði her suðuri, fluttu tey
suðuraftur at búgva, men
innan fyri almenna sektorin
hevur verið eiðasørt, ongin
vilji hevur verið til at lagt
nøkur almenn arbeiðspláss
í Suðuroynni, tað má og
skal broytast, okur fara ikki
framhaldandi at góðtaka at
vera avhektaðir lokomotiv-
inum Føroyar.
Gongdin skal venda her
og nú!
Granskingarparkin
Jón Ellendersen
Tað nyttar lítið, at John Jo-
hannesen slær fast, at
hansara vallyfti standa við,
tí hann er partur av tí sam-
gongu, sum eigur ábyrgd-
ina av, at Musikkskúlin nú
verður skerdur niður á
øklarnar.
Tað nyttar lítið, at val-
evnini uppundir valið kapp-
aðust um at leggja doyðin
á, at nú skuldi mentanin
hava betri kor, tí leiðin
henda samgonga hevur lagt
er, at eingi vallyfti halda
serliga leingi.
Tað nyttar lítið, at valevni
aftaná valevni stóð og reyp-
aði av okkara tónlistafólki,
bæði Eivør, Teitur og øðr-
um tá korini at virka undir
gerast so vánalig, at tey, ið
vilja nakað seriøst innan
tónleikin, noyðast at leita til
Danmarkar, Noregis, Ís-
lands og onnur lond, skal
lív vera teimum lagað.
Ongantíð øll míni 51 ár
havi eg upplivað eitt lands-
stýri, sum er so fólka-
fíggindaligt, so samfelags-
líkasælt og so visiónleyst
sum júst hetta landsstýrið.
Duga tit ikki at síggja, at
tað er stór, stór, ja, mega-
stór
skomm
at
geva
Musikkskúlanum eina tí-
líka viðferð, og hetta júst
aftaná, at eitt hitt stórsta
tónleikabragdið í Føroyum
nakrantíð, "Jósef og ótrú-
liga litfagra dreymakotið"
hevur rent alt og øll um koll
- ikki minst tey, sum hava
sín uppruna í júst Musikk-
skúlanum.
Jú, hetta var landsstýrið,
sum skuldi geva listini C-
vitaminir, men tað einasta
tað hevur megnað, er at
geva teimum afførings-
pillarar í ólukkumát.
Men, er tað at undrast á?
Hyggja vit at teimum
monnum,
sum
manna
landsstýrið, so skínur greitt
ígjøgnum, at teir yvirhøvur
ikki eru egnaðir at sita í
einum landsstýri.
Jógvan við Keldu var um
at taka lívið av ítróttini.
Hans Pauli Strøm var um
at taka lívið av Peturi og
øðrum veikum í samfelag-
num.
Jógvan á Lakjuni hevur
ikki verið serliga heppin
við sínum leikluti í Lands-
skjalasavninum, og soleiðis
eg skilji støðuna, verður
hetta neyvan tann seinasta
orrustan.
Bárur, hann dugi eg ikki
at meta um, tí eg skilji ikki
eitt vet av tí, maðurin ætlar,
tosar um ella hugsar. Men,
hann er um at taka lívið av
Musikkskúlanum.
Jóannes Ejdesgaard er
bara soooo keðiligur og ó-
løgmansligur, og liggur
fram eftir rommum fyri
dønum, meiri enn nakar
sambandsløgmaður nakr-
antíð hevur gjørt.
Bjarni Djuurholm er um
at gera enda á suðuroyar-
siglingini, og óivað fer
Smyril at enda í Miðvági
ella inni á Skála.
Bjørn Kalsø hevur als
ongar visiónir fyri fiski-
vinnuna, og hvussu hart
fiskivinnan rópar, hvussu
hart hagtølini rópa og
hvussu nógv ávaringartekin
vísa, at fiskivinnan, øll sum
hon er, er í stórari kreppu,
so siglir Bjørn sína egnu
leið sum ein hvít kalsøtufla
á eini lítlari tjørn.
Men eitt, sum serkennir
hetta landsstýrið, og fyri
stóran part, løgtingið við er,
at teir eru fullkomiliga líka-
sælir við, hvussu fólkið í
landinum hevur tað, og
Musikkskúlin er neyvan
seinasta offrið á altarinum
hjá hesum (áðrenn valið) so
amitiøsa
landsstýrinum,
sum spýtur fólkið í andlitið
við at jarðleggja alt stríð og
arbeiði, sum undanfarna
landsstýrið strýddist fyri at
fáa opinleikan at virka í
verki. Einki landsstýri hev-
ur verið so afturlatið.
Taka tit lívið av Musikk-
skúlanum, so var frægari at
tit fluttu út á Lítlu Dímum
og ótu tykkara egnu affør-
ingspillarar, tí Føroya fólk
hevur ikki brúk fyri einum
slíkum
amatørkendum,
óvirknum, initiativleysum
og óvisionerum landsstýri
við einum løgmanni á
odda, sum eins væl kundi
verið eftirlitsmaður í plan-
tasjuni í Havn.
C-vitaminir gjørdust afføringspillarar
UTTAN ÚR HEIMI
SARS-læknin horvin
Kinesiski hernaðarlæknin Jiang Yanjong, sum fyri ein-
um ári síðani avdúkaði, at teir kinesisku myndugleik-
arnir duldu sannleikan um sjúkuna SARS, er horvin. Í
Kina bleiv læknin roknaður sum hetja, tí hann setti seg
upp ímóti myndugleikunum, sum royndu at dylja,
hvussu nógv SARS hevði breitt seg.
Fyri nøkrum mánaðum síðani skrivaði Jiang Yanjong
myndugleikunum í Beijing bræv, har hann bað teir um-
hugsa krøvini frá studentunum um meiri demokrati.
Tann 1. juni fóru hann og konan sum vant til arbeiðis á
einum hernaðarsjúkrahúsi í høvuðsstaðnum, men síð-
ani hevur eingin sæð tey. Tey bæði eiga eina dóttur,
sum býr í USA, og hon heitti í gjár á myndugleikarnar
um at kanna, hvat er vorðið av foreldrunum.
Sjálv sigur Jiang Rui, at hon hevur spurt heilsumynd-
ugleikarnar, um teir vita, hvar foreldur hennara eru,
men at hon hevur fingið løgin svar. Tí heldur hon, at
myndugleikarnir vita meiri, enn teir siga.
Fyrsta skipið doypt
Spanska skipasmiðjan Izar, sum byggir tað nýggja
suðuroyarskipið, byggir eisini fimm skip til tann
norska herflotan, og hósdagin varð tað fyrsta navn-
givið. Verjumálaráðharrin, Kristin Krohn Devold, gav
tí navnið "Fridtjof Nansen".
Tey fimm herskipini skulu sambært sáttmálanum
kosta 16 milliardir norskar krónur. Men í seinastuni hev-
ur nógv verið tosað um prísin, eftir at tað er komið fram,
at Izar hevur fingið stóran stuðul frá sponsku stjórnini
fyri at kunna kappast við útlendskar skipasmiðjur.
Stjórin á skipasmiðjuni er farin frá, og ES hevur gjørt av,
at Izar skal gjalda fýra milliardir krónur aftur.
Norskar skipasmiðjur royna framvegis at fáa ein part
av sáttmálanum um tey fimm herskipini, men sambært
Aftenposten er tað ikki serliga sannlíkt, at tað fer at
eydnast teimum. Norska stjórnin hevur fingið at vita
frá spaniumonnum, at øll fimn skipini verða bygd og
latin norðmonnum sum avtalað.
Fólkaatkvøða um Chavez
Myndugleikarnir í Venesuela kunngjørdu fyrradagin,
at andstøðan hevur savnað nóg mikið av undirskrivtum
frá fólki, sum krevja fólkaatkvøðu um framtíðina hjá
Hugo Chavez, forseta. Sambært lógini skuldu minst
2,4 milliónir fólk skriva undir kravið um fólkaatkvøðu,
og andstøðan sigur seg hava fingið umleið 3,4 milliónir
undirskrivtir.
Sjálvur sigur forsetin, at hann er til reiðar at gera eftir
kravinum frá andstøðuni. Hann ivast ikki í, at hann fer
at vinna fólkaatkvøðuna, og hóskvøldið savnaðust
fleiri túsund fólk uttan fyri forsetaborgina at vísa tí
vinstrasinnaða forsetanum stuðul.
Tað er ikki greitt, nær fólkaatkvøða verður í Vene-
suela, men valnevndin hevur nevnt dagin 8. august.
Verður fólkaatkvøðan fyri tann 16. august, og Chavez
tapir, skal forsetaval haldast. Verður fólkaatkvøðan ikki
fyrr enn aftan á 16. august, og forsetin tapir, tekur vara-
forsetin við. Hugo Chavez varð valdur til forseta í 2000
við stórum meiriluta.
Sjokolátusigarettir
Stóra bretska tubbaksverksmiðjan British American
Tobacco, ið millum annað ger sigarettirnar Lucky
Strike, umhugsar nú at gera sigarettir við sjokolátus-
makki.
Verksmiðjan hevur í seinastuni gjørt nakrar royndir
við sigarettum, ið smakka av sjokolátu, men hon hevur
eisini nýtt kirsuber, vanilju og sirop sum smakkievni.
Ein talsmaður fyri verksmiðjuna sigur við Reuters, at
royndirnar hava eydnast væl, og at tað er væl hugsandi,
at verksmiðjan fer at gera sigarettir við onkrum góðum
smakki.
Tað eru minni enn so øll, ið eru so fegin um
royndirnar og ætlanina hjá British American Tobacco.
Fyrrverandi bretski heilsumálaráðharrin Frank Dobson
sigur, at eftir hansara tykki fara nógv børn at vísa
teimum nýggju sigarettunum áhuga, tí tær fara at
smakka so væl.
Danska heilsustýrið
hevur gjørt av at
skráseta øll HIV-
smittað
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í fleiri ár hava danir keglast
um, hvørt tað hevði verið
rætt at skipa eina skráseting
við øllum, sum eru HIV-
smittað. Røddir hava talað
bæði fyri og ímóti, men nú
hevur heilsustýrið gjørt av
at skera ígjøgnum.
Sjónvarpið TV2 sigur, at
heilsustýrið nú hevur gjørt
av, at í framtíðini skulu øll
HIV-smittað
skrásetast.
Øll, sum verða skrásett sum
HIV-positiv, verða skrásett,
men tað verður gjørt á ein
slíkan hátt, at skrásetingin
verður sera loynilig.
Danskir læknar eru væl
nøgdir við avgerðina. Peter
Skinhøj, yvirlækni, sigur
við TV2, at læknarnir hava
bíðað eftir einari tílíkari
skráseting, tí hon verður
eitt sera hent amboð í
royndunum at fyribyrgja
HIV.
Dagin eftir at George
Tenet fór úr stjóra-
starvinum í CIA,
legði njósnarastjórin
frá sær
ÚR STARVI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í gjárkvøldið kunngjørdi
ein ein stjóri í amerikonsku
fregnartænastuni, at hann
leggur frá sær.
Tað er James Pavitt, sum
hevur havt ábyrgdina av
njósnarunum hjá CIA. Am-
erikanskir talsmenn siga, at
avgerð hansara at taka seg
úr starvinum hevur ikki
samband við avgerðina hjá
George Tenet at gevast í
stjórastarvinum.
Deildin hjá James Pavitt
hevur verið fyri hvøssum
atfinningum teir seinastu
mánaðarnar. Tað var hon,
sum hevði ábyrgdina av at
savna upplýsingar um Irak.
Men deildin hevur eisini
verið fyri atfinningum í
sambandi
við
yvirgangsatsóknirnar
at
USA 11. september í 2001.
Amnesty Internation-
al finst harðliga at
viðurskiftunum í
Turkalandi, tí mynd-
ugleikarnir har gera
alt ov lítið fyri at
steðga harðskapi
ímóti kvinnum
MANNARÆTTINDI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Næstan onnur hvør kvinna
í Turkalandi hevur verið
fyri harðskapi.
Tað sigur Amnesty Inter-
national í síni nýggju frá-
greiðing. Felagsskapurin
sigur, at turkisku myndug-
leikarnir hava framt ymsar
ábøtur innan rættarverkið,
men at alt ov lítið verður
gjørt fyri at tryggja, at
ábøturnar verða hildnar.
Samstundis vil felagsskap-
urin vera við, at politikarar-
nir eggja til harðskap ímóti
kvinnum.
–
Harðskapur
ímóti
kvinnum verður alment
góðtikin, og bæði lokalir
leiðarar og fólk á stjórnar-
stigi lata eyguni aftur, skriv-
ar Amnesty International.
Felagsskapurin leggur ta
turkisku løgregluna undir
at leggja mál um harðskap
ímóti kvinnum til viks, og
dómstólarnir verða sagdir
at geva teimum illa við-
farnu kvinnunum skyldina,
sjálvt um tær eru ósekar. Tí
verða skuldsetingar um
harðskap ímóti kvinnum
ofta vendar ímóti kvinnun-
um, tá saman um kemur,
sigur Amnesty Internati-
onal.
Sakleysar kvinnur fáa
skyldina kortini
HIV-smittað skulu skrásetast
Enn ein CIA-stjóri frá
C
M
Y
K
11
10